Marin Kirstina í Mið­stovuni er afturfunnin

Inntil í dag hevur ættin ikki vitað, hvat ið hendi við Marin Kirstinu Johannesen, ættað úr Miðstovuni í Trøðum á Sandi. Men nú er hon funnin í kirkjugarðinum undir Svínaryggi

Tað eru nógvar bygdir umboðaðar í kirkjugarðinum undir Svínaryggi.
Tað er Sandur eisini, sum tað sæst á gravsteininum hjá Marin Kirstinu Johannesen, ættað úr Trøðum á Sandi. Tað er kortini ikki so nógv, vit vita um hana. Hon er fødd í 1843. Hon fór til Klaksvíkar, og í 1880 var hon arbeiðsgenta hjá systir síni, Marionnu, sum búði i Lávíkum. Í 1890 er hon aftur í Miðstovuni, men í 1901 tænti hon í Havn, og her er hon so deyð og jarðað.
Ólavur Clementsen hevði áhuga­verda frásøgn um Traðargarð og Miðstovuna í Kvørnini nr. 9/2006. Tá visti hann ikki, hvat var hent Marin Kirstinu.
Men tað vísir seg, at hon flutti til Havnar, har hon doyði í 1908. Tað er ein vakur gravsteinur er reistur yvir henni.

Miðstovan
Tað er tó nokk so nógv av ættarsøgu hjá Marin Kristinu, og keldan til megin­partin av hesi grein er Ólav­ur.
Upprunin til hesa søgu er Traðar­garður á Sandi, sum upprunaliga var 24 merkur. Fyrst fór garðurin í tveir partar. Í 1746 fór onnur helvtin í tveir partar og í 1832 fór hin helvt­in í tveir partar. Tann partin, sum tá gjørdist til Miðstovuna, fekk Hanus í Koytu, ið var 52 ár. Hann hevði arbeitt á garðinum í Trøðum alt sítt lív. Hann var tiltikin raskur og avhildin maður.
Eftir hann festi sonurin Jóannes Hanusarson (1813-57). Hann giftist við Fredrikku Jákupsdóttur (1809-79) undan Skarði.
Jóannes gjørdist ikki gamal maður. Hin 11. september 1857 var hann farin niðan á hamaran við tveimum gimbralombum, men eingin maður kom aftur. Hann varð funnin inni í Lágukeldum, og har er Hamarin so høgur og brattur, at eingin møguleiki var at koma livandi frá einum falli.

Tey bæði fingu seks børn
I. Elst var Anna Margretha f. 1840. Í 1870 var hon arbeiðsgenta í Klaksvík hjá Trinu Winther og Jógvan av Húsum í Havn. Tað er ikki meira vitað um hana.
II. Marin Kirstine varð fødd 10. desember 1842 á Sandi. Hon varð doypt átta dagar seinni í Sands kirkju. Hon doyði 1. apríl 1908 í Havn, og varð jarðað undir Svína­ryggi 3. apríl. Hon var ógift.
III. Elsuba Maria (1842-1922). Hon giftist við Kristiani Poulsen (1842-1921) í Soylu, har tey búsettust. Tey vóru barnleys, men fostraðu ein drong, Petur, upp.
IV. Hanus (1847-1946). Hann gjørd­ist gamal, úti við 100 ár. Hanus var 10 ára gamal, tá ið pápin datt oman, men hann festi ikki garðin fyrr enn í 1871. Hann giftist í 1879 við Karin Elisabeth Hentze 1858-1904) uttan frá Á, og tey fingu 9 børn.

