Samhaldsfasti gevur stóra hækking í pensjónunum

-<DPTAB>    svar til opið bræv frá Hjalmar Joensen

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður


Í Dimmu frá 31. mai skrivar Hjalmar Joensen, at meðan allir løntakarar í Føroyum fáa lønarhækkan annað ella triðja hvørt ár, so fáa fólkapensjonistar onki, og kann hetta ikki vera rætt.

Nei, hetta er heldur ikki rætt. Á hvørjum árið hækkar pensjónsviðbótin 4%. Tað svarar til, at á hvørjum ári hækkar mánaðarliga pensjónin við umleið 100 kr.

Men størsta hækkingin í pensjónini síðan henda samgongan kom til, er hækkingin av Samhaldsfasta.

Henda samgongan gjørdi av, at Samhaldsfasti skuldi hækkast bæði 1.jan. 2005, 1. jan. 2006 og aftur 1. jan. 2007.

Og tí hækkaði Samhaldsfasti við 213 kr. mánaðarliga pr. 1. jan. 2005. Og hann hækkaði aftur við 280 kr. mánaðarliga pr. 1. jan. 2006. Men tann størsta hækkingin verður 1. jan. 2007, tá Samhaldsfasti hækkar við uml. 800 kr., so hann kemur upp á umleið 2.000 kr. um mánaðin. Hetta merkir, at síðani 1. jan 2004 fer útgjaldið úr Samhaldsfasta at verða umleið trýfaldað.

Tá vit tosa um pensjón, eiga vit at taka Samhaldsfasta saman við fólkapensjónini. Tí eins og øll, sum fylla 67, eiga rætt til fólkapensjón, eiga eisini øll sum fylla 67, sama rætt til Samhaldsfasta !

Tað eru fleiri lesarabrøv skrivaði seinastu tíðina, har man bara tosar um fólkapensjónina, og púrasta gloymir Samhaldsfasta ! Hetta er ikki rætt ! Tá man tosar um pensjónina í Føroyum, eigur man at taka bæði fólkapensjónina og Samhaldsfasta við ! Annars sigur man ikki satt !

Í talvuni við hesum greinastubba er sett upp, hvussu stórur vøksturin hevur verið og fer at verða, tá vit taka hækkingina í Samhaldsfasta 1. jan. 2007 við. Hetta eru upphæddirnar uttan mótrokning av aðrari inntøku og uttan skatt.

Hendan talvan vísir, at frá 1. jan. 2004 til 1. jan 2007 hækkar pensjónin hjá einum støkum við stívliga 1.600 kr. upp í góðar 9.000 kr. um mánaðin. Og fyri eini hjún verður hækkingin stívliga 3.000 kr upp í góðar 15.000 kr. um mánaðin.

So tá ið Hjalmar Petersen heitir á meg um at fara til verka at bøta um pensjónirnar, so at tær kunnu hækka tað sama, sum lønirnar hækka, so eru vit longu væl í gongd. Frá 1. jan. 2004 til 1. jan. 2007 verður vøksturin í pensjónini hjá støkum 22% og hjá giftum 26%. Hetta er rættiliga stóru vøkstur í 3 ár, og tað er fleiri ferðir meir enn lønarvøksturin í sama tíðarskeiði.

Tó viðurkenna vit eisini í landsstýrinum og samgonguni, at pensjonistarnir eiga at fáa okkurt slag av serligum ískoyti til pensjónina fyri tann hækkandi livikostnaðin av tí ógvisliga vøkstrinum í oljuútreiðslunum. Hetta er ein útreiðsla, sum serliga rakar pensjonistarnar hart, og tað taka vit upp í fullum álvara í samband við okkara arbeiði við fíggjarlógarætlanini fyri komandi ár.