Eitt av nógv umrøddu innsløgunum í listaverkætlanini Re-thinking Nordic Colonialism í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið var framførslan (Dis)ComfortAN(d)AlieNation: The X-Raced Mut(at)ed Speak hjá teimum báðum Jane Jin Kaisen og Tobias Hübinette. Framførslan setur sær fyri at lýsa vesturlendskan ættleiðingarídna sum eitt slag av modernaðum trælahaldi við røtum í koloniala arvinum.
Sterkar løtur
Framførslan er sett saman av sjónbandaupptøkum, upplestri, teksti og drama. Meðan Hübinette lesur upp langar søguligar frágreiðingar um ættleiðing av koreanskum børnum til vesturheimin, fara tekstir og myndir eftir einum stórum lørifti, samstundis sum Kaisen dramatiserar tað sum fer fram. Boðskapurin er einfaldur: Ættleiddu børnini hava liðið óbótaligan sálarligan skaða í einum leiki, sum bert hevur havt til endamáls at nøkta sjálvsøkna tørvin hjá barnleysum vesturlendskum pørum.
Partar av framførsluni virka sera sterkt. Meðan monotona uppramsanin hjá Hübinette av endaleysum køldum fakta og tølum gerst meir og meir kensluleys, stríðist ættleidda barnið á gólvinum við svárastu kvølir. Fyrst verður hennara samleiki skræddur frá henni og roynir hon ørkymlað at lata seg í eitt danskt flagg í staðin. Heldur ikki her kennir hon seg heima, og má spakulig lata flaggið glíða niður á gólvið, har tað liggur sum ein tómur meingsleysur hamur.
Næstu løtu er hon í ferð við at vinda hvítt klisturband runt og runt um høvdið, inntil hon til endan er bæði dul, blind og stumm. Samleikaloysið og fremmandagerðin er fullkomin og eftir stendur kvinnan einsamøll, horvin aftanfyri hvíta klisturbandið við áskriftini Thank You.
Ivasom ørindi
Meðan framførslan sum frásøgn sum nevnt virkaði sterkt í løtum, var tað nakað ivasamt, hvørji hennara ørindi í grundini vóru. Ella hevði eg bara væntað meir enn bara enn eitt íkast til gamla koloniala skuldarkenslu. Í øllum førum var tað trupult at fáa eyga á, í hvønn mun einfaldi og ákærandi boðskapurin bjóðaði seg fram sum ein roynd at endur-hugsa norðurlendskt hjálandaveldi. Til tað var lýsingin av ættleiðing ov primitiv eftir mínum tykki eitt slag av postkolonialism fyri nýbyrjarar, ið megnaði lítið meir enn at seta orð á ein trupulleika.
Havandi í huga, hvussu stórfingin og fjøltáttað samlaða verkætlanini er, tóktist tað løgið, at hendan framførslan ikki hevði hægri ambitiónir. Ikki minst um vit seta verkætlanina í mun til aðrar tættir innan postkoloniala kjakið. Seinastu mongu árini hava flest øll øki innan hetta kjak roynt at hevja seg upp um gamlar kolonialar stereotypir og klisjéir fyri so at siga at skapa eitt nýtt triðja rúm, har tað ber til at samskifta út frá øðrum treytum. Innan aðrar listagreinar hevur hesin tráður leingi givið postkoloniala kjakinum ein framhyggjandi dám og luttakararnum eina kenslu av at koma víðari. Tíverri tótiskt tað ikki, sum framførslan um ættleiðing hevði fingið eyga á hendan tráðin.