Árliga fólkaheilsurenningin verður 4., 5. og 6. september. Endamálið við fólkaheilsurenningini er at fáa fólk at røra seg meira í gerandisdegnum og at hugsa um heilsuna, sigur Aksel Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.
Lagt verður til brots við fólkaheilsurenningini fríggjakvøldið 4. september klokkan 18 í Runavík. Leygardagin 5. september klokkan 14 verður fólkaheilsurenningin í Klaksvík og á Sandi og klokkan 15 í Miðvági. Sunnudagin 6. september klokkan 13 verður fólkaheilsurenningin í Havn og klokkan 14 í Vági.
Hetta er sætta árið at skipað verður fyri árligu fólkaheilsurenningini. Undirtøkan undanfarnu árini hevur verið sera góð. Í fjør vóru fleiri enn 4.000 fólk við í fólkaheilsurenningini, og fyriskipararnir vóna, at undirtøkan verður minst líka góð í ár, sum hini árini.
- Eg gleðist um, at rákið við at renna, ganga ella bara røra seg, vindur upp á seg um alt landið, sigur Aksel Johannesen.
- Við at skipa fyri fólkaheilsurenning, ynskja vit at gera vart við týdningin av at liva sunt. Vit hava øll gott av at røra okkum eitt sindur, og tí vóni eg at síggja nógv fólk til renningina, sigur Aksel Johannesen.