fortelur: »Eg eri ein deyður maður« Eg endurtaki orðini fyri meg sjálvan, áðrenn eg fari út gjøgnum portrið frá leguni. »Eg eri ein deyður maður«.. »Eg eri ein deyður maður.« Eg má síggja meg sjálvan sum [...] um og leiði hinar í míni patrulju. Aðru ferð eg var úti á patrulju í Helmand, sá eg tann fremsta mannin verða sprongdan í luftina. Hann steig á eina minu. Eg veit, at eg kann gera tað sama. Eg havi eisini [...] kúlurnar hava flogið um oyruni á mær. Eg veit, at tað kann henda aftur í dag. Eg veit, at hesin patruljutúrurin kann vera tað seinasta, eg geri í lívinum. »Eg eri ein deyður maður«. Friðarvaktir Tað er skundur
skuldi til døgurða á Hotel Hafnia. Lukkutíð høvdu tey eina troyggju í handlinum, sum passaði til Fríðrik. Fantastiskt at føroyingar eru tilvitaðir um tjóðarbúnan Majbritt Jakobsen vísir á, at mann ofta sá [...] ordiliga hørm, tá vit sóu hann koma í land soleiðis. Hatta er ordiliga syrgiligt, at ein so flottur maður, sum gongur so stylaður dagliga, skal koma til Føroya í so stórari troyggju, sigur Majbritt Jakobsen [...] prógvar, at føroyingar ganga høgt uppí tjóðarbúnan. - Tað er stuttligt at uppliva, at alt Føroya fólk er á gosi um hasa troyggjuna. Tað er fantastiskt, at føroyingar síggja so væl og eru blivnir so góðir við
sigur russin á Skála. Um kvøldið hyggur hann eftir DVD’um, lesur bløð ella rør út á internetinum á farteldu sínari. Tá vit vitjaðu umborð á Orion seinnapartin í gjár var hann í ferð við at mála á dekkinum [...] Tað er munur á hesum arbeiðinum, sum eg nú havi, og so tí sum eg havi gjørt á teimum stóru høvunum , greiðir hann frá. Og síðani leggur hann álvarsamur aftrat: - Sonur mín gongur í dag á akademi fyri at [...] umborð á Tróndi og Orion, men hevur fría atgongd at fara í land at gera tey ørindini, hann hevur havt tørv á. Skipanin millum teir báðar hevur verið so, at eitt forskot er regluliga komið inn á konto hansara
dagligt í Teilandi, har bæði arbeiða sum lærarar á einum skúla. Fyri fyrstu ferð í trý ár er Leivur heima aftur í Føroyum og hesa ferð sum giftur maður. "Hetta er fyrstu ferð, eg eri í Føroyum, so hetta [...] hetta er sjálvsagt eisini fyrstu ferð, eg eri á ólavsøku," sigur Grace, sum er fødd í Hong Kong, men er uppvaksin í Sidney, Australia. "Eg havi hinvegin verið ofta," sigur Ragnar flennandi, sum er bæði føddur [...] um tey føroysku klæðini. Tey eru ordiliga flott. Eg hevði ynskt, at Leivur átti slík," sigur Grace á enskum og hyggur spyrjandi at Leivi, sum flennir og yppir øksl. "Satt at siga er Grace komin longri
verið fastur maður á landsliðnum, sigur Gert Hansen, sum er beiggi Arnbjørn. «Hann dugur væl at spara upp á orkuna og rann hann allan dystin, so hevði hann kanska ikki orkuna til at seta ferð á tá hann skal [...] hevur í fleiri ár lopið kvøkk á føroyskar verjuleikarar, sum halda at fitti og róligi framherjin bara stendur og hugnar sær frammi á vøllinum. Men so skjótt hann setur ferð á, so er tað ongin, sum megnar [...] Hansen kann spæla á føroyska landsliðið hevur verið deilt í tvey. Tað eru tey, sum halda at føroyska landsliðið ikki hevur ráð at hava ein “luksus” áleypara, sum ikki rennur eins nógv og hinir á liðnum. Hinvegin
