Tórsvøllur, Hoydalar og Hotel Føroyar?

Hans Birgir Hansen

Eg havi áður skrivað um Tórsvallarmálið og kundi gott hugsað mær økið antin uppi í Hoydølum, grasfløtan bleiv gjørd til nýggjan Tórsvøll ella økið norðanfyri Hotel Føroyar.
Tí so kundu vit tikið og flutt Tórsvøll úr Gundadali niðan í Hoydalar ella niðan til Hotel Føroyar. Kundi ein slík ætlan vunnið stóra undirtøku, kunna vit fyrireika flyting.
Eg kundi hugsað mær at landsdystirnir verða spældir inni á Svangaskarði meðan flytingin fer fram av Tórsvølli, antin niðan í Hoydalar ella niðan til Hotel Føroyar.
Og tá nýggjur studentaskúli verður bygdur úti við Marknagilsvegin tá kundi vit skipa Studentaskúlan í Hoydølum sum ítróttarháskúla at menna allan ítróttin.
Hvat siga ítróttarskrivarar og ítróttarfólk til slíka ætlan ið farast kann undir beinanvegin, vinnir ætlanin stóra undirtøku, kemur hendan at gagna øll ítróttarfeløg uppi í Gundadali.
Harafturat kunna allir borgarar í Tórshavnar kommunu, fáa atgongd til nýggja Stadion ella frælsan ítrótt, ið gevur øllum møguleikan at spáka, ella renna, runt um grasvøllin.
Tá høvdu øll sloppið undan at spáka og renna úti í nógvu ferðsluni, ígjøgnum havnargøtur og vera luftdálkaði og fáa skaðiligu evnini anda niður í seg, ið setur gongd á sjúkurnar.
Skipa kappingar í frælsum ítrótti í føroyskum og í norðurlendskum og europeiskum høpi, kundu bæði heima og uttanlands skapt áhugan, at taka lut í slíkum kappingum.
Eg kundi hugsa mær at gomlu ÍSF húsini vestan fyri svimjihøllina blivu flutt eysturum ítróttarhøllina uppi á Nabb t.v.s. beint yvir av Berg Motor við parkeringsøkið.
Tað hevði verið uppá tíðina at fingið eitt kjak um slíka ætlan í eg her havi umrøtt, og avtøku av Tórsvallargrunni og nevnd, ongantíð ovskjótt og fáa stadion til frælsan ítrótt.
Grundøkið vestanfyri svimjihøllina, kundi verið grivið so mikið niður at Fótbólt Samband Føroyar kundi havt eina hædd undir jørð,o g grundøkið kann víðkast norður eftir ídag.
Tá hetta arbeiðið var liðugt kundu vit fingið flutt FSF húsini av Tórsvølli niðan á hetta grundøkið, hvat sigur ÍSF til eina slíka ætlan, lat okkum fáa eitt kjak um hesa ætlan.
Tá kundu vit fingið Gundadal at blomsta sum ongantíð áður, og njóta eina Stadion til Frælsan Ítrótt, ið kann spara øllum borgarum í Tórshavnar kommunu heilsuútreiðslur.
Eg haldi ikki at fótbólturin einsamallur skal dominera her uppi í Gundadali, har øll hava tørv á grundvenjing, við atliti til øll ítróttarfeløg, ið halda til uppi í Gundadali.
Hetta kann eg venda aftur til, við hvøssum atfinningum at tykkum ið eru um Tórsvøllin og Fótbólt Samband Føroyar ið umboðar øll fótbóltsfeløgini í landinum í dag.
Tað er ikki rættvíst, at Tórsvøllurin skal vera stjórnaður av gomlum HV-arum, Poul Michelsen og Jógvan Páll Lassen ið eg áður fanst harðliga at í Tórsvallarmálinum.