Unn Jacobsen, tannlæknastjóri, Margrith Simonsen, tannatstøðingur, Dagny Isaksen, tannatstøðingur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Margrith og Dagny 75 ár í Tórshavnar kommunu

75 ár í kommunalari tænastu. Tað er veruleikin hjá Dagny Isaksen og Margrith Simonsen, sum hava starvast í Barnatannrøktini hjá Tórshavnar kommunu í ávíkavist 45 og 30 ár.

 

Unn Jacobsen, tannlæknastjóri, Margrith Simonsen, tannatstøðingur, Dagny Isaksen, tannatstøðingur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.

Hetta varð hátíðarhildið á samkomu í tannlæknastovuni í Tórsgøtu í Havn í vikuni.

 

Til høvið handaði Heðin Mortensen, borgarstjóri, Dagny Isaksen gullheiðurstekin Tórshavnar kommunu, og Margrith Simonsen varð heiðrað við silvurheiðurstekini Tórshavnar kommunu.

 

Á móttøkuni bar borgarstjórin fram eina heilsan til tær báðar sum tøkk fyri trúføstu tænastu teirra.

 

Borgarstjórin segði m.a.:

 

Dagny Isaksen, tú varð sett í starv sum klinikkassistentur í Barnatannrøktini 15. oktober í 1978. Sostatt  hevur tú verið í starvi í barnatannrøktini í samfull 45 ár.

 

Fyri 5 árum síðani fekst tú Dronningens fortjenstmedalju eftir 40 ár í starvi. Tað er ikki hissini!

 

Tú hevur øll árini verið ein trúgvur og góður tannatstøðingur. Tú fert stillisliga við hurðunum, og vit kunnu vera vís í, at tað, sum tú átekur tær at gera, tað verður gjørt til lítar.

 

Tú byrjaði á sinni eitt stutt skifti hjá Erling Simonsen, sála, síðani hjá Kjell Kojan, norska tannlæknanum, ið var í Barnatannrøktini eitt 2 ára skifti.

 

Seinni arbeiddi tú saman við Sigrid, síðan Katrin Reinert og seinastu mongu árini saman við Elspu Samuelsen, har partíðarstarvið verður deilt við Karlu Dahl.

 

Eg fari at takka tær fyri drúgva tænastu og ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum.

 

##med2##

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Dagny Isaksen skreytblað saman við gullheiðurstekini Tórshavnar kommunu.

 

 

Margrith Simonsen, tú varð sett í starv sum klinikkassistentur í Barnatannrøktini tann 18. august í 1993.

 

Seinastu árini hevur tú tikið yvir uppgávuna hjá Onnu Berg, systir tíni, og tekur nú røntgenmyndir. Tríggjar og ein hálvan dag um vikuna ert tú í Tórsgøtu og hálvanannan dag um vikuna á sertannlæknastovuni á Løgmannabreyt.

 

Harumframt hevur tú havt fleiri týdningarmiklar uppgávur í Barnatannrøktini. Frá 2005 hevur tú saman við Emi Egholm verið Kaizenkonsulentur. Starvsfólkafundirnir verða við kønari hond stýrdir eftir hesum prinsippum hvørja viku.

 

Eisini hevur tú verið partur av fyribyrgingarbólkinum í nógv ár, har nógv týdningarmikil projekt verða avgreidd.

 

Eg fari at takka tær fyri drúgva tænastu og ynskja tær hjartaliga tillukku við degnum.

 

##med3##

Heðin Mortensen, borgarstjóri, handaði Margrith Simonsen skreytblað saman við silvurheiðurstekini Tórshavnar kommunu.

##med4##

 

Unn Jacobsen, tannlæknastjóri, Margrith Simonsen, tannatstøðingur, Dagny Isaksen, tannatstøðingur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri.