Hetta er fyri at "briefa" okkum øll saman sum eitt team, sigur hon. Ingrid sigur, at danir senda eitt heilt "team" avstað við læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og ymiskum hjálparfólki, sum eitt nú koma at taka [...] ortopediskar viðgerðir eins og á eini skaðastovu í samband við beinbrot og annað. Hon sigur, at ætlanin er ikki, at fólk skulu liggja leingi á sjúkrahúsinum, men koma til viðgerð og síðan fara avstað aftur. - Í [...] skulu vit í fyrsta lagi arbeiða saman við indonesarum og japanesarum, sigur Ingrid. Ætlandi skuldi hon ikki fara úr Føroyum fyrr enn í februar, men ferðin er vorðin framskundað, soleiðis at farið verður longu
duldi ikki aftaná dystin, at hann var vónbrotin. Besta dygdin hjá honum tykist at vera, at hann megnar at fáa spælararnar at trúgva uppá seg sjálvar, men hóskvøldið sóu spælararnir hjá KÍ ikki út til [...] mínir spælarar als ikki spældu upp til tað, sum teir hava víst í landskappingini og í steypakappingini. Frammanundan høvdu vit tosað um, hvussu týdningarmikið tað var, at teir ikki gjørdu persónlig mistøk [...] skelkaðir, at teir komu ongantíð fyri seg aftur. Vit kunnu altíð meta um, hvussu tað hevði roynst, um teir ikki høvdu skorað beinanvegin, og Arnhold Joensen hevði fingið mál, tá hann fekk ein stóran møguleika,
og Hjalturi, yvir línubátin Ågot, sum Pól Eyðfinn átti. - Tað er púra vist, at var tað ikki fyri tað, so sat eg ikki í húsunum í dag, tí eg gekk sum sagt heima, og hvussu skal tað kunna bera til við nýggjum [...] eftir honum er sera stórur. Eg má bara ásanna, at vit fáa hann ikki aftur. Annars komi eg ikki víðari, sigur hon álvarsliga. - Men tað fer ikki ein dagur framvið uttan, at eg hugsi um hann. Og soleiðis fer [...] til, at tað eydnaðist henni. - Eg veit sjálvandi ikki at siga fyri vissu, hvussu tað hevði verið uttan børnini, men eg eri vís í, at tað hevði verið heilt øðrvísi. Tí tá ein hevur børn og so smá, sum tey
og tann myndin var ikki heilt skeiv. Umleið 60 fólk høvdu leitað sær í Avhaldshúsið í Haldórsvík hóskvøldið og verður hugsað um fólkatalið, so norðalagað í Sundalagnum, so er hetta ikki so lítið. Hvaðani [...] teir bara ikki at lova nakað? ? Eg veit ikki, siga síðumenninir báðir, teir hava tosað eitt sindur um tunnil millum Vík og Tjørnuvík. Tað tosið byrjaði upp undir valið í 1988, men hevur ikki verið so nógv [...] eru óivað ring útlit til tunnil til Tjørnuvíkar fyribils, hóast alt. Tummas Arabo, heldur tó ikki tað er heilt órealistiskt, men sigur samstundis, at tað skal inn í eina raðfestingina av teimum samlaðu
Sambært veljarakanningin hevði Fólkaflokkurin verið tann heilt stóri taparin um val var í dag, meðan Javnaðarflokkurin hevði verið tann heilt greiði vinnarin. Ógreið tala John Mortensen frá Fynd, heldur [...] um skattalætta síðani samgongan kom fram at, men har er einki hent. ? Eg skal ikki siga, at tað er orsøkin, men tað er ikki óhugsandi, at tað er viðvirkandi til stóru afturgongdina, sigur John. Kortini [...] Tjóðveldisflokkurin og hóast flokkurin sambært veljarakanningini ikki verður størstur, so fær hann kortini eina framgongd. ? Hon er ikki so stór, men tað er kortini ein framgongd. Tað er kanska løgið, tá
