Mangla prógv fyri at fella kirkjutjóvar

Herfyri varð peningur stolin úr fleiri kirkjum í Føroyum og nú hevur løgreglan eina góða peiling av, hvørjir tjóvarnir eru

Vit hava rættiliga góð spor at ganga eftir, men enn hava vit ikki prógvini.

 

Tað sigur løgreglan, nú tey í eina tíð hava kannað málini, har peningur er stolin úr fleiri kirkjum.

 

Tað var í summar, at løgreglan fekk einar fimm, seks fráboðanir upp í slag, um, at óbodnir gestir høvdu verið á gátt í kirkjum ymsastaðni í landinum, har landfast er, og høvdu tømt kirkjubússurnar.

 

Tað førdi við sær, at dómprósturin, Uni Næs, heitti á kirkjuráðini um at steingja kirkjurnar, og síðani hevur verið friður.

 

Síðani hevur løgreglan arbeitt við málinum og í morgun siga tey, at tey hava rættiliga góð spor at ganga eftir.

 

Tey hava eisini illgruna til ávís fólk.

 

Men løgreglan vísir á, at eitt er, hvat tey vita, eitt annað er at hava nóg góð prógv til at ákæra nakran og at føra málið í rættinum.

 

Tí heitir løgreglan enn einaferð á fólk, sum halda seg hava sæð okkurt illgrunasamt rundan um kirkjurnar í Hvannasundi, Tjørnuvík, Norðskála, Sandavági, Miðvági, og í Kvívík í summar, um at siga frá.