sum hava havt góða inntøku av at sigla við teimum skipum, sum hann hevur ført og átt. Tað var, ímeðan tey bæði vóru í Havn síðst í 1950´unum, at tey komu at kennast og fóru at ganga saman. Í 1960 giftust [...] hjá Hildigunn. Nógv arbeiði var at gera har, so sum at hoyggja, røkta neyt, húsligt arbeiði o.s. fr., og her lá parturin hjá Hildigunn ikki eftir. Seinni fór hon burtur at arbeiða. Hon var m.a. í húsplássi [...] hann lærdi har umborð av sjómansskapi og um trolarafiskiskap, kom at verða ein ómetaliga góð barlast fyri tað lívsstarv, sum hann kom at hava, bæði sum skipari og reiðari. Síðst í 1950´unum fór Mortan á
fingið ræðisrættin aftur? Eru vit tvingað at taka lán kann væl hugsast at ræðisrætturin fer av hondum. Men ikki annars. Nú er væl høvuðstrupulleikin, at menn fara inn á eitt búskaparliga fakliga teknist [...] Fremmandur peningur er t. d. eitt bankalán. Trupulleikin hjá nøkrum undir orðaskiftinum tyktist at vera, at fremmandur peningur ikki er av tí besta: vit missa ræðisrættin. Eingi krøv eru til forrentning [...] moralskum ella politiskum kriterium. Altso at útlendingar, hvør tað so er, ikki skulu eiga meira enn ein ávísan part. Nú kundi eg eisini hugsa mær at spurt: hvat er ein føroyingur í hesum sambandi
sum hann fór at lurta eftir. Meinhard fer í næstum til Onglands at lesa, og ætlar tá, at hava fløguna við The Story Ends við, so hann kundi vísa fólki í Onglandi tónleikin. - Tað er kanska ein møguleiki [...] fótbólt at gera, og nei, tað var ikki Ísak Mikladal, ið hevði skipað fyri konsertini. Konsertin var hildin fyri soninum Meinhardi Mikladal. Meinhard luttók sum nógv onnur á Asfalt í kappingini um at vinna [...] var sostatt við til at gera upplivingina serliga fyri Meinhard, familjuna og vinfólki, men sanniliga eisini fyri bólkin. Filip sangari í The Story Ends tyktist sum restin av bólkinum at hugna sær. - Hetta
eingin loyna, at Hamas, Hizbolla fáa stuðul úr Sýria og Iran, sum eru opinberliogir fíggindar Ísraels og als ikki góðtaka, at hetta land er til sum statur. Tað er tí skiljandi, at Ísrael roynir at verja seg [...] trupulleika og vinirnir fara av álvara at ivast. Tað er torført at skilja, hvat ið veruliga bagir og hví farið er so langt út um alt sømiligt mark. Nógv bendir á, at Olmertstjórnin í roynd og veru ikki er [...] so hevur svara aftur við bumbuálopum á støðirnar hjá yvirgangsfelagsskapinum. Eitt er at verja seg eitt annað er at leypa framav. Tann framferðarháttur, sum Ísrael nýtir í stríðnum við Hizbolla er farin
fegnast um, at tað hevur eydnast limunum í Havnar Jazzfelag at fáa ein spennandi og áhugaverdan jazz-festival á føtur aftur í ár. Alla vikuna til sunnukvøldið hava tónleikaáhuga ein gyltan møguleika at hoyra [...] og Búi Dam Quintett. Meira fólksligt Fyrireikararnir av Havnar Jazzfestivali siga, at teir í ár hava lagt seg eftir at fáa tónleikin so langt út til áhoyrarnar sum gjørligt, sum teir málbera seg. Konsertirnar [...] , á smærri spælistøðum í Havn og í gongugøtunum longur Fyrireikararnir siga, at tað er ein stórur munur hjá tónleikarum at spæla í eitt nú Norðurlandahúsinum og á Café Natúr. -Spælir tú eina konsert er
