Í 1. deild varð fyrr í kvøld grannauppgerð vesturi í Miðvági. Talan varð um fyrstu grannauppgerðini í 1. deild millum tvey lið, sum hava heimstað vesturi í vágum, í mong ár. Allur spenningur, sum var áðrenn [...] var tó tíðliga kvaldur. Longu eftir 20 minuttirs spæl var 07 Vestur á odda 2-0, og í steðginum var 4-0 til 07 Vestur. Í seinna hálvleiki fekk 07 Vestur enn eitt mál, og talan gjørdist sostatt um ein 5-0 [...] 5-0 stórsigur til 07 Vestur. Sigurin merkir, at 07 Vestur er nú á øðrum plássi í 1. deild við fimtan stigum. Skála er á odda við 16 stigum, meðan B68 er nummar trý við 13 stigum. Miðvingar hava enn sítt
okkara. Men í summar fara fólk í Arbeiðsloysisskipanini at gera sítt til, at ikki øll tann føroyska ullin verður brend. Í samstarvi við Búnaðarstovuna fer ALS nevniliga at taka ímóti ull í summar. Ullin [...] sagt, at fólk úr Vágum og úr Mykinesi kunnu lata sína ull inn á bingjuplássinum í Miðvági. Hetta pláss er opið allar dagar í viku, uttan sunnudag og mánadag. Lagt verður aftrat, at bæði Búnaðargrunnurin [...] Búnaðardeplinum í Kollafirði, har fólk fáa fimm krónur fyri hvørt kilo av ull. Dentur verður lagdur á, at ullin skal vera bæði rein og turr, tá hon verður latin, og skal haraftrat verða koyrd í plastsekkir
Í kvøld mundi danin, Jan Christiansen, sum ringdi úr Miðvági, har hann vitjaði verfamiljuna, skorað miljónina í Gekka-spælinum, men tað gekk tíverri akkurát ikki. Jan Christiansen valdi at býta samlaða [...] samlaða Gekka-vinningin á 2,8 miljónir krónur í allar tríggjar leyparnar við - avrundað - einari miljón í hvørjum leypi. Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 12.500 krónum, sum faldað við 10 hevði givið dananum [...] evarska lítla pettið aftrat, sum skuldi til fyri, at hann í kvøld kundi gerast Gekka-miljóningur. Næsta fríggjakvøld verður høvuðsvinningurin í Gekka-spælinum tríggjar miljónir krónur.
Snarfrost í Miðvági latið aftur, sjálvt um tað virkið var sera rationelt og hartil væl rikið. Nú var so túrurin hjá Flakavirkinum í Vági at fella, eitt virki, ið fyri 15 árum síðani var mett at vera tað [...] tað mest framkomna virki í Norðanlondum. Samstundis sum Faroe Seafood hevur gramt seg um manglandi arbeiðsmegi er ein fjøld av kvinnum og monnum í Suðuroynni koyrd út í arbeiðsloysi, saman við teimum ið [...] Niclasen í Sørvági. Hesi bæði virkir vóru upprunaliga bygd til saltfiskaframleiðslu, fyri síðan at vera nýtt til flakaframleiðslu. Sostatt hevur »Bacalao« skjótt ein mansaldur á baki. Fyrr í ár var Snarfrost
við einum máli í seinna hálvleiki. Mánadagin tørnaðu tey so aftur saman í Miðvági, og tað var eisini líkt til, at tað skuldi eydnast gestunum at fara av stað við øllum aftur hesa ferð. Í hálvleikinum vóru [...] Løgmanssteyp Nýggja liðið í fyrstu deild, EB/Streymur, sleppur ikki víðari úr bólkaspælinum í steypakappingini, men hinvegin er lítið at ivast í, at vónin um at lívbjarga sær man vera vaksin nakað eftir [...] John Johannesen, men úrslitið bendir á, at tað aftur í ár verður sera trupult hjá vágamonnum at toga seg upp um niðurflytingarstrikuna, sum alt árið í fjør var ein stór hóttan fyri liðið.
