Meinhard fekk The Story Ends heim í havan

Tað var Meinhard Mikladal, ið vann kappingina á Asfalt um at fáa bólkin The Story Ends heim til hús við sær. Planet.fo var við, tá konsertin varð hildin.


Meðan restin av Klaksvíkini var fult upptikin av Sjómannadegnum hetta góðveðurskvøldi í august var ein litil fjøld av fólki og ein rokkbólkur savnaði í havanum uttanfyri húsini hjá Ísaki Mikladal.
Bólkurin var The Story Ends, og nei her var ikki talan um nakað, ið hevur við fótbólt at gera, og nei, tað var ikki Ísak Mikladal, ið hevði skipað fyri konsertini.
Konsertin var hildin fyri soninum Meinhardi Mikladal. Meinhard luttók sum nógv onnur á Asfalt í kappingini um at vinna eina konsert við The Story Ends heima hjá sær sjálvum. Men í mun til øll hini, so vann Meinhard kappingina, ið KontoIN skipaði fyri.
Tað var ein vælnøgdur  Meinhard, sum Planet.fo fekk orð á úti í havanum hetta kvøldið.
- Hetta riggaði ordiliga væl, øll familjan var við og vinfólk, segði ein smílandi Meinhard. Hann hevði stúrt eitt sindur fyri veðrinum, og hevði hálvgum vænta regn, men veðrið skikkaði sær óføra væl, og var sostatt við til at gera upplivingina serliga fyri Meinhard, familjuna og vinfólki, men sanniliga eisini fyri bólkin.
Filip sangari í The Story Ends tyktist sum restin av bólkinum at hugna sær.
- Hetta var ræðuliga stuttligt, vit hava ongantíð prøva sovorðið her fyrr. Hetta er kanska meira kent uttanlands, men tað er ræðuliga stuttligt. Eitt sindur øðrvísi...ja, tað er heilt øðrvísi faktiskt, segði fryntligi oddamaðurin í bólkinum.
Filip helt tað vera líka stuttligt at spæla fyri nøkrum fáum fólkum í einum hava, sum tað er at spæla á eini stórari konsert.
- Tað er líkamikið hvussu nógv fólk eru! Nú eru tey bara eitt sindur færri og standa tættari uppá, so man sær betur hvør tey eru, so er man eitt sindur meira smæðin, men tað er øgiliga stuttligt, segði Filip.
Meinhard greiddi frá, at hann ikki hevði trúð, at kappingin var seriøs, fyrstu ferð hann hoyrdi um hana. Men so troppaðu fólk upp, og tað var ordiliga skeg
- Hetta følist ótrúligt, segði hann. Honum dámar eisini væl slagið av tónleiki, ið The Story Ends spælir, og tað gera vinfólkini hjá honum eisini. Tí var hann væl nøgdur við, at tað var júst hesin bólkur, ið skuldi spæla.
- Mær dámar nøkur løg hjá teimum ordiliga væl, segði hann. Hann hevði júst fingið fløguna hjá bólkinum, og væntaði, at hetta var nakað, sum hann fór at lurta eftir.
Meinhard fer í næstum til Onglands at lesa, og ætlar tá, at hava fløguna við The Story Ends við, so hann kundi vísa fólki í Onglandi tónleikin.
- Tað er kanska ein møguleiki hjá teimum eisini, segði Meinhard.
Løtan í garðinum var sera hugnalig, á einum borið var dekka upp við onkrum drekkandi, og vinfólk og familja tyktust at hugna sær.