Fyrsta umfar í heystkappingini í Ódnartøkum verður leygardagin klokkan 13 í Miðvági. Einans 27 bátar eru mannaðir í mun til teir næstan 40 sum vóru við í ódnartøkum í fjør. Ein roynd var annars gjørd at hava 6- og 8-mannafør við kvinnum, men hetta bleiv av ongum.
Róð verður í trimum riðlum har tvær ella tríggjar bátastøddir eru í hvørjum riðili. Allir bátar rógva tríggjar ferðir hvønn dag. Riðlarnir og manningarnar síggja soleiðis út:
Riðil 1
5-mannafør Gentur
 11 Frúgvin
 10 Falkur
 9 Drekin
 8 Fípan Fagra
 7 Pílur
 6 Blikur
6-mannafør Menn
 10 Páll Feingi 
 9 Sundabáturin
 8 Lómur
 7 Kollfiringur
Riðil 2
Barnaróður Gentur
 10 Frúgvin
 9 Ingibjørg
 8 Ørnin
 7 Fípan Fagra
 6 Pílur
10-mannafør
 10 Nólsoyingur
 9 Klaksvíksingur
 8 Havnabáturin
 7 Árnfirðingur
Riðil 3
5-mannafør Kvinnur
 10 Tekla
 9 Jallurin 
 8 Falkur
5-mannafør Dreingir
 10 Drekin
 9 Sílið
 8 Ørnin
Barnaróður Dreingir
 9 Ingibjørg
 8 Pílur
Annað og triðja umfar vera ávíkavist í Runavík tann 9. september og í Hvannasundi tann 16. september. In.fo fylgir róðrinum.










