vil eg takka tær fyri, at tú tók so væl ímóti mær, tá eg kom í starvslæru, tá skúlin á VBV á Skansavegnum varð settur á stovn, og takka tær, Ditlev og Hjørmund fyri alt, tit lærdu meg, tí hetta var ein heilt [...] hevði fingið næmingin (oftast deyvur) at siga eitt orð ella eina setning rætt, tí tú skuldi leggja ljóð á rætta plássið í munninum, tí einki ljóð kom ígjøgnum oyrað. Ikki so løgið, at eitt tað fyrsta orð, vit [...] bók, men segði so livandi frá við hondum, mimikki og orðum, so børnini sótu so pinnastill og lýddu á - børn, sum bæði vóru aktiv og hyperaktiv. Margit! Tað er so nógv áhugavert, eg kundi tikið fram, men
vit eru á veg út á Strendur, fer mixarin í sving, og bollarnir verða bakaðir, og vaflur og pannikøkur eisini. Tað er altíð deiligt og hugnaligt at koma á vitjan . Vit vilja siga tær tillukku á føðingardegnum [...] Um hetta mundi misti hon eisini faðir sín av vanlukku umborð á Trónda í Gøtu. Tey vóru sjey syskin, har mamma var elst. Av teimum eru øll á lívi, uttan Odda (Oddfríða Weihe), sum doyði í 1985 av sjúku [...] gomul. Mamma tænti fyrst í Klaksvíkog síðan í Vestmanna. Eftir hetta fór hon til Havnar at arbeiða á Sjómansheiminum. Har hitti hon pápa okkara, John Rasmussen, sum tá var í læru hjá Asbjørn Skarðhamar
virksemi í bygdini. Margreta fór sum nógvar gentur á bygd ung til Havnar, og hon fór at tæna hjá Christian Haraldsen, ættaður úr Elduvík. Hann var rektari á Studentaskúlanum. Í Havn kom Margreta skjótt at [...] eisini við á landsliðnum og spældi fleiri landsdystir. Fyrstu árini búðu tey í Sjúrðargøtu, har foreldrini hjá Alla eisini búðu. Men í 1969 fluttu tey niðan í Gundadal. Tá fór Margreta at arbeiða á hvíldarheiminum [...] september, verður maður hennara Arnold, vanliga kallaður Alli, eisini 85 ár. Tí verður hetta ein heilsan til tykkum bæði. Margreta er ættað av Geilabø í Norðragøtu. Mamman var Magdalena, f. Gregersen úr
løgdu okkum lag á, og vóru við í øllum. Eisini á Fugloynni vóru nógvir túrar í náttúrini, inn í Krók, inn í Skarðsvík, niðan á Kross, niðan á Fýrin á Eystfelli o. s. fr. Hæddarpunktið á sumri var um ólavssøku [...] at fara á miðnáttarsamkomu á norðoyastevnu o. s. fr. Nógvir eru túrarnir, ið mamma hevur gjørt niðan á Kjøl og Ravnagil, og aðrastaðni við, og sum ung var hon eisini røsk at standa á skí. Uppi á Stapanum [...] túrar til skips. Tó dámdi honum betri arbeiðið á landi, og fekk arbeiði á skipasmiðjuni á Grótrætt, hjá Jógvani, ið tá jú var vorðin verfaðir hansara. Her var hann m. a. við til at byggja Bjørg, Gadus, Mariann
Simonsen varð heiðrað við silvurheiðurstekini Tórshavnar kommunu. Á móttøkuni bar borgarstjórin fram eina heilsan til tær báðar sum tøkk fyri trúføstu tænastu teirra. Borgarstjórin segði m.a.: Dagny Isaksen [...] ir. Tríggjar og ein hálvan dag um vikuna ert tú í Tórsgøtu og hálvanannan dag um vikuna á sertannlæknastovuni á Løgmannabreyt. Harumframt hevur tú havt fleiri týdningarmiklar uppgávur í Barnatannrøktini [...] Hetta varð hátíðarhildið á samkomu í tannlæknastovuni í Tórsgøtu í Havn í vikuni. Til høvið handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Dagny Isaksen gullheiðurstekin Tórshavnar kommunu, og Margrith Simonsen
