Støðan á Landssjúkrahúsinum í brúkara- og starvsfólkahøpi

»Same procedure every year« á Landssjúkrahúsinum? - ella verður jólamaðurin fyrr á fótum í ár?

Guð forláti mær, men nú byrjar tann árligi, afturvendandi gysarin aftur á Landssjúkrahúsinum, hesu ferð bara eitt sindur fyrr á árinum, tá sjúklingar í jólagávu frá politiskum og harav fyrisitingarligum myndugleikum hava fingið tvingsulsflyting, tvungna útskriving ella annað tílíkt jólagóðgæti og starvsfólk í sínum lagi hópuppsagnir, sum so hokus pokus, snipp, snapp, snude elegant eru vorðnar tiknar aftur sjálvan lítla- ella jólaaftan. Jú, víst er jólamaðurin til, og so blivu tað eisini tey árini rættuliga jól »i de små, kære hjem«. Trúði satt at siga, at slíkur formur fyri tortur og niðring var farin tíð hjá fólki fjart av landi skotin.

Hvussu slíkur afturvendandi ágangur virkar inn á sjúklingar, næstrafólk, personalið og sínámillum klimaði alt, nýtist hvørki serligt vit ella hugflog at ímynda sær, men tað tykist, sum at »the show must go on«, og at stýrandi aftur sleppa at sýna, hvar skápið skal standa, og hvør ið hevur hvønn í síni hulu hond.

Tað er samstundis hugvekjandi at líta aftur á, at tann av øllum, sum í sínum orðabraski á tingi seinru árini hevur hølvað Landssjúkrahúsið og tess starvsfólk mest av um somu tíð uppá seg hevur verið nógv størsti atkvøðuslúkur millum føroyingar seinastu 20 árini.


Hugsandi orsøkir til afturvendandi trupulleikarnar

Hví hendir so hetta, og hví hevur higartil ikki eydnast at loysa trupulleikarnar varandi.

1. Tað kann vera, tí at Landssjúkrahúsinum er álagt ella sjálvt hevur átikið sær alsamt fleiri uppgávur og tænastur, uttan at neyðugar játtanir samstundis hava fylgt við. Sjúkur kunnu jú fjólgast, samstundis sum hond verður tikið um sjúkur, sum áður eru farnar aftur við borðinum.

2. Fólk liva yvirhøvur longri, og við aldrinum fylgja vanliga sjúkur við bæði til likams og sálar. Fólkasamansetingin broytist, og eru fleiri stórir árgangir av eldri fólki, til dømis krígsárgangirnir ávegis inn í eldrahópin, samstundis sum fólk í besta aldri, 60- og 70-ára árgangirnir eru lutfalsliga færri og enntá lutfalsliga nógv flutt burtur.

Gomul og veik og harvið ofta sjúklig, sum við tógvið stríð hava bygt upp hetta vælferðarsamfelag, tey eiga at fáa trygt lívskvøld, men tað gerst altso ikki gratis fyri tann burðar- og vinnuføra partin av fólkinum.

3. Og so eru tað tey meiri tilvildarligu umskiftini, sum kunnu órógva roknskapartøl og seta grá hár í skallan á fólki, sum tykjast øllum hava starað seg blind uppá kunstin at dividera og mangan illa síggja skógin fyri berum trøum.


Nøkur hugsað, men lýsandi dømi, sum hvørt mansbarn átti at fata

Sum er, er røktarpeningurin nokkso oyramerktur, býttur út á hvørja deild ella sjúkrahúseind sær, men hvør sigur, at ein sjúkrahúsdeild er eitt maskinarí, sum koyrir við føstum, ásettum snúðningum dag út og dag inn og orkubrúkið hareftir støðugt ella sum eitt strandferðsluskip ella ein bygdaleiðsbussur í heilt fastlagdari rutu, har tað frammanundan nokk ber til at leggja rættuliga neyvt upp fyri manningar- og oljuútreiðslum?

Guð forbjóði tí, men hugsar ein sær, at onkur umfatandi ólukka og/ella umfarsjúka skuldi komið fyri, so vildi tað væl og virðiliga sprongt eina og hvørja pertentliga fíggjarætlan, snøggaða til á tryggum skrivaraborði við logiskum teldum og øðrum tøknifrøðiligum ísinkrammi. Ordnung muss sein!

Ja, men hava tit á Landssjúkrahúsinum veruliga nakrar óvæntaðar arbeiðsbyrðar og harav fíggjartørvir at vísa á? Nei, ikki altíð alment, og í aðrar mátar er arbeiðið á einum sjúkrahúsi jú bundið at tagnarskyldu, og kunnu starvsfólk tískil ikki fara út at skilta við óvæntaðum peningakrevjandi arbeiðsbyrðum, og forholdini eru jú frammanundan ivaleysa smá.

Men, lat meg taka bara eitt eittans dømi av egnum arbeiðsplássi uttan at bróta tagnarskyldu.

Sálarsjúkur versna og batna og kunnu koma fyri í tørnum, sum krevir eykarøkt her og nú, og sum tað er trupult at leggja upp fyri frammanundan við fíggjarætlan, sum partú skal haldast.

Lat okkum til dømis siga, at tað í røktini á eini deild starvast fast 5 fólk á hvørjari vakt á 8 tímar. Tað gevur í døgndrift íalt 15 starvsfólk. Hugsa vit okkum nú til, at ein sjúklingur gerst so ringur, at hann/hon má festast, kanska í fleiri dagar ella lutvíst í vikuvís, so býður sinnissjúkralógin í tílíkum føri heilt greitt, at (eyka) starvsfólk skal sita hjá sjúklinginum alla tíðina, sum vil siga 3 eyka dagsverk pr. samdøgur til bara henda eina sjúkling, og so kemur tað enntá ikki so sjáldan fyri, at tað gerst neyðugt at festa ella hava annað serligt fyrilit við fleiri sjúklingum um somu tíð.

Sostatt átti hvørt mansbarn at skilt at tað meira enn so kann henda, at tað gerst neyðugt at dupla og kanska fleirdupla starvsfólkatalið eina tíð av ávum, sum eingin er harri yvir, og verður slíkt ikki framt til stuttleika, men eina og aleina tí at sjúkan, umstøðurnar og harav lógin krevja tað. Og eg ivist ikki í, at slíkar óvæntaðar eykaútreiðslur eru neyðugar eisini á deildum við illa likamssjúkum fólki, ella har umfarssjúkur kunnu taka seg upp.

Sjúkrahúsið skal í hvussu er nøkta bráðfeingistørv á røkt og viðgerð og roynir at gera tað forsvarliga, men tað kann altso lýta ta frammanundan løgdu fíggjarætlan, sum í politikaranna eygum tykist vera vorðin heilag kúgv.


Hvat kann gerast

Sjálvur meti eg hendan eina trupulleikan onkursvegna botna í manglandi innliti ella forstáilsi. Tað er alsamt vorðið alt ov langt millum skipara og kokk, samstundis sum kokkarnir (starvsfólk og innanhýsis leiðandi) enn ikki hava megnað nóg væl at gera peningajáttandi politikarum greitt, at skal sjúkrahúsverkinum verða álagt eina altíð tøka, forsvarliga tænastu, samstundis sum tað alsamt fær álagt fleiri og fleir uppgávur, so kostar tað bæði pening og manning, og bæði skulu fylgja við øktum arbeiðsbyrðum.

Ikki tí at Landssjúkrahúsið av løgtingsfíggjarlógini skal hava ein blankokekk at brúka til forgodtbefinnandi, men eina liðiligari brúksjáttan enn higartil í hvørt fall til frammanundan ikki væntaðar eykaútreiðslur, spíðsbelegningar, teknisk brek, niðurslitið personali sovæl sum materiali og onnur serlig fyrilit. Áður hava lutfalsliga heilt smáar peningaupphæddir verið nóg mikið til at fáa alt upp at kóka og enntá fingið tingið uppí.

Ikki fyri at samanbera, tí ólíkir stovnar og upphæddir kunnu ikki samanberast, og sjálvur havi eg bert lítið fíggjarskil, men einaferð umsat eg í yvir 20 ár ein pinkustovn undir landinum, sum hevði lógarásettar arbeiðsuppgávur, tvs. at brúkara- og samfelagstørvurin skuldi avgreiðast. Arbeiðsuppgávurnar skuldu variera nógv frá ári til ár, samstundis sum føst frammanundan mett upphædd var til taks yvir fíggjarlógina.

Onkur virkisár var talan um uppá seg munandi yvirtrekk, og tá kom sjálvsagt landsgrannskoðanin straks upp í leikin, men kortini var altíð besta forstáilsi og eykajáttan fingin av tí heilt einfaldu orsøk, at man kundi skjalprógva eykaútreiðslurnar við øktum arbeiðskrøvum. Og afturfyri bar so onnur ár til at bera lutfalsliga munandi upphæddir aftur í landskassan, tey árini tá minni var at gera. Har var roynt at húsast upp á gamlan máta sum í einum vanligum húsarhaldi.

Skipanin bygdi í sínum miniformati á sínámillum álit um reiðiligheit, og sjálvt um Landssjúkrahúsið er hópin meira kompliserað og við heilt øðrum tølum, so átti tað onkursvegna at borið til at vunnið fatan fyri hjá játtandi politiskum myndugleikum um, at óvæntaðar eykaútreiðslur skulu játtast uttan tað sum higartil árligu afturvendandi og lítið mannsømiligu balladuna fram ímóti ársenda ella jólum.


Manningartrot og arbeiðsviðurskifti

Og meðan vit eru við manningarspurningin, hava so játtandi politikarar hugsað um, hvussu tað kann ávirka starvsfólk, og teirra arbeiðsføri at virka undir slíkum áhaldandi trýsti og so trongum og persónliga ótryggum viðurskiftum, sum leingi hava verið, og man tað ikki eisini ávirka bæði sjúklingar og næstringar teirra skeiva vegin og enn víðari í óneyðugan mun belasta aðrar skyldar heilsu- og almennar stovnar, kommunulæknar, heimarøkt, skúla- og almannaverk?

