Marita er ættað av Strondum, dóttir Poulinu Mariu, vanliga rópt Mia, og Sofus Andreasen.
Í 1940, tá Marita var tvey ára gomul, doyði pápi hennara. Farmaskipið, sum hann sigldi sum stýrimaður við, varð torpoderað av týskum kavbáti. Eftir sat Mia við børnunum: Andras, Maritu, og Sofus.
Sum 8 ára gomul varð Marita send til Havnar at ganga í skúla. Hon búði hjá mostur síni Lauru Eirikstoft. Nøkur ár seinni fluttu Mia og dreingirnir eisini til Havnar at búgva. Mia, sum ikki gifti seg uppaftur, breyðføddi familjuni fyrst og fremst við at binda fyri fólk. Tað lá væl fyri hjá henni, og tað vórðu mong sum leitaðu sær til "bindikonuna á Landavegnum", tá tey ynsktu sær eina heita troyggju ella okkurt annað plagg.
Og ikki kann sigast annað, enn at Marita hevur arvað handaligu gávurnar. Hon hevur altíð bundið, og hesi síðstu árini, hevur hon sniðgivið og gjørt nógv pløgg. Tey eru ikki so fá, sum í dag ganga í einari vakrari troyggju ella snotiligum turriklæði, sum tey hava keypt frá "bindikonuni í Niðarugøtu." Saman við øðrum hevur Marita seinnu árini havt framsýningar við modernaðum klædnapløggum, bæði í Føroyum og uttanlands.
Marita er útbúgvin bioanalytikari og lærdi í Keypmannahavn frá 1956 til 1959. Meðan hon læs í Keypmannahavn møtti hon komandi manni sínum, Leivur Guttesen úr Vestmanna. Tey giftust í 1960 og eiga fýra børn: Sunnuva, sum býr í Fuglafirði, Gunnar, sum býr í Danmark, og Helgi og Poul sum búgva í høvuðsstaðnum. Marita og Leivur eiga átta barnabørn og eitt langommu- og langabbabarn.
Áðrenn Marita fór til Danmarkar at lesa, var hon hjálparfólk á Laboratoriinum á hospitalinum í Havn, og tá familjan flutti heim aftur til Føroya, fór hon aftur í starv har. Henni dámdi so mikið væl hetta arbeiði, at hon varð har, til hon fór frá við eftirløn fyri trimum árum síðan.
Og í dag er Marita so vorðin 70 ára gomul. Tíðin hevur gingið skjótt, og nógv er hent millum ár og dag, men Marita, hon er hin sama fitta, fryntliga, dugnaliga og nærlagda kvinnan, sum hon altíð hevur verið. Henni verður ynskt hjartaliga tillukku við føðingardegnum, sum verður hildin saman við familjuni.
Heilsan vinir og familja