Leygardagin tann 25. februar í 1967 góvu unga parið Margretha og Mikkjal Tróndur hvørjum øðrum sítt ja á sýslumansskrivstovuni í Klaksvík, og vórðu tey hervið vígd hvørjum øðrum. Hetta var fyri 40 árum síðani, og kundu tey tískil sunnudagin í farnu viku hátíðarhalda sín 40 ára hjúnarbandsdag, rubinbrúdleyp. Harafturat rundaðu tey bæði ávikavist 60 og 65 ár í fjør og í sambandi við hesar merkisdagar, ynskja vit at senda teimum eina heilsu.
Mamma er fødd og uppvaksin í Klaksvík og er elst av trimum systrum. Hon er dóttir Jógvan Olsen, bedingsmeistara (Jógvan hjá Aksel) sála, og Annu Elisabeth, f. Nygaard, sálu, ættað úr Porkeri. Ein stórur saknur hjá Margrethu og familjuni var, tá mamma hennara fór longu í 1977 av sjúku, alt ov ung.
Mamma er uppvaksin í umhvørvinum norðuri á Stongunum, og var hetta hennara spælipláss, heilt niðri frá bedingini og niðan í Ravnagil.
Í Porkeri vóru tey eisini sum yngri hvørt summar og vitjaðu. Hetta vóru túrar, sum henni dámdi væl og setti stóran prís uppá.
Eftir lokna skúlagongd tók mamma handilsmedhjálpararprógv. Eftir hetta arbeiddi hon eina tíð sum genta í húsi, á Dávavirkinum og á Kósini. Síðani hon bleiv gift Mikkjal Tróndi í 1967 og fekk børnini 6 í tali, hevur hon verið heimaarbeiðandi. Sostatt hevur mamma altíð verið heima, tá vit børn komu heim úr t. d. skúla.
Mamma hevur altíð dámt væl at bundi, og ein stórur dagur var tað, tá ið bindimaskinan kom í húsið. Nógvar eru troyggjurnar, hon hevur bundið til børnini og næstringar, og tað kom meir enn so fyri, at fólk komu og bóðu hana binda fyri seg, og hevur hon altíð verið klár at veita eina hjálpandi hond við hesum, eins og við mongum øðrum, t. d. at ansa børnum.
Mamma hevur altíð verið glað fyri náttúruna og føroysku merkisdagarnar. Nevnast kann t. d. at fastur táttur hjá okkum børnum saman við foreldrunum var at fara í hagan berjasunnudag at henta ber. Fast var eisini at fara biltúr út til Oyrar at hyggja at tjøldrum um Grækarismessu, og at fara á miðnáttarsamkomu á norðoyastevnu o. s. fr. Nógvir eru túrarnir, ið mamma hevur gjørt niðan á Kjøl og Ravnagil, og aðrastaðni við, og sum ung var hon eisini røsk at standa á skí. Uppi á Stapanum, ið stendur uttan fyri Fugloynna, og er eystasta punktið í Føroyum, hevur hon eisini verið.
Mamma hevur altíð skapt okkum børnum tryggar og góðar karmar, og var hetta m. a. gjørt við at syrgja fyri at fáa okkum í sunnudagsskúla og bíblitíma í Betesda, har hon sjálv altíð hevur dámt væl at komi, og hevur hon lært okkum rætta leið, við sjálv at vera fyrimynd.
Babba er føddur úti í Hattarvík, Uppi í Smiðju, yngstur av 4 systkjum, og sum einasti sonur. Hann er uppvaksin tætt upp at handilslívinum, við tað at hann er sonur keypsmannin Ole Gerdmanius Hansen (Ólavur hjá Gummu), sála, og Mariannu, f. Fuglø, sálu. Tey høvdu eisini postin í bygdini. Í barna- og ungdómsárunum úti í Hattarvík luttók babba í bygdalívinum, í tá var, við t. d. torvi og neytum, eins væl og í arbeiðinum við at hava handil og post. Dagliga lívið var tætt tengt at náttúruni, og hóast hann fór ungur av oynni, hevur hann altíð vitjað aftur javnan.
Sum 16 ára gamal fór hann sín fyrsta túr til skips við sluppini Esther, og eftir tað fór hann knapt 18 ára gamal til Klaksvíkar í smiðjulæru í Ídni. Harafturat gekk hann á maskinskúlanum í Klaksvík, og varð útlærdur sum maskinmeistari í 1963.
Eftir lokna lærutíð arbeiddi babba eina tíð á bedingini í Klaksvík, og var onkrar túrar til skips. Tó dámdi honum betri arbeiðið á landi, og fekk arbeiði á skipasmiðjuni á Grótrætt, hjá Jógvani, ið tá jú var vorðin verfaðir hansara. Her var hann m. a. við til at byggja Bjørg, Gadus, Mariann, Granit og aðrar bátar, og eru fleiri av teimum í flotanum enn og vinna til landið.