landsins fyri tey komandi fýra árini. Um so er, at fráfarna samgongan megnar at varðveita meirilutan í tingmannatali og fer at samstarva aftur, eru góð útlit fyri, at politiska gongdin við yvirtøkum og meira [...] føroyskari ferðavinnu, eins og marknaðarføring av føroyskum fyritøkum uttanlands. Tað er einki at ivast í, at møguligir útlendskir samstarvsfelagir eru meira áhugaðir í feløgum umboðandi ein sjálvstøðugan [...] meira sjálvræði, ið byrjaði fyri nøkrum árum síðani, allar møguleikar hevur fyri at halda fram. Sum úrslit av hesum, kunnu Føroyar um eitt áramál loysa seg úr danska ríkisfelagskapinum, og eitt sjálvstøðugt
Hans Edvard sigur, at vanliga er lítil fiskur at fáa um hesar leiðir hesa tíðina av árinum, og tí vóru teir ikki so vónsviknir av túrinum kortini. Hýsuna, teir fingu, tímdu teir ikki at avreiða, tí so lítið [...] dámar ógvuliga væl at fara á flot, tá ið ein løta er, og tíðin loyvir tí. Spurdur, hvussu fiskurin er fyri, heldur hann, at toskurin í løtuni ikki er verri fyri enn hýsan. - Eg haldi, at toskurin er á leið [...] heim við. - Vit plaga at fáa einar 10 krónur í miðal fyri kilo av toski, og tað er hampiligur prísur. Hinvegin kann hýsuprísurin fara heilt niður í lítið og lætt. Hans Edvard sigur, at teimum báðum dámar
fer helst eisini at økjast, heldur hann. Ikki soleiðs at skilja, at tað verða so nógv fleiri vørusløg at velja í, men tað verður pláss fyri meira av tí, sum er. ?Treyðugt so kann henda, at okkurt nýtt kemur [...] Miðvági, FK Vágar, er ikki til at kenna aftur eftir um- og útbygging, sum hevur staðið við í nakrar mánar. Álvur Samuelsen, sum er leiðari í deildini í Vágum, sigur, at gólvvíddin er økt frá 325 til 500 [...] an. Tá gekk streymurin hinveg. Allir vørubólkar eru fluttir, so tað kann fara at standa á hjá summum vanabundum kundum at finna ta fyrstu tíðina. Tó verða køli- og frystivørurnar helst á sama stað, hóast
sum ítróttarháskúla at menna allan ítróttin. Hvat siga ítróttarskrivarar og ítróttarfólk til slíka ætlan ið farast kann undir beinanvegin, vinnir ætlanin stóra undirtøku, kemur hendan at gagna øll ítróttarfeløg [...] til nýggja Stadion ella frælsan ítrótt, ið gevur øllum møguleikan at spáka, ella renna, runt um grasvøllin. Tá høvdu øll sloppið undan at spáka og renna úti í nógvu ferðsluni, ígjøgnum havnargøtur og vera [...] norðurlendskum og europeiskum høpi, kundu bæði heima og uttanlands skapt áhugan, at taka lut í slíkum kappingum. Eg kundi hugsa mær at gomlu ÍSF húsini vestan fyri svimjihøllina blivu flutt eysturum ítróttarhøllina
vegir verða gjørdir, eiga tunlar at verða ein sjálvfylgja. Gøtur eiga at verða gjørdar, ið binda býlingar saman, men so breiðar at barnavognur og súkkla kann møtast, og ikki at gloyma væl upplýstar gøtur. [...] so tey eisini um dagin hava eitt stað at fara, og ikki skulu verða noydd at sita í busskýlum og aðrastaðni. Fáa vit umboð valt á lista D til býráðið, fara vit at arbeiða við lív og sál fyri framburði í [...] um Havnina; her er eisini besta stað á jørð, men tað er ongastaðni so gott, at tað ikki kundi verið betri, øll vita sum er, at sjálvt í Suðurstreymoy er avgjørdur tørvur á fleiri økjum. Stórur tørvur er