Mamma okkara hevði fylt 85 ár 19. april 2009, vit høvdu vónað at havt hana nøkur ár afturat, men soleiðis bleiv ikki. Harranum líkaði at taka hana heim til Sín hin 17. juni 2008 eftir stutta sjúkralegu.
Í hesum sambandi vilja vit endurtaka tað, sum vit bóru fram til jarðarferðina, sum seinastu heilsan til mammu:
”Góða høgt elskaða mamma, vit duga ikki at skilja, at tú ikki er ímillum okkum meira, og vit mugu síggja í eyguni, at vit ongantíð aftur her á fold sleppa at njóta eina løtu saman við tær. Tað er so hart at siga farvæl til ein sum man elskar, og ein sum hevur elskað okkum so nógv sum tú gjørdi. Tú var heimsins besta mamma, og tá tú var ein so ótrúliga góð og vøkur mamma, so er saknurin so stórur og sorgin so nívandi. Í sorgini kunnu vit tó ugga okkum við, hvussu hepnar vit vóru at hava teg sum mammu og gleðast yvir øll tey ár, vit fingu saman við tær.
Góða mamma, á ungum árum fann tú út av, at skuldi tú liva eitt gott og gevandi lív, so mátti tú hava tann størsta lærumeistaran av øllum við tína lið, og úti í salinum í Søldarfirði fann tú hendan lærumeistaran, sum tú fylgdist við alt títt lív, ja heilt til síðsta andadrátt.
Trúgv tín á tann stóra Faðirin og Skaparan kom at hava stóra ávirkan á teg sum menniskja, tí alt sum tú gjørdi og segði var av tí góða, og øll sum fylgdu tær gjøgnum lívið vistu, at tú ikki bara hevði trúnna, men at tú livdi, sum tann tú var, og at trúgv uttan verk er deyð trúgv. Og alt tað góða og vakra, sum tú fekk við at fylgjast við Jesusi, tað vildi tú deila við øll, fyrst og fremst við pápa og okkum systrar, men eisini til onnur, sum tú møtti á lívsleiðini.
Góða mamma, tú gav lív til 4 gentur og kallaði tú okkum tínar rósur. Eingin urtagarðsmaður hevur nakrantíð røkt sín urtagarð betur enn tú. Frá tí, at vit vóru lítlar spýrar gjørdi tú tær stóran ómak at leggja tað góða og vakra í okkum. Tú fortaldi okkum, hvussu umráðandi tað var at virða og respektera øll menniskju líkað , høg sum lág, hvussu umráðandi tað var at vera rættvís og ærlig og minti okkum alla tíðina á at vera fyrikomandi, fólkalig, blíð og hjálpsom. Men mest av øllum so vísti tú okkum á, hvussu umráðandi tað var at hava Jesus, sum sín vin og fylgissvein.
Tú var ”strong” við okkum, men setti ikki hegn upp fyri at vísa hvar mørkini gingu. Tú gav okkum álit og frælsi til at finna okkara pláss her í lívinum. Tú virdi okkara ynski og val og fylgdi sera væl við, hvussu tað gekk okkum í lívinum, tú lurtaði við stórum áhuga – jú tú var tann stóri ráðgevi, sum vit altíð kundu fara til, tí tú hevði stóra vitan og vísdóm.
Í 1985 følnaði ein stór og vøkur rósa í tínum urtagarði, tá misti tú tín høgtelskaða mann og vit okkara elskaða pápa. Hetta varð ein svárur missur fyri okkum øll, tí pápi var eitt einastandandi gott menniskja.
Seinni møtti tú Dávur, sum tú fekk 20 góð ár saman við. Líkað so góð sum tú hevur verið við Dáva, líkað so góður hevur hann verið við teg og okkum øll. At Dávur hevur mist teg nú, er hart fyri hann, men hann skal vita, at hann ikki verður gloymdur av okkum.
Góða mamma, vit eru tær so takksamar fyri alt tú hevur gjørt fyri okkum, og fyri alt tú hevur lagt í okkum. At syrgja hevur sína tíð, men tá tað ringasta hevur lagt seg, so kunnu vit allar minnast aftur á og takka Gudi fyri, at hann gav okkum eina so góða mammu.
Nú tú hevur latið aftur urtagarðsportrið her á fold og latið stóra Himmalportrið upp, hevur tú nógv at vera stolt yvir, tín urtagarður er væl røktur. Umframt okkum fýra við makum, so er Dávur, øll tíni ommu- og langommubørn her, tú hevur familjuna, vinir og kenningar og øll tey, sum tú hevur stuðlað og hjálpt, øll hava fingið so nógv frá tær, tí tú syrgdi alla tíðina fyri at øll, sum vóru rundan um teg fingu umsorgan. Tú var tað góða urtagarðsfólkið, sum fekk alt at vaksa rundan um teg. Tú sáddi við kærleika, lúkaði við nærveru, vætaði við Guds orði og vardi okkum øll við tínum bønum.
Góða elskaða mamma, túsund takk fyri alt tú hevur gjørt og verið fyri okkum, okkara makum, børnum, - ommu- og langommubørnum.
Friður verður við okkara høgt elskaðu mammu”.
Elma, Oðny, Sunnuvá og Malan