Her gjørdist ein sera stór ætt. Her skulu summi teirra umrøðast nakað meira:
A.M. Fridrikka (1880-1946), giftist við Jóan Peturi Hentze (1881-1939) bónda undir Skarði. Tey áttu fimm børn.
Jóannes (1883-1970). Hann gift­ist í 1911 við Amaliu Joensen úr Jógv­ans­garði og festi garðin árið eftir.
Teirra børn vóru:
a.Hanus (1912-1994.) Hann festi Miðstovugarðin í 1938. Hanus var virkin sum bóndi og eisini í poli­tikki. Hann var formaður í komm­ununi í fleiri skeið. Eisini var hann limur í jarðarráðnum, og hann var við til at stovna Mjólkarvirki Bún­aðarmanna.
b.Jógvan (1914-2002). Hann var timburmeistari.
c.Magnus f. 1916. Tá ið bilkoyr­ing­in hjá bróðrinum Kristiani vaks, keypti hann ein bil afturat, og Magnus fór so eisini at koyra bil.
d.Kristian (1917-2009). Giftur við Emkaa (Minni) Jensen, sum eisini var av Sandi. Hann keypti sær bil í 1937 og fór undir rutukoyring og annars flutning fyri fólk.
e.Tóra (1919-1953). Giftist til Kví­víkar men doyði í barsneyð.
f.Ásmund (1923-40). Hann doyði av vanlukku.
g.Turid f. 1925. Hon giftist við Sigurdi Danielsen úr Húsavík. Sum ungur koyrdi hann postbilin í Sandoynni, men tá ið hann giftist til Sands, fór hann at koyra bil hjá svágrunum. Tá ið vegirnir millum bygdirnar gjørdust landsvegir í 1964, fór Sigurd at arbeiða hjá Lands­verkfrøðinginum í Sand­oynni. Seinni varð hann settur sum leið­ari hjá hesum stovni í oynni.
Ein sonur Hanus var Mass Winth­er (1885-1965). Hann giftist í 1914 við Katrinu Olsen úr Geilini í Skúv­oy. Tey fingu níggju børn.
Elsti sonurin var Hans Jacob f. 1914. Hann var kendur sum skipari úti í heimi, og hann var sera virkin í Frelsunarherinum. Hann sigldi undir øllum krígnum.
Teirra yngsta barn var Gunnvá f. 1932. Hon giftist við Trúgva Hansen (1930-1967) í Skopun. Hann var ein av teimum fýra monnunum, sum gekk burtur við gummibátinum av Nólsoyar Pálli í 1967. Hesa hending greiddi Johan Hansen, táverandi stjóri á sjómansheiminum í Havn, frá í eini Miðviku herfyri.
Ein dóttir Hanus var Margretha f. 1888. Hon giftist í Fuglafirði við Jákup Olsen Gaard, róptur Sáru Jákup. Mamma hansara kallaðist vist Sára.
Tey fingu børnini Jákup Oluf f. 1919, Karin f. 1920, Kartin f. 1921, Magnhild f. 1923, Karla f. 1925 og Hjalmar f. 1933.
Hjá mær sjálvum er tað stuttligt, at “hitta” Hjalmar aftur á henda hátt. Vit vóru nevniliga saman til skips fyri meira enn 40 árum síðani við “Báruni”, sum var ein slupp í Gøtu. Hjalmar var kokkur og minnist eg hann sum ein góðan kokk og stak dámligan mann at vera saman við. Lesur hann hetta, skal hann fáa eina heilsan.
V. Marianna f. 1851. Giftist við Eliesar Olsen f. 1848. Hann var eisini av Sandi.
Eliesar fór ungur út at sigla “uppá langfart”, kom so aftur og giftist við Marionnu Johannesen úr Miðstovuni. Eliesar fekk starv við handilin úti í Klaksvík hjá Jørgen Bech & Sønner, og har arbeiddi hann sum seglmakari. Hann mundi vera fyrsti seglmakarin í Klaksvík. Marianna og hann búsettust í Lávíkum í húsum, sum handilin átti, og seinni keypti Eliesar húsini og fekk eina hálva trøð har. Tey fingu fimm børn. Tað elsta føtt á Sandi, hini í Klaksvík.
VI. Magnus (1855-1926). Hann giftist ikki og var húskallur í Mið­stovuni alt sítt virkna lív, ein álitismaður.
--------
Komandi partur
Í komandi parti um tríggjar vikur verður greitt frá einum serliga søguligum gravsteini. Hann er hjá Johanne Sofie Caroline Christine, mammu Niels R. Finsen, kenda læknan, sum var fyrsti Nobelprísvinnari í danska ríkinum.