- Trivnaður kann bítast upp í fleiri ting. Eitt eru teir fysisku karmarnir, til dømis hús, skrivstovuamboð og borð, sigur Gunnar í Liða, forstjóri í Tryggingarfelagnum Føroyar.
- Síðan er tað hvussu starvsfólkini hava tað fysiskt, um tey eru væl fyri og frísk. Tað triðja er tann psykiska vælferðin, hvussu tey trívast í arbeiðinum, og um tey hava somu málini og virðini, sum felagið hevur. Og síðst men ikki minst, at man fær spennandi uppgávur at arbeiða við.
Starvsfólkakanning
Fyri góðum ári síðan, gjørdi Tryggingarfelagið Føroyar eina kanning, sum 101 av teimum 115 starvsfólkunum svaraðu uppá. Kanningin vísti hvussu heilsustøðan og trivnaðurin vóru.
Úrslitið vísti nakrar tendensir, sum leiðslan í felagnum valdi at gera nakað við, bæði á fysisku og psykisku síðuni.
- Kanningin, vísti millum annað, at rættiliga nógv av starvsfólkunum høvdu ilt í høvdinum og migrenu. Vit avgjørdu, at vit skuldu gera nakað við tað, greiðir Gunnar í Liða frá.
- Vit innførdu ergonomiskt røtt skrivstovuamboð, til dømis borð, sum kunnu lyftast upp og lækkast, sigur Edvard Heen, varastjóri og leggur afturat:
- Í heyst hava vit fingið ein kiropraktor, sum kemur á arbeiðsplássið einaferð um vikuna, so kunnu starvsfólkini, sum hava trupulleikar við rygginum, fáa viðgerð.
Sum fyribyrging hevur Tryggingin haft eitt skeið, har starvsfólkini lærdu at avspenna í høvdi, nakka og akslum.
Fitness og royki avvenjing
Forstjórin og varastjórin vísa til ymiskar útlendskar kanningar, sum vísa nakrar tendensir.
- Fyri tað fyrsta, um tú ikki ert væl fyri fysiskt, so framleiðir tú minni. Roykir tú, so ert tú meira frá og hevur fleiri sjúkudagar. Og hevur tú ikki rættan arbeiðsstøðu, so fært tú nógvar sjúkudagar orsaka av høvuðpínu og ryggpínu, sigur Gunnar í Liða.
Fyri at starvsfólkini á Tryggingini skuldu koma í betri form, hevur felagið givið stuðul til limakort í fitness sentri.
Eisini hava tey gjørt nakað við roykiforholdini. Frá 1. januar verður ikki longur loyvt at roykja innandura. Í hesum sambandi hava tey bjóða teimum starvsfólkum ið roykja og ynskja at leggja av, eitt avvenjingar skeið.
Positiv ringrás
- Vit vóna, at vit fáa eitt hækkandi heilsustøði. Tá starvsfólkini fáa tað betri, fær stovnurin eisini nakað burturúr. Tað sæst aftur í produktivitetinum. Økt vælferð skapar trivnað, øktur trivnaður skapar eina positiva ringrás, sum ávirkar alt í felagnum, sigur Gunnar í Liða.
Alt hetta hevur ávirkan á fysisku vælveruna, men fyri eisini at fokusera uppá tað psykiska fara tey at gera starvsfólkasamrøður, sum skulu vera á hvørjum ári. Har fáa øll starvsfólk eina samrøðu við tann nærmasta leiðaran. Evni sum ynski um karrieru ella útbúgving, rís og rós vera tosaði um á hesum fundum.
- Hesar samrøður skulu vera við til at skapa eina felags uppfatan og vera ein útviklingur av hvørjum starvsfólki, tí tað er týdningarmikið, at virðini hjá tí einkulta eru í tráð við virðini hjá felagnum, sigur Gunnar í Liða.