Javnaðarflokkurin fær herðaklappini meðan Fólkaflokkurin fær ein dyggan undir vangan. Javnaðarflokkurin fær tveir tingmenn afturat, meðan Fólkaflokkurin stendur til at missa tríggjar.
So greið er niðurstøðan í veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt fyri Sosialin og Sjónvarpið.
Sambært veljarakanningin hevði Fólkaflokkurin verið tann heilt stóri taparin um val var í dag, meðan Javnaðarflokkurin hevði verið tann heilt greiði vinnarin.
Ógreið tala
John Mortensen frá Fynd, heldur orsøkina til at veljarin revsar Fólkaflokkin vera, at teir eru ógreiðir í síni talu.
? Anfinn Kallsberg tekur fult undir við fullveldismálinum, men lurta vit eftir Bjarna Djurholm og Óla Breckmann so eru teir meira ullintir í tí teir siga. Teir tosa nógv um búskap í sambandi við fullveldi og tað kann verða ein orsøk til, at veljararnir eru rýmdir, sigur John Mortensen.
Ein onnur orsøk kann vera, at Fólkaflokkurin hevur tosað nógv um skattalætta síðani samgongan kom fram at, men har er einki hent.
? Eg skal ikki siga, at tað er orsøkin, men tað er ikki óhugsandi, at tað er viðvirkandi til stóru afturgongdina, sigur John.
Kortini leggur hann afturat, at Fólkaflokkurin altíð stendur seg illa í veljarakanningum, men tá val er, stendur kortini ikki so illa til.
Virkin í andstøðu
Stóri vinnarin er Javnaðarflokkurin. Her heldur John Mortensen at tað eru fleiri orsøkir. Millum annað hevur Javnaðarflokkurin verið aktivur í fullveldismálinum og tað tykist, sum veljararnir hava lyndið til at taka undir við honum.
? Harafturat hava teir verið sera aktivir í andstøðuni, eins og Sambandsflokkurin, sum eisini hevur stóra framgongd, og tað trúgvi hevur sína stóru ávirkan á framgongdina, sigur John Mortensen.
Hann vísir á, at báðir flokkarnir hava gjrøt nógv burtur úr at leggja uppskot fyri tingið og hóast hesi uppskot ikki hava fingið undirtøku í tinginum, so geva veljararnir flokkunum báðum herðaklapp fyri sítt arbeiði.
? Harafturat hevur Jóannes Eidesgaard markerað seg nógv í fullveldismálinum og tað hevur sína heilt greiðu ávirkan, sigur John Mortensen.
Tá tað um Sambandsflokkin ræður heldur hann, at tað serliga er tann virkni andstøðupolitikkurin, sum er orsøkin til, at flokkurin hevur so stóra framgond.
Heldur tørn
Størsti flokkurin til seinasta val var Tjóðveldisflokkurin og hóast flokkurin sambært veljarakanningini ikki verður størstur, so fær hann kortini eina framgongd.
? Hon er ikki so stór, men tað er kortini ein framgongd. Tað er kanska løgið, tá havt verður í huga tað, sum flokkurin hevur verið ígjøgnum í seinastuni, serliga tá hugsað verður um rúsdrekkatrupulleikarnar. Hugsa vit so um, at flokkurin annars ikki hevur fingið so nógv onnur av sínum málum ígjøgnum, so er tað enn meira undrunarvert, at teir halda tørn, sigur John Mortensen.
Hann vísir samstundis á, at Tjóðveldisflokkurin í fleiri førum beinleiðis hevur verið noyddur at bakka, og kortini sæst tað ikki aftur í kanningini. Sum dømi nevnir hann fiskivinnumál og landsverkfrøðingin.
? Men frágreiðingin kann vera, at veljararnir flokkast um tað eina málið - fullveldismálið, tí her er flokkurin púra greiður. Tað er ikki óhugsandi, at veljararnir halda seg til flokkin av teirri orsøk, at nú hendir nakað í tí málinum og tí eru teir trúðfastir, sigur John Mortensen.
Viðvíkandi smærru flokkunum vil hann ikki siga stórvegis, tí statistiska óvissan ger, at tað er torført at úttala seg um teirra støðu sambært veljarakanningini, sigur hann.










