SVANGASKARÐ: Tony Paris, venjarin hjá KÍ, duldi ikki aftaná dystin, at hann var vónbrotin. Besta dygdin hjá honum tykist at vera, at hann megnar at fáa spælararnar at trúgva uppá seg sjálvar, men hóskvøldið sóu spælararnir hjá KÍ ikki út til at hava nakað sum helst sjálvsálit.
Hevði tú billað teimum inn, at uppgávan fór at vera lættari, enn hon nú varð?
? Eg sá Grazer spæla fyri einum mánaða síðani, og tá vístu teir so langt frá sama avrik, sum teir gjørdu í dag. Men so má eg leggja afturat, eg mínir spælarar als ikki spældu upp til tað, sum teir hava víst í landskappingini og í steypakappingini. Frammanundan høvdu vit tosað um, hvussu týdningarmikið tað var, at teir ikki gjørdu persónlig mistøk, tí í altjóða fótbólti vera mistøk sektað, so tað stendur eftir í. Spælararnir gjørdu stór mistøk beinanvegin, og tey vórðu sektað.
? Í heimligu kappingini hava vit ongantíð verið aftanfyri í steðginum. Hesa ferð vóru vit aftanfyri 2-0, tá bara tíggju minuttir vóru farnir, og spælararnir vóru so mikið skelkaðir, at teir komu ongantíð fyri seg aftur. Vit kunnu altíð meta um, hvussu tað hevði roynst, um teir ikki høvdu skorað beinanvegin, og Arnhold Joensen hevði fingið mál, tá hann fekk ein stóran møguleika, men hetta verður bara hypotetiskt, segði ein sera vónsvikin venjari, sum hevur avskrivað allar møguleikar at røkka málinum, hann undan dystinum ætlaði at røkka.
Royndu spælararnir kiksaðu
Kurt Mørkøre fekk einki burturúr í álopinum, burtursæð frá einum gulum korti. Hann var einasti spælarin, sum var við á landsliðnum móti Eystrurríki fyri níggju árum síðani, og verjan hjá Grazer hevði fremsta álopsmannin hjá KÍ í heilt stuttum tjóðri:
? Vit vóru vánaligir. Vit eru fleiri, sum hava drúgvar fótbóltsroyndir. Tað var okkara lutur at bera liðið hjá okkum, men tað miseydnaðist fullkomuliga. Eg rokni við, at liðfelagarnir fara at gera sítt besta í Eysturríki, men tað verður torført, ásannaði Kurt Mørkøre, sum mánadagin fer til Noregs at spæla við Sogndal.