nú við gleði tann heiðurin víðari til Jann. Fyri meg fer tó einki at vera størri enn heiðurin at umboða øll tykkum. At eg kann siga, at eg við stoltleika havi umboðað felagsskapin B36 og øll tykkum, sum [...] Eftir dystin í gjár boðaði liðskipari okkara Andrias Eriksen við sorgblídni spælarahópinum frá, at hann gevst at spæla fótbólt. Orsøkin er afturvendandi skaðar. 30 ára gamli miðverjin hevur verið ein brennandi [...] fyrrverandi leikarar í felagnum, so er tíðin komin, at eg takki fyri meg. Seinastu árini hava skaðarnir verið drúgvir, og hóast eg havi gjørt alt fyri at koma fyri meg aftur, so hevur tað ikki eydnast í tann
vísti á, at í heyst fáa foreldur størri frælsi at býta barsilstíðina, og foreldur, sum fáa ov tíðliga fødd børn, tvíburar ella fleirburar fáa longri barnsburðarfarloyvi. Ætlanin er eisini at tryggja [...] roynd og veru ein skipan, sum alt Løgtingið eigur at skammast av. Tí her hava øll tingfólk víst, hvussu lítla virðing tey hava fyri skipanini, sum fór at virka 1. juni í 2001 – og sum tá var so nógv betri [...] betri, enn hon er í dag. Kanska tað er tí, at tað fyri tað mesta eru kvinnur, sum fáa pengar úr Barsilsskipaini, at hon hevur verið so lágt raðfest millum tingmenn og tingkvinnur, og millum landsst
partur av ólavsøkuni – eitt tiltak sum snýr seg um at fagna ymiskleikanum og vísa, at tað er í lagi at vera samkyndur, tvørkyndur og so framvegis, og at enn mangla LGBT+ persónar rættindi og virðing. Sum [...] uppvøkstur sum queer-persónur í Føroyum. – At veksa upp í hesum landinum oyðilegði meg. Næstan... segði hon og vísti á, at hon manglaði eina kenslu av at hoyra til, og at kærleikin fyri landinum av tí sama hvarv [...] framtíðina hjá queer-føroyingum. At vit kunnu savnast so nógv fólk til Pride, vísir tað, segði hon, leysliga endurgivið. – Vit eru farin frá at steina eina sum meg til at seta meg á stóra pall og síggja
ófatiliga vøkur , sigur Noam. Hann sigur, seg gleða seg til at sleppa á pallin á Summar Festivalinum og lovar, at teir fara at gera alt fyri at gera Vágsbø um til eina stóra veitslu. Johnny Deluxe á konsert [...] esg Vil nerta ein seyð Noam sigur, at hann hevur eitt ynski nú hann sleppur til Føroyar aftur. Tað er at standa andlit til andlit við ein seyð. Hann greiður frá, at hann sá nógvan seyð á ferðini í Føroyum [...] sín lætta popp beint inn í føroysku hjørtuni. So mikið væl raktu teir, at hópin ungum fólki hevur heitt á Summar Festivalin um at taka Johnny Deluxe hendan vegin. Nú fáa tey sín vilja, Johnny Deluxe kemur
stig til enn einaferð at endurstovna felagið við millum annað tí endamáli at endurbyggja ungmannafelagshúsið, sum hesi seinastu tíggju árini hevur verið so misrøkt, at tað er um at detta niður. Eingin gerðabók [...] m í skúlanum, har vanligt er at hanga lýsingar. Her varð boðað frá, at limirnir ynsktu fund. Sagt varð eisini, at um nakar formaður og kassameistari var, vóru tey biðin at koma á fundin og taka skjøl [...] fram í hesi umrøðuni var, at felagið í roynd og veru varð endurstovnað 9. oktober í fjør, men tá við Emly Joensen í Miðvági sum formanni. Á hesum fundi møtti 30 fólk. Av tí at eingin møtti fyri gomlu nevndina