Seinru árini hevur tað víst seg at verið alsamt truplari og truplari at útvega manning til eitt nú Landssjúkrahúsið, tíansheldur fáa starvsfólk at støðast. Alt hevur sína orsøk, og fyri læknanna viðkomandi hevur einamest verið nevnt, at Føroyar fyri slíkar skal vera alt ov lítið tillokkandi í vísindahøpi, at tað skulu vera ov fáir granskingar- og eftirútbúgvingarmøguleikar.

Hatta er nokk ein partur, men als ikki allur sannleikin, sjálvi arbeiðsviðurskiftini, til dømis løn, umstøður og trygd ikki fyrst heilt í lagi, so kemur møguligur granskingarhugur als ikki uppá tal.

Trygg og rímilig arbeiðsviðurskifti er greitt tað mest fundamentala í tí persónliga tilknýtinum til eitt arbeiðspláss.

Og so skulu vit eisini minnast til, at fyri ikki so fá starvsfólk er sjálvt dagsarbeiðið og arbeiðsavrikini nóg mikið til egin nøgdsemi og virðing manna millum. Fyri ikki at seta nakran núlivandi slóðbrótara og arbeiðsjarn eftir, skal eg bert loyva mær at minna á farnar úrmælingar innan sovæl heilsu- og skúla- og forsorgarverk, har fáur ger teimum arbeiðsavrikið eftir, og tískil vælaverk, tykist hava við teimum nóg mikið eisini til seinri gott eftirmæli og virðing millum manna.

Tískil gerst á Landssjúkrahúsinum neyðugt við fyrst og fremst góðum og stabilum arbeiðsumstøðum, sum givið fer at virka gagnligt aftur á bæði sjúklingar, næstrafólk og samfelagið alt.

Latið starvsfólk fáa náðir at gera tað arbeiðið, tey hava lært seg og veruliga duga til: Tað er bæði synd og skomm at plága læknar og onnur á sínum øki væl útbúgvin, dugnalig og virkin fakfólk við hopleysum umsitingarligum uppgávum, sum tey ikki hava lært, tíansheldur tíma ella duga til.

Men tað kostar altso, og »riget fattes penge«. Her er tað, at eg áður millum annað í blaðgrein sjálvan valdagin í ár havi mælt til eitt aðalorðaskifti á tingi, so væl sum í pressuni um heilsu-og almannapolitikk.

Føroyska samfelagið má og skal gera upp við seg sjálvt, hvat tað á heilsu- og almannaøkinum hevur ráð til og ikki, vil hava og ikki, hvussu og hvat møguliga skal takast fram um annað, uttan neyðvendigvís at draga orðaskiftið niður á eitt støði, har tunlar/vegir ella ítróttarhallir verða settar skarpt upp ímóti heilsu- og almannaøkinum, skúlanum, barna- og ellisforsorgini o.s.fr.

Halda politikarar borgaranna og veljaranna vegna framvegis fast við áhaldandi skerjingar á Landssjúkrahúsinum, so skulu somu politikarar um somu tíð út at fortelja sínum veljarum heilt greitt, hvørjar tænastur samstundis skulu minka og/ella takast heilt burtur, og hvør røkt og hvør viðgerð skal fara niður um markið fyri forsvarligheit, alt annað er beinleiðis óreiðiligt. Tað verður frá ávísari politiskari síðu javnan júkað upp í saman um, at heilsu- og sosialverkið skal lagast til føroyskt (les vinnilívsins) orkuføri. Gaman í, men so skulu tit eisini lýsa spurningin heilt ítøkiligt fyri fólki.

Og ávegis ætlanum fyri einum frælsum og sjálvstøðugum Føroyum, so kundi tað longu nú verið uppá pláss at fingið somu politikarar at melda heilt klárt út við, um tað tá verður talan um eitt samhaldsfast, sjálvstøðugt »fólkaheimið Føroyar« ella eitt supernationalt innantómt skal, tíansheldur Runsival, har tað verður »nakað hjá nøkrum at fá« og so restin má skjøtta sær sjálvum sum frægast.

Men, men nú í allarevstu stund - sjálvur havi eg áður mett sjóvarfallið vera farið - so røkist fyri, at tað er rivað fyri eygunum á núverandi ábyrgdarhavandi landsstýriskvinnu í heilsu- og almannamálum og øðrum við, og vónandi fer tað at eydnast at skapa nóg frægt politiskt forstáilsi fyri at kunna varðveita heilsu- og almannaverkið á einum manssømiligum støði fyri tað vælferðarsamfelag, sum vit so fegin á nógvum øðrum økjum vilja teljast millum.


25.8.1998

Eyðun Joensen,

psykologur sjúkrahúsverksins