mánaðir gekk á einum listarskúla fyri vaksin, at verulig gongd kom á. Fyri einum ári síðan var hon aftur í Ný Sælandi. Hetta var á einum øðrum listarskúla, og hetta skeiðið tók seks vikur. - Tá maður mín keypti [...] egnu skyld. Nýklaktað listarkvinnan hevur fleiri frálíkar, forvitnisligar og spennandi málningar við á síni framsýning. - Eg hugsi slett ikki um at gerast heimskend, men eg geri hetta, tí eg tími tað, og [...] kreativt til veruleika. - Í Seglhúsinum havi eg bestu umstøður, og eg vil fegin bjóða øllum áhugaðum inn á gólvið, nú fernisering verður fríggjadagin klokkan 16, og framsýningin annars verður opin, meðan bátastevna
meginparturin er longa, og tað er ikki so galið. Tað sigur skiparin á Kamaro, sum sjómanstrúboðarin, Torleif Johannessen, hevur hitt umborð á skipinum í Kollafirði í dag, nú teir løgdu veiðina upp. - Noreg [...] línuskip sum fiska av hesi kvotu, sigur skiparin, Oddvar Ervik. Tað er saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum, sum hevur keypt veiðina hjá norska línuskipinum. Kamaro fer eftir ætlan út aftur at royna í umleið [...] Í dag landar norska línuskipið Kamaro í Kollafirði. Teir hava roynt í hálva triðju viku á Suðuroyarbankanum og hava umleið 100 tons av avhøvdaðum fiski. - Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, hóast vit
Er tað nakar, sum hevur verið ímyndin av stríðnum fyri betri ítróttarfelag á Strondum, so er tað Henry Jarnskor. Ikki er hann føddur strandingur, men hann er ikki minni strandingur fyri tað. Heldur øvugt [...] Jarnskor, meðan hann heldur í fartelefonini. - Eg má fara at ringja til Tonny og siga honum úrslitið. Á, gud sum hann verður glaður, sigur Henry við einum stórum smíli um andliti. - Hetta eru jú børnini hjá [...] Tonny, sum Jónleif hevur tikið sær so væl av, sum nú eru blivin føroyameistarar, sigur Henry og vísir á hvussu týdningarmikið tað er, at hava eitt gott ungdómsarbeiði. At hann er glaður - Henry - tað er einki
hann at fara á møtir í samkomunum í Fuglafirði, saman við vinum sínum. Og tá hann so í november mánaði í fjør - rættari sagt 2. november 2009 - á fyrsta sinni trein inn um dyrnar hjá Dugna á Kambsdali, var [...] nøkur dugandi starvsfólk sum roknaðu við sær. Nú var hann ikki longur ein maður uttan starv, tí nú kann hann nevna seg “arbeiðsfólk” á Dugna. Hesir veruleikar vóru honum til stórt gagn: - Var eg ikki her, [...] virkseminum, sum gongur fyri seg her inni í endurnýtsluhandlinum og verkstaðnum á Kambsdali. Saman við starvsfólkunum á Dugna, luttaka tey ymisku arbeiðsfólkini, sum tey kallast, í tí dagliga virkseminum
ein so góður maður kundi dragast fyri rættin. Tað var eftir, at hann var friðarsemingsmaður á Balkan, og samráðingarnar endaðu úrslitaleysar. - Tað var ongantíð hansara skuld, at kríggj bleiv á Balkan. Kríggið [...] at hann er ein góður maður, og tí havi eg klipt ymiskt út úr avísum, tá hann hevur verið frammi, greiðir Emma Heinesen frá. Hon leggur afturat, at tað eru summi, sum samla upp á filmsstjørnur og tónleikarar [...] Stoltenberg Sá hann einaferð Emma Heinesen greiðir frá, at hon í 1973 helt seg síggja hann. - Tað var á flogvøllinum í Oslo, meðan eg var flogterna, at eg sá eitt fylgi. Tá helt eg bestemt, at eg sá høvdið