ð og havt eftirlitið. Múrarin v/Kell E. Jensen í Miðvági hevur gjørt úthangið og endurbygt upprunaliga skorsteinin og Takplan SP/F v/Róa Dahl-Jacobsen í Kaldbak hevur gjørt takarbeiðið. Karl Jóhan Nielsen [...] ein vestureftir og ein eystureftir. Gólvvíddin í nýggja Krígssavninum verður tá einar 700 fermetrar í mun til teir umleið 100, sum savnið hevur at ráða yvir í dag. Farið verður nú eisini undir at útvega fígging [...] fígging. Nakað av sjálvbodnum arbeiði er gjørt og verður eisini at gera í komandi verkætlan. Í hesum sambandi er sera umráðandi at felagið Krígssavnið fær fleiri limir, og at staðbundni áhugin fyri savninum
menn: Tað var als eingin slingur í, tá ið Riddarin í heimasjógvi í Miðvági skuldi verja glæsiligu úrslitini, sum teir hava rokkið fyrr í summar. Riddarin legði seg á odda í fyrsta taki, og síðani var tað [...] miðvingum, um teir ikki skulu vinna FM. Gongdin í Fuglafirði bendi á, at spenningur í dag skuldi verða um næstfremsta plássið, men soleiðis varð tað ikki, tí í dag var Lómur meiri enn eina bátslongd undan
um í Føroyum er Kári Simonsen. Hann hevur gjøgnum árini smíðað eina rúgvu av sethúsum, og í løtuni eru teir eisini í ferð við fleiri sethús. Fyrrapartin í gjár byrjaðu teir uppá eini nýggj sethús í Miðvági [...] Miðvági, men annars eru teir flestu av hansara monnum til arbeiðis í Hoyvíkshaganum. Teir hava eisini eini sethús á Norðskála, sum teir skulu smíða einaferð seinni. - Ja, faktiskt hava vit arbeiði heilt [...] bjartskygdur Kári. Kári var eisini millum teir 84 føroyingarnar sum løgdu leiðina inn á stóru byggimessuna í farnu viku. Hansara áhugi var at hyggja eftir teimum nýggju maskinunum, og har var eisini mangt ymiskt
virkið skuldi fara til arbeiðis í summar. Men sum vituligt er, skulu øll loyvi verða í lagi áðrenn hetta. Tí hevur alt tikið longri tíð enn ætlað. - Tað vanta enn nakrir smálutir í góðkenningini frá Heilsufrøðiligu [...] einki fyri. Tá er prísurin snøgt sagt burtur, segði hann við Sosialin, tá vit vitjaðu í Miðvági í fjør summar. [...] aftur í ár. Fyrstafloks At Sonfinnur var farin undir hesa ætlanina, kemur ikki av ongum. Hann hevur royndir sum útróðrarmaður, og veit tí, hvussu stóran týdning tað hevur at góðskan á fiskinum er í lagi
Í gjár varminningardagur teirra sjólætnu. Sum siður er var minningarhald á Sjómansheiminum í Havn, har Bergur Debes Joensen helt minngarrøðu. Síðani varð farið niðan í Viðarlundina, har Anfinn Kallsber [...] Strendur, 39 ár. Druknaði í Vestmannaoyggjunum tann 9. juli 1999. Var inni har við »Bjørgvin«. Mikkjal Pauli Næss, Miðvágur, 67 ár. Druknaði 11. juli 1999 við bryggjuna í Miðvági. Petur Pauli á Hædd, Klaksvík [...] Klaksvík, 63 ár. Doyði 21. september 1999 í Kilmarnock í Skotlandi eftir at hann var fluttur sjúkur í land av danska skipinum »Conto«. Oddur Augustinussen, Vágur, 60 ár. Doyði umborð á »Sancy« 13. oktober