Keypsamatøkan endavend

Handilin hjá Føroya Keypsamtøku í Vágum er endavendur. Soleiðis bókstaviliga. Stór útbygging er farin fram, og inrættingin er broytt fullkomiliga

Handilin hjá Føroya Keypsamstøku í Miðvági, FK Vágar, er ikki til at kenna aftur eftir um- og útbygging, sum hevur staðið við í nakrar mánar.
Álvur Samuelsen, sum er leiðari í deildini í Vágum, sigur, at gólvvíddin er økt frá 325 til 500 fermetrar ella við umleið eini helvt. Og innrættingin er fullkomuliga broytt.
handverkarar í Vágum hava gjørt arbeiðið, nú ein stór lon er bygd uppí verandi handil suðureftir. Síðan er gamli útvegguirn tikin niður, og alt er voðrið til eitt rúm.

Alt endavent
Spildurnýggj frukt- og grønmetisdeild er gjørd beint innan fyri inngongdina, og haðani verður kundin leiddur kirng handilin við gongd móti sólini. Tað er øvugt av tí, sum verið hevur frammanundan. Tá gekk streymurin hinveg.
Allir vørubólkar eru fluttir, so tað kann fara at standa á hjá summum vanabundum kundum at finna ta fyrstu tíðina. Tó verða køli- og frystivørurnar helst á sama stað, hóast diskarnir verða vendir 90 stig í mun til tað, teir hava staðið. Kassarnir eru vendir, og ein kiosk við Lottokassa og øðrum smátingum verður gjørd beint innan fyri úthurðina, sigur Álvur Samuelsen.
Úrvalið fer helst eisini at økjast, heldur hann. Ikki soleiðs at skilja, at tað verða so nógv fleiri vørusløg at velja í, men tað verður pláss fyri meira av tí, sum er.
?Treyðugt so kann henda, at okkurt nýtt kemur afturat. Slíkt, sum er at finna í øðrum handlum hjá Keypsamtøkuni, men sum tað ikki rættiliga hevur verið pláss fyri í Vágum fyrr, sigur hann.
Sum í øllum øðrum handlum hjá Keypsamtøkuni ber eisini til at bíleggja vørur, sum eru at síggja í limablaðnum hjá FDB, Samvirke, ella á internetinum á heimasíðuni www.coop.dk.
?Verður slík vøra umbiðin her, syrgja vit fyri at fáa hana heim, og kundin fær hana so fyri tann prís, sum nevndur er í lýsingini. Tó verður flutningskostnaður lagdur afturat, sigur Álvur Samuelsen.

Fremmandafólk
Útbyggingin er tiltrongd, sigur Álvur Samuelsen, tí tað hevur í longri tíð verið alt ov trongt í handlinum í Miðvági.
Serliga síðan Vágatunnilin lat upp, er kundatalið økt munandi, sigur hann, og talan er í stóran mun um fólk, sum eru komin »av oynni«, sum tey siga í Vágum.
Hetta eru serliga fólk við ørindum á flogvøllinum, sum steðga á í Miðvági og gera síni handilsørindi, áðrenn farið verður víðari.
Útbyggingin byrjaði seinasta heyst og verður væntandi endaliga liðug um einar fjúrtan dagar ella so, tá allir køli- og frystidiskarnir eru komnir upp á pláss, sigur leiðarin í Føroya Keypsamtøku í Vágum. Hetta seinasta vikuskiftið hevur starvsfólkið arbeitt mestsum út í eitt við flyting av innbúgvi og vørum, so tað skuldi órógva kundarnar sum minst, tá latið varð upp aftur mánamorgunin.
Hendan útbyggingin fer við innbúgvi at kosta umleið eina millión krónur.