Gordon Ejdesgaard
Principielt er sakin henda: Eitt hvørt virki skal hava fígging til sítt virksemi. Uttan fígging er jú ikki talan um nakað virksemi. Fígging er ressourcir sum skulu til at virki yvirhøvur er í gongd. Talan kan vera um eginfígging ella fremmanda fígging. Ella um ein vil: eginpeningur ella fremmanda peningur.
Eginpeningur er partapeningur + flutt yvirskot. Fremmandur peningur er t. d. eitt bankalán.
Trupulleikin hjá nøkrum undir orðaskiftinum tyktist at vera, at fremmandur peningur ikki er av tí besta: vit missa ræðisrættin.
Eingi krøv eru til forrentning av partapeningi/eginpeningi. Men til forrentning av fremmandum peningi/ lánum: nevniliga tað sum sambart lánsskjølunum er avtalað. Harafturímóti hevur partapeningurin fullan ræðisrætt, væl at merkja um ein kann gjalda tað ein skal sambært lánsskjølunum. Lánsveitarin hevur ongan ræðisrætt. Leiðslan í Føroya Banka avgerð jú ikki hvat fólk skulu eta til døgurða.
Samanber við kreppuna í ’92. Hvør ráddi fyri borgum áðrenn skrædlið? Hvør fíggjaði? Hvør misti ræðisrættin? Hvør hevur fingið ræðisrættin aftur?
Eru vit tvingað at taka lán kann væl hugsast at ræðisrætturin fer av hondum. Men ikki annars.
Nú er væl høvuðstrupulleikin, at menn fara inn á eitt búskaparliga fakliga teknist (trupult) øki. Og vilja seta avmarkingar út frá moralskum ella politiskum kriterium. Altso at útlendingar, hvør tað so er, ikki skulu eiga meira enn ein ávísan part.
Nú kundi eg eisini hugsa mær at spurt: hvat er ein føroyingur í hesum sambandi? Fastbúgvandi sambært fólkayvirlitið? Hvat við dønum, skulu teir teljast við? Hvat við grønlendingum? Skulu teir teljast við? Teir eru jú ikki útlendingar.
Er Danmarks Skibskreditkreditfond ”útlendskur” peningur? Soleiðis kundi eg hildið fram.
Hvat merkir so ræðisrættur. Hann kann jú avtalast og broytast dag frá degi. Og hetta síggja vit hvønn dag innan virkini. Partabrøvini verða seld á partabrævamarknaðinum hvønn dag.
Tingmenn vassa langt út við at brúka hugtøk, sum ikki kunnu operationaliserast ella mátast. Og uttan at hava definitiónir.
Óansæð hvat, so kann og skal vinnulívið ikki stýrast og kontrollerast av Tinginum. Og hvat nú við teimum 4 frælsunum? M. a. fríur kapitalflutningur millum lond.
So orðið ræðisrættur er aldeilis ónýtiligt, tí tað kann ikki brúkast inna búskap ella jura av tingmanningini. Men av virkjunum hvønn dag.
At útlendingar geva vinnuni lán er sjálvandi í lagi. Tað gevur als onga meining at føroyskir peningastovnar skulu fíggja allan flotan. Tað royndi Sjóvinnubankin fyrst í 50’unum. Úrslitið er vælkent.
Og at enda: segði nakar nýggjur planbúskapur.