Tvær konsertir fyri Ísraelsferð

Í summar fer eitt toymi hjá Heimamissiónini til Ísraels at boða gleðiboðskapin millum ítróttarfólk.

Tað er í hesum sambandi at skipað verður fyri ikki færri enn tveimum konsertum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði leygarkvøldið.

Fyrra konsertin er kl. 19 og tá luttaka Siloa-kórið úr Fuglafirði, Magni Christiansen og Heine Lützen.

Seinna konsertin byrjar kl. 22.30, og tá luttaka bólkurin Proclaim, Petur Háberg og Gunnar G. Guttesen.

- Tann fyrra konsertin verður ein sitikonsert, meðan ein ikki noyðist at sita niðri við ta seinnu, sigur ein av fyrireikarunum Ragnhard Petersen í Fuglafirði.

Í sambandi við seinnu konsertina koyra bussar frá KFUM&K í Klaksvík, missiónshúsinum á Toftum, úr Meinigheitshúsinum í Havn og frá missiónshúsinum í Miðvági.

- Vit hava havt atongumerki í forsølu. Men í annaðkvøld gera vit tað soleiðis, at atgongumerki við dyrnar kosta 120 kr. fyri aðra konsertina og 180 kr. fyri báðar, sigur Ragnhard.

Seinni í summar fer hetta serstaka Ísraels-toymið so avstað til Ísraels. Ætlanin er at tey skulu arbeiða á tveimum økjum innan ta tey nevna ítróttar-missión.

Í fyrsta lagi ber til at arbeiða millum elitu-ítróttarfólk, og í øðrum millum børn og ung innan ymiskar ítróttargreinar. Uppgávan verður saman við ítróttarligu avrikunum at bera ítróttarfólkunum gleðiboðskapin.