seg at, so kundi tað verið áhugavert at hugt heilt aðrar staðir eisini. Eisini verður mett, at tað kann vera sera áhugavet fyri føroyingar, sum nú skulu til at áseta reglur og treytir til oljufeløgini, ikki [...] oljuleiting Tað eru tvey stór oljufeløg, sum arbeiða í Alaska. Umframt Arco er tað eisini BP. Hesi bæði feløgini royna nú at fáa loyvi til at bora eftir olju í nýggjum økjum har norðuri, í tí teir nevna tað órørda [...] Síðani verður farið við flogfari til Seattle í Oregon, og haðani víðari til Anchorage í Alaska, har Arco hevur sína høvuðsstøð. Higani verður farið við flogfari til Prudhoe Bay heilt har norðuri. Har
føroyska kravið um, at tað er rímuligt, at fiskimark og landgrunnsmark er eitt og tað sama? -Fyri tað fyrsta er at siga, at tað finst meira enn ein útlegging av fiskimarkinum. Og annars var tað so, at tá samr [...] løgmaður hevur eitt liðugt útspæl til nevndina at taka støðu til. Vit fáa ikki upplýst, hvat hetta snýr seg um, men tað líkasum liggur í kortunum, at tað verður tikið stig til fund við bretar í næstum fyri [...] er alternativið at fara til dómstólin í Haag. Hendir tað, so fer tað at taka 3-5 ár at loysa málið, og hetta verður ómetaliga dýrt fyri Føroyar og eisini fyri Bretland. -Men tað, sum kanska telur enn meira
liðini í ovara partinum á støðutalvuni er tað eftir hetta vikuskiftið uppaftur nærri veruleikanum, enn tað var fyri viku síðani, at HB í ár fer at vinna FM heitið. Tað er kapping um næstfremsta plássið og harvið [...] siga er tryggjað, er tað ein veruleiki, at KÍ skal spæla í Europa Cup kappingini fyri steypavinnarar. B36 er framvegis eitt gott boð uppá næstfremsta plássið og harvið atgongd til UEFA Cup, men um NSÍ [...] botnurin kom nærri at GÍ, so er tað eingin, sum hevur síni fullu fimm, ið fer at rokna gøtumenn millum niðurflytingarevnini. Men tað er langt frá støðuni, sum GÍ nú er í og til glæsiligu úrslitini, teir hava
var um eitt gott langskotsmál. Klaksvíkingarnir hava vant millum lítið og einki tær síðstu vikurnar, men nú góðu teir lyfti um, at tað skal vera frægari, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður við úrtøkuni [...] spældu móti GÍ var lítið skil á í 1. hálvleiki. Eftir fýra minuttum miðskeiðis í umfarinum eydnaðist tað GÍ at skora tríggjar ferðir, og so var avgjørt, hvar stigini skuldu fara. Í 2. hálvleiki var betri [...] útiliðið, sum sjálvsagt tóktist vera nøgt við at halda tørn um 4-1 leiðsluna frá fyrra hálvleiki, og tað var sjáldan vandamikið frammanfyri Rúna Joensen í GÍ málinum. Hans Pauli Petersen, sum hevði sitið
deild yvirhøvur. Tað er sjálvsagt gott klárað av so lítlari bygd at hava lið í fyrstu deild, men av tí at nógv av fólkinum er ungt, so skal lítið til áðrenn teir missa mótið, og tað sær út til at vera væl á [...] úr dystinum, so var neyðugt at fáa skil á spæli. Og tað eydnaðist. Sumba kláraði at halda tørn tað sum eftir var av fyrra hálvleiki og gott og væl tað. Tí tá góðir 43 minuttir vóru farnir av fyrra hálvleiki [...] um hetta vikuskiftið vóru tað TB og Sumba, sum lógu niðast í fyrstu deild hjá monnum og tað gera tey enn, men tey bæði Suðuroyarliðini hava nú býtt um pláss, soleiðis at tað nú er Sumba, sum liggur allar