jarðarferðina, sum seinastu heilsan til mammu: ”Góða høgt elskaða mamma, vit duga ikki at skilja, at tú ikki er ímillum okkum meira, og vit mugu síggja í eyguni, at vit ongantíð aftur her á fold sleppa at njóta [...] tú fylgdist við alt títt lív, ja heilt til síðsta andadrátt. Trúgv tín á tann stóra Faðirin og Skaparan kom at hava stóra ávirkan á teg sum menniskja, tí alt sum tú gjørdi og segði var av tí góða, og øll [...] var at vera rættvís og ærlig og minti okkum alla tíðina á at vera fyrikomandi, fólkalig, blíð og hjálpsom. Men mest av øllum so vísti tú okkum á, hvussu umráðandi tað var at hava Jesus, sum sín vin og
eru 16 í tali, umframt 5 langommu- og langabbabørn. Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku á gullbrúdleypsdegnum sunnudagin tann 14. juni 2009. Dagurin verður hildin saman við børnunum. [...] Maria er dóttir Hansinu og Jørgen Poulsen, ættað av Eiði sum búsettust á Oyrabakka. Tey fingu sjey børn. Hákun er sonur Jóhonnu og Zacharias Zachariassen, úr Streymnesi. Tey fingu níggju børn. Hákun fór [...] fór sum ungur til skips og sigldi við ymiskum trolarum til hann mitt í 60-unum legðist upp á land og stovnaði sína egnu fyritøku innan bilavinnuna. Alt frá taxakoyring til buss- og lastbilakoyring, inntil
kirkjugarðinum undir Svínaryggi. Tað er Sandur eisini, sum tað sæst á gravsteininum hjá Marin Kirstinu Johannesen, ættað úr Trøðum á Sandi. Tað er kortini ikki so nógv, vit vita um hana. Hon er fødd í [...] Kristinu, og keldan til meginpartin av hesi grein er Ólavur. Upprunin til hesa søgu er Traðargarður á Sandi, sum upprunaliga var 24 merkur. Fyrst fór garðurin í tveir partar. Í 1746 fór onnur helvtin í [...] Tann partin, sum tá gjørdist til Miðstovuna, fekk Hanus í Koytu, ið var 52 ár. Hann hevði arbeitt á garðinum í Trøðum alt sítt lív. Hann var tiltikin raskur og avhildin maður. Eftir hann festi sonurin
verður heilsan verandi góð, er lagamanni, so væl hon heldur sær bæði í sinn og skinn. Eg plagi at taka til, tá starvsfólk høvdu lyndi til at hokna undir arbeiðsbyrðini: "Hyggið bara at Marini á deild 1 [...] fækkast við lít tey undangongufólk, sum settu varandi sálarsjúkurøkt á stovn í Føroyum, og tey sum enn eru í starvi kunnu teljast á einari hond. Og Marin er í so máta ikki hvør sum helst. Umframt at hava [...] mongu árini hevur hon tó starvast sum "stýrimaður" á deildini, men hesa allarseinastu tíðina kortini sum "skipari", síðani tað beinleiðis varð heitt á hana, og tað bar hjá henni illa til at bera seg undan
eitt langommu- og langabbabarn. Áðrenn Marita fór til Danmarkar at lesa, var hon hjálparfólk á Laboratoriinum á hospitalinum í Havn, og tá familjan flutti heim aftur til Føroya, fór hon aftur í starv har [...] við at binda fyri fólk. Tað lá væl fyri hjá henni, og tað vórðu mong sum leitaðu sær til "bindikonuna á Landavegnum", tá tey ynsktu sær eina heita troyggju ella okkurt annað plagg. Og ikki kann sigast annað [...] Henni verður ynskt hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum verður hildin saman við familjuni. Heilsan vinir og familja