Lítið ungmannafelag við tveimum formonnum

Ungmannafelagið Súlan í Mykinesi hevði aðalfund í farnu viku og í oktober mánaði í fjør! Í løtuni siga tvær kvinnur seg at vera formenn í felagnum.

Hóast bæði Katrina Johannesen og Emly Joensen siga seg vera formenn í felagnum, eru tær kortini samdar um eitt: Ungmannafelagshúsið í Mykinesi má gerast í stand.
Í farnu viku bar Sosialurin tíðindi frá aðalfundi í Súluni, har nývaldi formaðurin, Katrina Johannesen í Mykinesi boðaði frá ætlanum felagsins í hesum sambandi.
Tað sum ikki kom fram í hesi umrøðuni var, at felagið í roynd og veru  varð endurstovnað 9. oktober í fjør, men tá við Emly Joensen í Miðvági sum formanni.
Á hesum fundi møtti 30 fólk. Av tí at eingin møtti fyri gomlu nevndina valdi fundarfólkið nýggja nevnd.
Fýra dagar seinni skipaði nevndin seg við Emly Joensen sum formanni, Bjarna Hansen og Boga Ellingsgaard sum nevndarlimum. Eykalimir eru Jákup í Løðu og Jákup Lauritsen.
- Tað boðar ikki frá samanhaldi og trivnaði, at hesi fólk, sum ikki vilja koma á fundin seinasta heyst, nú í vár boða til fundar, har bert fýra fólk møta og síðani velja seg sjálvi í nevnd, sigur Emly Joensen í eini viðmerking til støðuna.
 
Skiftandi virksemi
Ungmannafelagið Súlan varð  stovnað 4. februar í 1945, og fekk tá sum gávu frá teim eldru í bygdini eini hús, sum tey í felag høvdu bygt fyrst í farnu øld.
Av ymiskum orsøkum minkaði felagsarbeiðið. Felagið varð endurstovnað miðskeiðis í 60unum. og var virkið til út í 70ini.
Í 1990 var aftur tosað um at endurstovna felagið og gera felagshúsið í stand. Bingo varð hildið og nakað av peningi kom inn.
Frá 1990 og fram til á heysti í fjør var einki virksemi í felagnum. eingin aðalfundur hevur verið og einki limagjald er kravt inn.
Á heysti í fjør tóku limirnir stig til enn einaferð at endurstovna felagið við millum annað tí endamáli at endurbyggja ungmannafelagshúsið, sum hesi seinastu tíggju árini hevur verið so misrøkt, at tað er um at detta niður.
 
Eingin gerðabók og fíggjarstøða
Fundarfráboðanin varð hongd upp í vindeyganum í skúlanum, har vanligt er at hanga lýsingar. Her varð boðað frá, at limirnir ynsktu fund.
Sagt varð eisini, at um nakar formaður og kassameistari var, vóru tey biðin at koma á fundin og taka skjøl viðvíkjandi fíggjarstøðuni í felagnum og gerðabøkurnar við.
Av einihvørjari orsøk var fundarfráboðanin niðurtikin fleiri ferðir av ókendum fólki. Tí varð avgjørt at bera lýsingina út í hvørt hús.
Fundurin var hildin sum ætlað sunnudagin 9. oktober í skúlanum, har eini 30 fólk møttu.
Tá eingin møtti fyri gomlu nevndina avgjørdi fundarfólkið at velja ta nýggju nevndina.
 

 
 
Nevnd 1:
Á endurstovnandi fundi 9. oktober 2005 vórðu hesi vald í nevndina:
Emly Joensen formaður; Bjarni Hansen og Bogi Ellingsgaard sum nevndarlimum. Eykalimir eru Jákup í Løðu og Jákup Lauritsen.
 
 
 
Nevnd 2:
Eftir aðalfundin 4. apríl 2006 skipaði nevndin seg soleiðis:
Katrin Johannesen, formaður; Jógvan Meinhard Johannesen, næstformaður og Esbern í Eyðansstovu, kassameistari. Eykalimir eru Oskar Joensen og Randi Zachariassen.