Margit Olsen 70 ár

Tað eru nógv dugnalig lærarafóplk í Føroyum. Eitt av hesum er Margit Olsen, sum ikki hevur gjørt nógv hóvasták, men stillisliga hevur gjørt eitt vælaverk.

Tað eru nógv dugnalig lærarafóplk í Føroyum. Eitt av hesum er Margit Olsen, sum ikki hevur gjørt nógv hóvasták, men stillisliga hevur gjørt eitt vælaverk.

Margit! Eg vil fyrst ynskja tær hjartaliga tillukku við tí runda degnum. Síðani vil eg takka tær fyri, at tú tók so væl ímóti mær, tá eg kom í starvslæru, tá skúlin á VBV á Skansavegnum varð settur á stovn, og takka tær, Ditlev og Hjørmund fyri alt, tit lærdu meg, tí hetta var ein heilt nýggj verð fyri meg. Margit, tú hevur verið sera nærløgd, og úrslitið er eisini hareftir.

Eg vil takka tær fyri tað sera góða samstarv, vit høvdu. Tað er ikki fáar ferðir, vit fóru inn til hvørja aðra: »Hevur tú tíð eina løtu?« og var hetta oftast í samband við framgongd av onkrum slag - t. d. tá tú hevði fingið næmingin (oftast deyvur) at siga eitt orð ella eina setning rætt, tí tú skuldi leggja ljóð á rætta plássið í munninum, tí einki ljóð kom ígjøgnum oyrað.

Ikki so løgið, at eitt tað fyrsta orð, vit lærdu deyv, var orðið MAMMA. Tá so hetta orðið fyrstu ferð kom frá tí deyva barninum, vóru vit glaðar o. s. fr. Eini onnur sera góð evni hjá tær vóru, at tú dugdi so ómetaliga væl at siga frá søgum. Tú las ikki úr bók, men segði so livandi frá við hondum, mimikki og orðum, so børnini sótu so pinnastill og lýddu á - børn, sum bæði vóru aktiv og hyperaktiv.

Margit! Tað er so nógv áhugavert, eg kundi tikið fram, men eg vil enda við at ynskja tær hjartaliga tillukku og takka tær, Ditlev og døtrum tykkara fyri eitt framúr gott samstarv í mong ár.

Eg ynski tykkum góða heilsu og alt gott framyvir.


Vinarlig heilsan

Hanna