KÍ skal ansa sær

Fótbóltur, 2. deild: Eftir eina góða byrjan er 2. deild hjá KÍ steðgað upp og sunnudagin taptu teir 1-4 á heimavølli móti GÍ

Eftir eina hampuliga góða byrjan tykist næstbesta liðið hjá KÍ vera steðgað upp, og fýra tey síðstu umførini skulu teir ansa sær, at teir ikki koma í niðurflytingarvanda.

Fyri góðari viku síðani taptu teir 6-0 í Gundadali móti B36. Tá var lítið skil á, og tá teir á heimavølli sunnudagin spældu móti GÍ var lítið skil á í 1. hálvleiki.

Eftir fýra minuttum miðskeiðis í umfarinum eydnaðist tað GÍ at skora tríggjar ferðir, og so var avgjørt, hvar stigini skuldu fara. Í 2. hálvleiki var betri skil á heimaliðnum, sum hevði bóltin meiri enn útiliðið, sum sjálvsagt tóktist vera nøgt við at halda tørn um 4-1 leiðsluna frá fyrra hálvleiki, og tað var sjáldan vandamikið frammanfyri Rúna Joensen í GÍ málinum.

Hans Pauli Petersen, sum hevði sitið á beinkinum í 1. deild, setti hol á fyri GÍ. Heini Heinason sendi uppá tvørs úr vinstru, Jóhannes Petersen sendi fyrstu ferð víðari, og Hans Pauli rann í bóltin og skoraði.

Álopsmaðurin Jóhannes Petersen skoraði bæði til 0-2 og 0-3, og ikki minst seinna málið var eitt satt stríðsmál. Eftir at Leivur Hansen hevði lagt innfyri úr vinstru rann og kempaði GÍ maðurin í brotsteiginum millum einar fýra verjuspælarar við hálvhjartaðum hugburði, og endin var, at bólturin fór í netið aftanfyri Meinhard Joensen.

GÍ kom upp á 0-4, áðrenn heimaliðið svaraði aftur. Tummas Magnussen skoraði besta málið, tá hann staddur uttanfyri brotsteigin, snaraði ein av og smekkaði í kassan.

Ove Nysted, sum var í KÍ álopinum og hevði biðið um at sleppa út, tí hann var darvaður av skaða, pyntaði um, áðrenn hann fór av vøllinum. Talan var um eitt gott langskotsmál.

Klaksvíkingarnir hava vant millum lítið og einki tær síðstu vikurnar, men nú góðu teir lyfti um, at tað skal vera frægari, og so fáa vit at síggja, hvussu tað verður við úrtøkuni, tá teir leygardagin fara til torføra útidystin í Miðvági. jh