hall, enn hann gjørdi í 1997, tí nú vórðu ikki færri enn trý »føroysk« flutningsfeløg um marknaðin. Skipafelagið Føroyar, Eimskip og Smyril Line. Men so var ikki. Úrslitið var í veruleikanum ta beint øvugta [...] valdu vit at sleppa okkum av við skipið og at niðurleggja ta farleiðina. Orsøkin var heilt einfalt, at hon bar seg ikki. Tað var orsøkin til at Skipafelagið legði farleiðina niður og slapp sær av við skipið [...] vit hava ikki fingið ágóðan av broytingunum fyrr enn í seinna hálvári, sigur Árni Joensen. Og eftir øllum at døma er talan um munandi broytingar til tað betra. Stjórin á Skipafelagnum vil ikki siga, hvussu
smíli um varrarnar. Tað var øgiliga spennandi. Fyrsti skúladagur er nakað heilt fyri seg. Tað er tann dagurin, tá barnagarðurin ikki longur er nakað, tí nú er mann vorðin so stórur, at nú er skúlin næsta [...] hongur sjálvandi saman við hvønn skúla ein gongur í og hvar ein býr. Í gjár var fyrsti skúladagur hjá ikki færri enn 758 føroyskum børnum um sjey ára aldur, og spenningurin lýsti úr eygunum á teimum. Sosialurin [...] skúla. ? Ein abbi ringdi og spurdi meg, hvat var galið við skúlanum, tí abbadóttur hansara græt tí hon ikki slapp í skúla. Tá eg gekk í skúla, greiddi abbin Steingrími frá, tá græt eg tí eg skuldi í skúla.
komu ikki fleiri í longri tíð, men var tá sagt at úrslitini tó vóru heiðurlig og ikki minst var havt á mannamunni at vit vóru við fyri at læra. Hetta hugtakið, at vit eru við fyri at læra, er ikki at hoyra [...] møguleikarnir hjá teimum lesandi, men hetta er ikki nóg mikið. Ynskiligt hevði verið at tá ið trupulleikarnir stungu seg upp millum landsstýrið og lærararnar at hetta ikki skuldi kunna ávirka næmingarnar. Her verður [...] í at hjálpa næmingunum framá. Tit mugu eisini hugsa um at vit fara ikki í skúla fyri at spilla tíðina burtur. Tó skulu lærararnir ikki bert fáa kritik, teir hava eisini givið okkum góða undirvísing, tá
um vit ikki fóru út eftir honum, sigur Høgni Mohr, sum saman við Hannusi Petersen framdi tað bragd, at bjarga ellivu ára gamla Kjartani Festirstein, sum var dottin á sjógv í illveðrinum. Satt at siga [...] eg hevði ongantíð fyrigivið mær sjálvum, um eg ikki fór út eftir honum. Sjónin hevði staðið fyri mær altíð, sigur Høgni og hyggur út í fjørðin. Var tú ikki bangin í hasum veðrinum! ? Sjálvandi var eg tað [...] hann fór fram um meg. Hann svam skjótt út eftir og fekk tak á dreinginum. Hevði Hannus ikki verið har, so veit eg ikki, um vit høvdu fingið fatur á honum so skjótt, sigur Høgni Mohr. Drongur hjálpti eisini
landsstýrismaðurin. ? Seinni fara vit at tosa um ríkisrættarligu viðurskiftini. Tað merkir, at vit ikki heilt fara úr ríkisfelagsskapinum, men hava felags kongshús, gjaldoyra osfr. Ætlanin er at brúka íslendsku [...] Undir samráðingunum hevur hon lagt dent á, at almanna- og heilsumál ikki skul koma føroyingum aftur um brekku. Helena Dan á Neystabø er sannførd um, at tað nú verður lættari í allar mátar at bera byrðarnar [...] føroyingar fíggjarliga betur fyri. Fara vit at merkja fíggjarligan bata? ? Tað verður ið hvussu er ikki soleiðis, at vit fara at byrja eitt forbrúkaragildi. Vit fara heldur at konsolidera samfelagið. Í