Vandamikil støða

Oddagrein: Tað er í dag at kalla einki land, sum setir spurnartekin við rætt Ísraels til at verja seg móti álopum frá teimum, sum eru í móti sjálvum statinum Ísrael.

Meðan friðaravtalur eru gjørdar millum Ísrael og eitt nú Egyptaland og Jordan, so er enn eingin avtala gjørd millum Ísrael og Sýria. Sostatt er kalligt millum hesi bæði lond. Tað er eingin loyna, at Hamas, Hizbolla fáa stuðul úr Sýria og Iran, sum eru opinberliogir fíggindar Ísraels og als ikki góðtaka, at hetta land er til sum statur. Tað er tí skiljandi, at Ísrael roynir at verja seg móti dagligum álopum frá Hizbolla og Hamas. Hamas situr við stjórnarvaldinum í sjálvstýrnadi palestinsku økjunum, meðan Hizbolla er ein yvirgangsfelagskapur, ið heldur til í sunnara Libanon. Eing ivast í, at Hizbolla far stuðul út Sýria og Iran. Serstakliga Hizbolla hevur sum kunnugt gjørt ónáðir í norðara parti av Ísrael, sum so hevur svara aftur við bumbuálopum á støðirnar hjá yvirgangsfelagsskapinum.

Eitt er at verja seg eitt annað er at leypa framav. Tann framferðarháttur, sum Ísrael nýtir í stríðnum við Hizbolla er farin út um alt sømiligt mark. Bumbuálopini eru heilt úti av proportiónum, tí tey raka sivilfólkið so ómetaliga hart. Stórur partur av teimum, ið doyggja av bumbuálopunum hjá ísrelsku hermegini eru børn. Seinasta dømi var í fyrradagin, tá 37 børn lótu lív í lítlari bygd har suðuri í Libanon. Uttan mun til hvørjar grundir Ísrael hevur fyri at fremja hesi álop, so kunnu álopini ikki verjast. Hesi álop eru í roynd og veru krígsbrot. Krígsbrot kunnu ikki góðtakast og als ikki, tá ið tey verða framd av einum fólkaræði. Hetta, at Hizbolla eisini fremur krígsbrotsverk er eingin umbering fyri at gera tað sama. Eitt fólkaræði kann ikki verja seg við ólóligum vápnum.

Ísrael er komi í eina ómetaliga trupla støðu. Landið hevur fingið ein stóran etiskan trupulleika og vinirnir fara av álvara at ivast. Tað er torført at skilja, hvat ið veruliga bagir og hví farið er so langt út um alt sømiligt mark. Nógv bendir á, at Olmertstjórnin í roynd og veru ikki er so sterk, sum hon letist vera. Tískil hevur hermegin fingið alt ov leysar teymar. Kreppan í Miðeystri kann bert verða loyst við politiskum miðlum  ikki við hermegi, hóast henda hermegi er ein hin sterkasta í heiminum. Besta prógvið er, at rakettálopini frá Hizbolla einki eru minkaði, heldur standa tey við og verrsna. Tað er bert ein politisk loysn, sum kann skapa frið. Lykilin til hesa loysn hevur USA, og so leingi USA ikki vil eina politiska loysn heldur kríggið fram, hóast t.d. ST aðalskrivarin, alt ES og tey sterkastu arabisku londini vilja medvirka til politiska loysnir. Sorgarleikurin í Miðeystri heldur fram og eitt av teimum fáu demokratisku londunum í Miðeystri, Libanon liggur í andaleypi. Hetta er ein sera vandamikil støði, ið kann enda við einum stórkríggi í Miðeystri.