Tá Søren og Noam úr Johnny Deluxe spældu á Planet Awards í januar, spældu teir báðir ungu menninir sín lætta popp beint inn í føroysku hjørtuni. So mikið væl raktu teir, at hópin ungum fólki hevur heitt á Summar Festivalin um at taka Johnny Deluxe hendan vegin. Nú fáa tey sín vilja, Johnny Deluxe kemur til Føroyar í august.
Ovfarin av gestablídninum
Sangarin Noam, sigur við Sosialin, at hann gjørdist bergtikin av Føroyum, tá hann vitjaði í sambandi við Planet Awards. Bæði hann og gittarleikarin Søren vóru ovfarnir av hvussu stórt gestablídni var. Øll tey fólkini teir hittu á ferðini vóru sera vinarlig og fitt. Vit hugnaðu okkum ordiliga nógv, sigur hann.
Serliga sterk stendur upplivingin, tá teir við tyrluni hjá Atlantsflog flugu yvir vøkru oyggjum, ein uppliving, ið restin av bólkinum er sera øvundsjúk um. Natúran er jú ófatiliga vøkur, sigur Noam. Hann sigur, seg gleða seg til at sleppa á pallin á Summar Festivalinum og lovar, at teir fara at gera alt fyri at gera Vágsbø um til eina stóra veitslu. Johnny Deluxe á konsert er nakað heilt annað og munandi lívligari enn á fløgu, og kann als ikki samanberast við framførsluna á Planet Awards við tveimum kassagittarum. Hesuferð fáa tit tað ordiliga Johnny Deluxe showið, sigur Noam.
Rokka á konsertum
Hvussu stórur munurin á Johnny Deluxe á fløgu og konsert er, sóu vit herfyri, tá Sosialurin varð boðin við á fullkomiliga útselda Johnny Deluxe konsert í Pumpihúsinum Í Keypmannahavn. Á pallinum runnu gittarleikarin Søren og bassleikarin Jakob sum ódnarveður runt, meðan sangarin Noam stóð mitt á pallinum og hevði alla áskoðarafjøldina í sínum lógva.
Bólkurin rokkaði. Løgini vóru latin úr sínum pena popphami, og tónleikurin var melidiøsur rokkur við nógvari orku.
Gjørdu Joannu sína egnu
Framførslan var lívlíg og festlig. Bólkurin spældi síni fangandi poppløg sum: Du ligner en million, Sommeren er forbi, Lille hypokonder og syngi við slagarin Vi vil ha mer. Tað vóru tó serliga løgini Elskovspony, Drenge Som Mig og Drømmer Jeg, ið fingu allan salin at kóka, umframt teirra frálíka tolking av Kim Larsen lagnum Joanna. Bólkurin hevur í tolkingini megnað at gera eitt so kent lag til sítt egna.
Samanumtikið var gott lív í alla konsertina, hóast meirilutin av áskoðarunum vóru kvinnur og hesar, gjørdu nógv um esg
Vil nerta ein seyð
Noam sigur, at hann hevur eitt ynski nú hann sleppur til Føroyar aftur. Tað er at standa andlit til andlit við ein seyð. Hann greiður frá, at hann sá nógvan seyð á ferðini í Føroyum í januar, men hevði ongantíð mæguleikan, at koma nær einum. Hesuferð vil hann so mikið nær, at hann kann nerta við seyðin.









