Dmytro Jakovenko
Bodø (Noregi)
????????????????
Á Løgtingsvalinum tann 20. januar skulu føroyingar avgera framtíð landsins fyri tey komandi fýra árini. Um so er, at fráfarna samgongan megnar at varðveita meirilutan í tingmannatali og fer at samstarva aftur, eru góð útlit fyri, at politiska gongdin við yvirtøkum og meira sjálvræði, ið byrjaði fyri nøkrum árum síðani, allar møguleikar hevur fyri at halda fram. Sum úrslit av hesum, kunnu Føroyar um eitt áramál loysa seg úr danska ríkisfelagskapinum, og eitt sjálvstøðugt føroyskt ríki verður sett á stovn. Men hvørjar fyrimunir hevur búskapur í einum møguligum sjálvstøðugum Føroyum, sammett við støðuna, sum hon er?
Í dag ber tað ikki til at ímynda sær eitt vælferðarsamfelag, ið ongan lut tekur í búskaparligu globaliseringini í heiminum og økjandi samstarvi landanna millum ? á jøvnum føti, uttan mun til, hvussu størt ella lítið landið er ? í stødd ella í fólkatali. Orsakað av hesum, hava allir sokallaðir "pinkustatir" rætt til at vera uppi í øllum millumtjóða samráðingum púra sjálvstøðugt, og sleppa tískil undan politiskari ella aðrari ávirkan ella trýsti frá einum "móðurstati". Varðveita Føroyar sína kós ímóti fullum sjálvstýri, fáa tær, sum ein nýggjur sjálvstøðugur pinkustatur, møguleikar fyri at gagnnýta hesar fyrimunir. Hetta fær eina jaliga ávirkan á búskapargongdina. Meira altjóðagerð av føroyskum uttanlandsbúskaparpolitikki og føroyskum fyritøkum og skattalætti hjálpir føroyingum at loysa fleiri fíggjaligar trupulleikar, so sum lága støðið av kapitalakkumulering í landinum í dag.
Ein annar trupulleiki, sum føroyskar fyritøkur hava á altjóða marknaðinum, er manglandi upplýsing fyri møguligum útlendskum samstarvsfeløgum í føroyska vinnulívin-um og Føroyum sum heild. Orsakað av ríkisrættarligu støðuni eru Føroyar als ikki kendar úti í heiminum, í mun til aðrar pinkutjóðir í Evropa (Ísland, Monako, Liktinstein, Andorra, San Marino). Hetta trotið á upplýsing ávirkar menning av føroyskari ferðavinnu, eins og marknaðarføring av føroyskum fyritøkum uttanlands. Tað er einki at ivast í, at møguligir útlendskir samstarvsfelagir eru meira áhugaðir í feløgum umboðandi ein sjálvstøðugan stat, heldur enn lítið sjónligan sjálvstýrandi part av einum øðrum ríki. Tað vísir seg eisini, at øll evropeisku fullveldisríkini við fólkatali minni enn 500.000 fólk (tey omanfyri nevndu umframt Luksemborg og Malta) umboða fyrimyndaliga virkandi vælferðarsamfeløg við nógvum møguleikum fyri sínar borgarar. Og hesar tjóðirnar, burtursæð frá Íslandi, hava onga fiskivinnu, sum bein at standa á. Bankavirksemi og ferðavinna eru í sínum fagrasta blóma í teimum londunum.
Sum útlendskur búskaparfrøðingur, ið gjølla hevur fylgt gongdini í Føroyum tey seinastu árini, kann undirritaði síggja nógvar fyrimunir við sjálvstøðugum føroyskum búskapi. Men sjálvberandi búskapur er treytaður av, at hóvlig fullveldisgongd við yvirtøkum heldur fram, við fullveldistøkuni innan eitt ávíst áramál.
* Dmytro Jakovenko er útbúgvin "Bachelor of Science in International Economic Relations" frá Lærda Háskúlanum í Kænugarði (Ukraina). Í løtuni er hann undir víðari útbúgving til "Master of Science in International Business Administration" á Lærda Háskúlanum í Bodø (Noregi)










