? Maður og børn stuðla mær at fara

- Hetta verður ein sálarliga krevjandi uppgáva. Men eg meti, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru væl kvalifiseraðir, bæði fakliga og ástøðiliga, til slíkar uppgávur, sigur Ingrid Holm, sum nú fer til Indonesiu at hjálpa fólkinum har eftir herviligu flóðalduna

n


Í komandi viku fer Ingrid Holm, sjúkrarøktarfrøðingur, niður til Danmarkar at verða við í einum donskum hópi, sum fer til Indonesiu at hjálpa hart raktu íbúgvunum har eftir herviligu flóðalduna, sum gjørdi feigdina um seg.
Tað er Føroya Landsstýri, sum sendir Ingrid avstað, og hon verður partur av danska "Beredskabsstyrelsen" ? ella donsku tilbúgvingini, sum sendir eitt "neyðsjúkrahús" til Indonesiu at fremja hjálpararbeiði.
- Føroyingar hava havt ein aktivan lut í innsavnanini av peningi til at hjálpa hart raktu fólkunum við Indiska Havið, og í hesum førinum hevur landsstýrið boðið sær til at luttaka aktivt saman við dønum á staðnum, sigur Ingrid Holm.
Hon sigur, at tá ið hon kemur niður til Danmarkar, fer hon í ein dag at fylgja við donsku starvsfólkunum, sum verða við í ferðini, áðrenn farið verður víðari til Indonesiu.
- Hetta er fyri at "briefa" okkum øll saman sum eitt team, sigur hon.
Ingrid sigur, at danir senda eitt heilt "team" avstað við læknum, sjúkrarøktarfrøðingum og ymiskum hjálparfólki, sum eitt nú koma at taka sær av tí tekniska.
- Talan er um bingjur sum neyðsjúkrahús og tjøld til bústað hjá okkum. Umframt útbúnaður til skaðastovuvirksemi, verður eisini útgerð til reinsan av vatni, matur og annað. Hetta er við øðrum orðum eitt fullfíggjað "hjálparkonsept", har vit serliga skulu veita ortopediskar viðgerðir eins og á eini skaðastovu í samband við beinbrot og annað.
Hon sigur, at ætlanin er ikki, at fólk skulu liggja leingi á sjúkrahúsinum, men koma til viðgerð og síðan fara avstað aftur.
- Í Indonesiu skulu vit í fyrsta lagi arbeiða saman við indonesarum og japanesarum, sigur Ingrid.
Ætlandi skuldi hon ikki fara úr Føroyum fyrr enn í februar, men ferðin er vorðin framskundað, soleiðis at farið verður longu avstað í komandi viku.
- Eg meti, at føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar eru væl kvalifiseraðir, bæði fakliga og ástøðiliga, at verða við í slíkum hjálpararbeiði, sigur Ingrid, sum varð vald út millum fleiri sjúkrarøktarfrøðingar at verða við í hjálpararbeiðnum.
Hon sigur, at fleiri føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar bjóðaðu seg fram, og hon heldur, at hetta vísir, hvussu fegin fólk vilja hjálpa teimum neyðstøddu í fjareystri.
Ingrid sigur, at bæði maður og børn hennara, sum nú eru vaksin, stuðla henni í at fara til Indonesiu.
- Tey halda tað vera rætt av mær at brúka mín fakliga førleika og drúgvu royndir ? eisini til slíkt arbeiði, har fólk veruliga líða neyð.
Sjálv heldur hon, at mongu starvsroyndirnar og serútbúgvingarnar, hon hevur nomið sær, fara at verða henni ein góður stuðul í hjálpararbeiðnum.
Umframt at vera sjúkrarøktarfrøðingur við drúgvum royndum, hevur Ingrid eisini nomið sær serútbúgvingar innan eitt nú doyving og traumaviðgerð.
- Eg meti meg tí vera væl kvalifiseraða til hesa uppgávu, sigur hon.
Ingrid Holm sigur, at hon hevur fingið at vita, at danska neyðsjúkrahúsið hevur útgerð til ein mánaða.
- Síðan verður "sjúkrahúsið" sent heimaftur til Danmarkar og pakkað av nýggjum, sum hon tekur til.
At enda sigur hon, at tað er upp á tal at senda ein annan sjúkrarøktarfrøðing til Indonesiu saman við donsku hjálpini, sum fer avstað, tá ið tey, sum nú fara yvir, koma heimaftur.
- Jú, tað er at fegnast um, at fleiri bjóða seg fram til slíkar átroðkandi uppgávur, tá ið høvið býðst at hjálpa neyðstøddum, sigur Ingrid Holm, sum annars væntar, at hjálpararbeiðið í Indonesiu verður ein sálarliga krevjandi uppgáva.