Tá Fríðrikur krúnprinsur kom í land í føroyskum klæðum í gjár, varnaðust nógvir føroyingar, at troyggjan hjá honum var alt ov stór. Eftir fleiri fráboðanir og áheitarnir settu Tórshavnar kommuna og Løgmansskrivsstovan seg í samband við handilin Marjun Heimá um at veita krúnprinsinum nýggja troyggju. Starvsfólkini í Marjun Heimá høvdu longu lagt merki til ov síðu troyggjuna áðrenn hetta og hildu tað vera skammiligt.
- Vit blivu ordiliga hørm, tá vit sóu hann koma í land soleiðis. Hatta er ordiliga syrgiligt, at ein so flottur maður, sum gongur so stylaður dagliga, skal koma til Føroya í so stórari troyggju, sigur Majbritt Jakobsen, stjóri í Marjun Heimá.
- Eg ivist í, um hann yvirhøvur hevur roynt klæðini, áðrenn hann kom í land.
Sikkurt sama troyggja
Fyrstu troyggjuna fekk Fríðrikur krúnprinsur í gávu, tá hann giftist í 2004, og hann er ivaleyst farin í hesa somu troyggjuna í gjár.
- Hatta er ein kombinatión av sjuski og manglandi vitan um tey føroysku klæðini. Mann hevði aldrin farið í ein klædning í dag, sum mann var í fyri 14 árum síðani, uttan at roynt og tilpassað hann áðrenn, sigur eigarin av Marjun Heimá.
Tey í Marjun Heimá høvdu ein tíma til at veita honum eina nýggja troyggju, áðrenn hann skuldi til døgurða á Hotel Hafnia. Lukkutíð høvdu tey eina troyggju í handlinum, sum passaði til Fríðrik.
Fantastiskt at føroyingar eru tilvitaðir um tjóðarbúnan
Majbritt Jakobsen vísir á, at mann ofta sá fyrr, at fólk lándu føroysku klæðini frá t.d. foreldrunum, sjálvt um klæðini kanska ikki sótu so væl. Hetta rokið um troyggjuna hjá krúnprinsinum prógvar, at føroyingar ganga høgt uppí tjóðarbúnan.
- Tað er stuttligt at uppliva, at alt Føroya fólk er á gosi um hasa troyggjuna. Tað er fantastiskt, at føroyingar síggja so væl og eru blivnir so góðir við okkara klæði. Mann er blivin nógv meira tilvitaður um, hvussu klæðini skulu sita í detaljum. Ein serligur uppreistur er við mannfólkaklæðunum. Har eru so nógvir flottklæddir menn í Føroyum, og tí er tað so syrgiligt, at ein so flottur krúnprinsur skal koma til Føroya í einari so stórari troyggju, sigur hon.
Hon leggur aftrat, at hann nú riggar sera væl og sær elegantur út í nýggju troyggjuni.
Løgmansskrivstovan hevur eisini bílagt ein møttul til Mary, sum Marjun Heimá hevur seymað henni, og hesin er seymaður og tilpassaður.