Savnið í Vágum hevur til endamáls at lýsa eitt hitt mest marksetandi tíðarskeið í søgu okkara, nevniliga krígsárini 1940-45
Arbeitt verður í løtuni við at innrætta fyribils hølir til Krígssavnið í bygninginum, har Felagið Vágar húsast í Miðvági, men ætlanin er seinni at flyta inn í S.O.R. bygningin (grøna húsið við síðuna av gamla flogtorninum oman fyri flogvøllin).
Savnið hevur longu fingið fleiri lutir og vil nú eisini heita á øll, sum eiga ella vita um lutir frá hesi tíðini, um at lata savninum hesar, annaðhvørt til ognar ella til láns.
Alt hevur áhuga: Myndir, skamtanarkort, atgongumerkir, pass, heiðursmerkir, búnar, fótbúnar, leikur, alskyns lutir, bæði stórir og smáir, akfør o.m.a.
Sjónbandaupptøkur verða í hesum døgum tiknar við fólkum, sum minnast hesa tíðina.
Krígssavnið letur upp fyri almenninginum 1. mars 2009 í hølunum á Leitisvegi 58 í Míðvági.
Í hesum sambandi verður bjóða til almenna kapping um búmerki til Krígssavnið.
Atlantic Airways hevur stuðlað við tveimum virðislønum, sum eru ferðaseðil aftur og fram á rutunetinum hjá Atlantic Airways.