Nú verða bygdarposthúsini strikað

Næsta ár fáa vit seks oyggjarposthús kring landið ístaðin fyri býar- og bygdarposthúsini vit hava nú

Skjótt verður tað einki, sum eitur bygdarposthús longur.

Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, er á veg í Løgtingið við einum uppskoti at strika bygdarnavnið í posthúsunum kring landið, tí frá fyrsta januar, skulu posthúsini eita eftir oyggjunum, tey eru í.

Ístaðin fyri bygdar- og býarposthús, skulu ístaðin verða seks økisposthús kring landið og tey verða í Norðoyggjum, Eysturoy, Vágum, Streymoy, Sandoy og í Suðuroy.

 

Johan Dahl sigur, at tað kann vera óheppið og óneyðuga kostnaðarmikið, at ein bygd er nevnd í lógini, tó at kanska grannabygdin er betur egnað at hava posthús.

Hann nevnir í hesum sambandi, at í Vágum verður avgreiðsla latin upp á flogvøllinum, tí tað sampakkar við flutningsvirksemið hjá Posta annars.

 

- Tá kann øll Vágoyggin avgreiðast frá flogvøllinum og tað er eisini haðani, at tann stóra mongdin av posti kemur, sigur hann. Men eftir verandi lóg, skal Posta hava posthús í Miðvági.

 

Hetta er ein øktur kostnaður fyri Postverkið, tí verður avgreiðslan á flogvøllinum, kann ein tænasta latast allari oynni, og øllum meginøkinum, sum er líkagóð og bíligari enn tænastan, sum er í dag, sigur landsstýrismaðurin.