Myndir: Festligt, vátt og savnandi til Faroe Pride

Í Havn savnaðust fleiri hundrað í dag til at ganga ymiskleikanum og LGBT+ umhvørvinum.

Pride-skrúgongan er eftir hondini blivin ein fastur partur av ólavsøkuni – eitt tiltak sum snýr seg um at fagna ymiskleikanum og vísa, at tað er í lagi at vera samkyndur, tvørkyndur og so framvegis, og at enn mangla LGBT+ persónar rættindi og virðing.

 

Sum vanligt er, byrjaði skrúðgongan í Gundadali, har tey hitaðu upp við tónleiki og herrópum, og fólk gjørdu síni skelti klár. Eisini kom Danny á pallin og kickstartaði ballið við sanginum "Allright".

 

Síðani varð gingið í miðbýin, og her rungaðu festligir og litríkir sangir sum eitt nú "Dancing On My Own" hjá Robyn og "Crazy In Love" við Beyoncé.

 

Tað regnaði nakað, men fólk løgdu líka í og vóru væl íklødd. Tá tey vóru komin oman í miðbýin, sleit í, og sólin byrjaði at kaga fram.

 

Á Vaglinum í Havn tók verturin Cecilia Jacobsen ímóti, og hon sendi Jens Marna Hansen á pallin. Til høvið spældi hann nakrar sangir og legði fyri við "Misery", har hann jú í niðurlagnum passandi syngur "Love me, Love me!". Síðani spældi hann vakra lagið "Lukkan er ei gullið" og vísti áðrenn á, at vit øll eru fødd líka.

 

Aftaná Jens Marna spældi Sissal Jo (Jóhanna Norðberg Niclasen), og hon leveraði eitt ordans show við ljósareyðum covboyhatti, egnum tónleiki og eitt sindur av humor eisini. 

 

Síðani tók Cecilia Jacobsen orðið og helt eina bergtakandi røðu. Hon fortaldi um sín uppvøkstur sum queer-persónur í Føroyum. 

 

– At veksa upp í hesum landinum oyðilegði meg. Næstan... segði hon og vísti á, at hon manglaði eina kenslu av at hoyra til, og at kærleikin fyri landinum av tí sama hvarv.

 

– Føroyar eru nógv broyttar síðan tá. Eg eri vónrík fyri framtíðina hjá queer-føroyingum. At vit kunnu savnast so nógv fólk til Pride, vísir tað, segði hon, leysliga endurgivið.

 

– Vit eru farin frá at steina eina sum meg til at seta meg á stóra pall og síggja meg, segði hon.

 

LES EISINI: Cecilia Jacobsen á Pride: – Føroyar eru nóg stórar til at rúma okkum øllum

 

Eftir hetta fóru Aggrasoppar á pallin, og tey settu veruliga lív í fjøldina. Eisini spældu Gówa og Joe & The Shitboys, sum eisini hóskaði væl til festligheitirnar.

 

##med2##

 

##med3##

 

##med4##

 

##med5##

 

##med6##

 

##med7##

 

##med8##

 

##med9##

 

##med10##

 

##med11##

 

##med12##

 

##med13##

 

##med14##

 

##med15##

 

##med16##

 

##med17##

 

##med18##

 

##med19##

 

##med20##

 

##med21##

 

##med22##

 

##med23##

 

##med24##

 

##med25##

 

##med26##

 

##med27##

 

##med28##

 

##med29##

 

##med30##

 

##med31##

 

##med32##

 

##med33##

 

##med34##

 

##med35##

 

##med36##

 

##med37##

 

##med38##

 

##med39##

 

##med40##

 

##med41##

 

##med42##

 

##med43##

 

##med44##

 

##med45##

 

##med46##

 

##med47##

 

##med48##

 

Myndir: Tór Marni Weihe & Pætur Hjalmar Evensson