Maria og Hákun gullbrúdleyp

Sunnudagin 14. juni hava hjúnini Maria og Hákun Zachariassen í Streymnesi verið gift í 50 ár og kunnu halda gullbrúdleyp.

Maria er dóttir Hansinu og Jørgen Poulsen, ættað av Eiði sum búsettust á Oyrabakka. Tey fingu sjey børn. Hákun er sonur Jóhonnu og Zacharias Zachariassen, úr Streymnesi. Tey fingu níggju børn.


Hákun fór sum ungur til skips og sigldi við ymiskum trolarum til hann mitt í 60-unum legðist

upp á land og stovnaði sína egnu fyritøku innan bilavinnuna. Alt frá taxakoyring til buss- og

lastbilakoyring, inntil hann fyri fáum árum gavst, tá synirnir yvirtóku virksemið.


Hákun og Maria hava rikið fyritøkuna saman øll hesi árini. Samstundis sum hon tók sær av heimi og børnum. 67 ára gamal gavst Hákun í bilavinnuni. Síðani hann gavst í bilavinnuni, hava jørð og seyður fylt nógv í teirra dagligdegi, og hevur hann verið ógvuliga virkin innan landbúnaðin og er hann tað enn tann dag í dag.


Maria og Hákun eiga 6 børn: Heðin, Hjørleif, Eyð, Fríðu, Birnu og Inga. Barnabørnini eru 16 í tali, umframt 5 langommu- og langabbabørn.


Teimum verður ynskt hjartaliga tillukku á gullbrúdleypsdegnum sunnudagin tann 14. juni 2009.


Dagurin verður hildin saman við børnunum.