Í 1975 fór hann at arbeiða á Klaksvíkar Sjúkrahúsi sum maskinmaður. Tá var doktarabátur knýttur at sjúkrahúsinum, og røkti hann eisini arbeiðið sum maskinmaður umborð á “Medicus”. Í tí arbeiðinum var oftani at teir løgdu rættiliga nógv fyri, fyri at hjálpa og bjarga menniskjum.
Eftir 22 ár á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fer babba aftur at arbeiða í smiðju, og er hann framvegis virkin sum smiðjumaður. Hann er ein avbera dugnaligur og tolin smiður, og nógvir eru teir, ið hann hevur lært upp innan smiðjuyrkið.
Tað, ið babba m. a. hevur víst okkum børnum, er stórt tolsemi, arbeiðssemi, nærlagni og ábyrgdarkenslu.
Sum nevnt, so giftust mamma og babba í 1967, og búsettust norðuri á Stongunum í Klaksvík. Frá 1968 til 1982 fingu tey seks børn: Jógvan, Marianna, Anita, Ólavur, Jóhan og Gunnvá. Ommu og abbabørnini eru eisini seks í tali.
Sum børn og ung vóru vit hvørt summar úti í Hattarvík. Hetta var nakað, vit altíð sóu fram til, og fingu vit nógvar tímar at ganga í Kellingará, sum rennur beint við húsini, við at fiska síl og sigla bát og annað. Foreldrini løgdu okkum lag á, og vóru við í øllum.
Eisini á Fugloynni vóru nógvir túrar í náttúrini, inn í Krók, inn í Skarðsvík, niðan á Kross, niðan á Fýrin á Eystfelli o. s. fr. Hæddarpunktið á sumri var um ólavssøku, tá lundapisurnar komu oman eftir ánni, og vit gingu í myrkri og leitaðu eftir teimum. Tær, ið funnar vórðu, blivu tiknar heim, ringmerktar og sleptar avstað aftur í skýmingini.
Altíð hevur ligið væl fyri hjá babba at veitt fugl, serliga lunda, og túrarnir inn í Vík og við báti í Urðina Miklu eftir lunda hava verið mangir ígjøgnum árini og veiddu lundarnir enn fleiri. Eisini í hesum eru vit børn sloppin upp í part, og hevur hann lært frá sær við góðum toli í hesum sum við øllum.
Hjá mammu hava snórarnir altíð verið fullir, serliga úti í Hattarvík, tí karmarnir vóru nógvir av seks børnum, og ikki so lítið av mati mátti havast við og tilgerast til so mangar munnar. Fyrr var vanligt at tað mátti farast við “lítla báti,” av Másanum fyri at sleppa upp á land í Hattarvík, og onkuntíð hevði mamma vogn við nýføðingi í, á bekkinum, so her hevur skula góður hugur og gott mót til. Okkum er fortalt, at ein slíkan túr í 70’unum sótu so mætir menn sum Páll á Dul og Niels Pauli Danielsen við árarnar, so ikki kann sigast annað enn at ferðafólkini vóru í góðum hondum.
Tað sum altíð hevur eyðkent mammu og babba er teirra tol og kærleiki til okkara. Tey hava altíð tikið okkum fram um seg sjálvi, og lagt stóran dent á at vit skulu hava tað gott.
So nógv meiri kundi verið sagt, men vit vilja við hesum fáu orðum senda tykkum, mammu og babba, eina heilsan.
Góðu mamma og babba, hjartaliga til lukku við 40 ára brúdleypsdegnum, og takk fyri alt tit hava verið, og eru fyri okkum. Nógv góð ár framyvir og má Harrin signa tykkum ríkliga.
Vit vilja enda hesa kvøðu við orðum úr bíbliuni ið siga tað betri enn nakað. Tit og tykkara hjúnarlag eru livandi prógv uppá hesi orð. <I style="mso-bidi-font-style: normal"$?$end$!$Fyrra Korint. kap. 13, vers. 4 – 7: “Kærleikin er langmóðigur, er mildur; kærleikin ber ikki øvund, kærleikin reypar ikki, blásist ikki upp; hann ber seg ikki ósømiliga at, søkir ikki sítt egna, goymir ikki agg, tilroknar ikki hitt illa; hann gleðist ikki yvir órættvísi, men gleðist yvir sannleika; hann breiðir yvir alt, trýr øllum, vónar alt, tolir alt”.
Ynskja
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Børnini