Í níggju vikur hava næmingarnir fingið serliga frálæru um ferðavinnu frá fólki úr vinnuni, sum hava deilt royndir og vitan við næmingarnar.
Vinnuhúsið skrivar, at skeiðið er skipað í tøttum samstarvi millum NámX, Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands og hevur givið næmingunum eina dygdargóða innføring í ferðavinnuna.
Á hátíðarhaldinum vóru næmingar, lærarar, skúlaleiðsla, foreldur, skeiðshaldarar og umboð fyri Ferðavinnufelagið og Visit Faroe Islands. Tónleikabreytin á NámX setti sín dám á tiltakið við tónleiki.
Ferðavinnufelagið fegnast um góða samstarvið við NámX og ynskir øllum næmingunum hjartaliga til lukku við diplomunum.










