Fløvandi gáva til Beitishúsini

Vága Dansifelag hevur fingið ein kekk frá Lions Club Vágar, sum fer til at gjalda fyri alt hitaverkið í Beitishúsunum

Lions Club Vágar hevur latið Vága Dansifelg ein kekk áljóðandi kr. 32.000,- at brúka til sentralhitan í Beitishúsinum, sum eru felagshúsini hjá Dansifelagnum.
Arbeitt hevur verið í nøkur ár við at seta i stand húsini í Beitinum í Miðvági, sum Vága Dansifelag eigur. Húsini eru barnaheim Mikkjals á Ryggi.
Sunnudagin eru liðin 125 ár, síðan Mikkjal á Ryggi varð borin í heim í Beitinum, fer Vága Dansifelag at hava fyrsta tiltakið í Beitishúsinum.
Tiltakið verður eitt hátíðarhald við verkum hjá Mikkjali á Ryggi. Byrjað verður í Miðvágs Kirkju sunnudagin 17. oktober klokkan 16.00 seinnapartin, og hildið verður fram í Beitishúsunum, tá kirkjuligi parturin av skránni er liðugur.
Vága Dansifelag hevur eina serstaka Beitisnevnd, sum hevur til uppgávu at standa fyri tí arbeiði, sum gjørt verður við húsini. Tíggju ár eru síðan, Dansifelaigð fekk húsini, og arbeitt hevur verið í smáum. Í ár hevur meira ferð verið á arbeiðinum, og felagið hevur fingið so mikið góðan stuðul til arbeiðið, at fyrsta tiltakið nú kann haldast í húsinum, hóast tey ikki eru liðug.