Fram til í fjør hevði B36 ongantíð vunnið á Svangaskarði, men nú tykjast teir orduliga vera slopnir av við tað kompleksið. Í góðveðrinum vóru nógvir havnarmenn komnir inn á Toftir, og teir fóru suður aftur [...] hevði til uppgávu at taka sær av John Petersen, og sjálvt um landsliðsmaðurin spældi væl, og sjálvt um hann skoraði tvey mál, so var avrikið hjá nærlagda, ærukæra og ídna Edmundi Jacobsen heilt gott. Tað [...] rimmar møguleika beinanvegin, tá tveir menn gjørdust einsamallir, men málverjin bjargaði, og tað var kanska líka gott fyri allar partar. Linjuverjin markeraði fyri rangstøðu, toftamenn steðgaðu á, men so varð
megnaði væl at fylgja við spælinum hjá FS Vágum, og spælið var til tíðir heilt gott. Men mál kom einki í fyrra hálvleiki, og tað sá enntá út til at dysturin skuldi málleysur tí tá 20 minuttir vóru eftir stóð [...] Ari Thomassen letur væl at støðuni. ? Tað stóð rættiliga illa til einu tíðina, men spælararnir hava tikið seg saman. Hartil hava vit havt tað hepnið, sum skal til fyri at vinna teir dystirnar, sum fyrr [...] leggja aftuat, at tað tó ikki er realistiskt, at vænta sær uppflyting í ár. Stendur illa til í Sundalagnum Hinvegin stendur ikki so væl til í Sundalagnum. ? Nei, sigur Magnus á Stongunum. ? Tað gongur ikki so
superliguni, áðrenn teir nú fara undir fyrireikingarnar til landsdystin móti Kekkia. Tað er krevjandi at vera ítróttarmaður á hægsta støði. Tað mátti ikki minst Jákup Mikkelsen ásanna sunnudagin. Í fyrstu [...] ellivu metrum ikki serliga gott hesa ferð, AGF málverjin bjargaði, og uppaftur verri kom tað við hjá Herfølge, at AGF javnaði og harvið minkaði nógv um úrtøkuna hjá Herfølge. Tað vóru bara tíggju sekund eftir [...] skadda Mogens Krogh, bjargaði. Tey fyrstu árini hjá FCK var tað heilt vanligt, at teir vunnu móti Brøndby, men hesa seinnu tíðina hevur tað verið longri millum sigrarnar. Undan dystinum sunnudagin høvdu
Lindenskov Tað var tann 23. apríl í 1996, at landsstýrið samtykti at seta eina nevnd við seks limum at gera uppskot um eina nýggja kommunala skipan í Føroyum. Eitt kommisorium varð gjørt, og var tað almann [...] hetta vælaarbeiði fór at elva til nógv og drúgvt kjak bæði millum politikarar og í samfelagnum annars. Annfinn Kallsberg ivaðist ikki í, at hetta arbeiði fór at verða eitt gott grundarlag at byggja framtíðar [...] minst um, hvørja hugsan nevndin fór at hava um kommunusamanleggingar. Í prinsippinum mælir nevndin til, at kommunurnar verða sjey í tali, men tó heldur nevndin, at fyrstu fýra árini eiga kommunurnar sjálvbodnar
greitt tað mest fundamentala í tí persónliga tilknýtinum til eitt arbeiðspláss. Og so skulu vit eisini minnast til, at fyri ikki so fá starvsfólk er sjálvt dagsarbeiðið og arbeiðsavrikini nóg mikið til egin [...] lært, tíansheldur tíma ella duga til. Men tað kostar altso, og »riget fattes penge«. Her er tað, at eg áður millum annað í blaðgrein sjálvan valdagin í ár havi mælt til eitt aðalorðaskifti á tingi, so væl [...] sum krevir eykarøkt her og nú, og sum tað er trupult at leggja upp fyri frammanundan við fíggjarætlan, sum partú skal haldast. Lat okkum til dømis siga, at tað í røktini á eini deild starvast fast 5 fólk