umleið 2.000 kr. um mánaðin. Hetta merkir, at síðani 1. jan 2004 fer útgjaldið úr Samhaldsfasta at verða umleið trýfaldað. Tá vit tosa um pensjón, eiga vit at taka Samhaldsfasta saman við fólkapensjónini [...] upp í góðar 15.000 kr. um mánaðin. So tá ið Hjalmar Petersen heitir á meg um at fara til verka at bøta um pensjónirnar, so at tær kunnu hækka tað sama, sum lønirnar hækka, so eru vit longu væl í gongd. [...] til, at á hvørjum ári hækkar mánaðarliga pensjónin við umleið 100 kr. Men størsta hækkingin í pensjónini síðan henda samgongan kom til, er hækkingin av Samhaldsfasta. Henda samgongan gjørdi av, at Samhaldsfasti
flest øll øki innan hetta kjak roynt at hevja seg upp um gamlar kolonialar stereotypir og klisjéir fyri so at siga at skapa eitt nýtt triðja rúm , har tað ber til at samskifta út frá øðrum treytum. Innan [...] framførslan (Dis)ComfortAN(d)AlieNation: The X-Raced Mut(at)ed Speak hjá teimum báðum Jane Jin Kaisen og Tobias Hübinette. Framførslan setur sær fyri at lýsa vesturlendskan ættleiðingarídna sum eitt slag av [...] koloniala skuldarkenslu. Í øllum førum var tað trupult at fáa eyga á, í hvønn mun einfaldi og ákærandi boðskapurin bjóðaði seg fram sum ein roynd at endur-hugsa norðurlendskt hjálandaveldi. Til tað var lýsingin
Fótbóltsspælið var einki at reypa av í hesum dystinum. Vindurin var ein høvuðsorsøk til, at liðini høvdu ilt við at fáa samanspælið at ganga. Tí gjørdist dysturin í stóran mun eitt stríð um at koma til kjansir [...] sum frægast at verja. - Vit spældu ikki væl, tí veðrið var ikki til tað, men spælararnir hjá mær stríddist sum villir, og tað hava teir gjørt í øllum dystunum í ár. Eg havi allatíðina sagt, at tað var bara [...] spæla við í Formuladeildini, og tað haldi eg, at vit nú hava víst, sigur Ole Andersen, venjari hjá VB/Sumba. - Vit hava vunnið tveir dystir á rað, og tað er tí, at vit hava fingið skil á verjupartin. Eg vil
felagnum valdi at gera nakað við, bæði á fysisku og psykisku síðuni. - Kanningin, vísti millum annað, at rættiliga nógv av starvsfólkunum høvdu ilt í høvdinum og migrenu. Vit avgjørdu, at vit skuldu gera [...] verður ikki longur loyvt at roykja innandura. Í hesum sambandi hava tey bjóða teimum starvsfólkum ið roykja og ynskja at leggja av, eitt avvenjingar skeið. Positiv ringrás - Vit vóna, at vit fáa eitt hækkandi [...] og um tey hava somu málini og virðini, sum felagið hevur. Og síðst men ikki minst, at man fær spennandi uppgávur at arbeiða við. Starvsfólkakanning Fyri góðum ári síðan, gjørdi Tryggingarfelagið Føroyar
øllum alvi at hanga í. At enda gjørdist munurin 4 mál, og hetta tryggjaði yngru landsliðsleikarunum eitt 3. pláss í kappingini. Finaludysturin gjørdist sera javnur, og her fylgdust liðini at kalla allan [...] sera stórar trupulleikar at fáa fatur á teimum báðum. Í seinna hálvleiki megnaði landsliðið at vinna seg fram um, men munurin var ongantíð stórur. Síðstu løtuna royndi býliðið at vinna leisluna inn aftur [...] munurin eisini 11 mál, men so byrjaði bygdaliðið at vísa styrki. Teir minkaðu støðugt um munin, og tá avtornaði var bert 1 mál á muni, men landsliðið megnaði at halda tørn, og sostatt høvdu teir eisini tryggjað