- Kundi etið fisk hvønn einasta dag

- Nei, eg líði onga neyð og eg havi heldur ongar trupulleikar av at vera einsamallur her umborð á Orion. Eg havi bæði fartelefon, DVD og nóg mikið av mati. Hvat meir kann eg krevja?!, sigur nógv umrøddi russin á Skála, Bogdan Trendovatskiy

Skáli: - Eg elski fisk og mær hevur altíð dámað sera væl at fiska – serliga nú eg havi fingið stundir til tað her á Skála.

- Her er nokk at fáa, og skal eg siga tær, at eftir bert tveimum tímum havi eg kunnað fingið 2-3 kilo av seiði og skrubbum. Ein dagin fekk eg eisini eina stóra brosmu her inni við skipið. Kom, so skal eg vísa tær hana!, sigur tann 52 ára gamli russiski maskinmeistarin, sum upprunaliga er ættaður úr Murmansk í Norðurrusslandi.

Hann er kvikur yvir til frystiboksina, sum er á tremur við øllum tí matinum, sum hoyrir einum húsarhaldi – og eisini einum skipi – til. Her er so einki tekin til armóð og neyðarstøðu.

Í dag vanta tveir mánaðir og fýra dagar í, til hann hevur verið her í eitt ár. Og líkt er til, at Bogdan Trendovatskiy hevur havt nóg mikið at gera, hevur trivist her – og hevur ikki minst hug at koma aftur hendavegin at arbeiða einaferð seinni.


Sum ein feria

Hóast Bogdan Trendovatskiy nú arbeiðir í Føroyum, er hann ein maður sum hevur ferðast víða um heimin fyri at útinna handverk sítt, soleiðis at hann kundi breyðføða sær sjálvum, konuni og soni teirra.

- Eg havi faktiskt arbeitt uttanlands síðani 1993, og tað hevur mær dámað sera væl. Tá eg so fekk møguleikan at koma til Føroyar, tók eg sjálvandi av, sigur russin á Skála.

Sum maskinmeistari hevur yrkið ført hann til so ymisk lond sum Egyptaland, Italia og Frakland, og eisini til lond í Miðeystri. Á heysti í fjør skuldi hann fara til eina uppgávu í Grikkalandi, men onkrar forðingar gjørdu, at hetta arbeiðið kortini ikki gjørdist til veruleika. Tí kom hann hendavegin.

Eingin ivi er um, nær hann kom til Føroyar, tí á bryggjuni hevur hann málað við gulari skrift hvaðani hann kom og nær hann kom til Føroyar – Murmansk, 22.11.2007.

Í sínum lívi hevur hann millum annað starvast í maskinrúmum umborð á størri og smærri skipum, eftir at hann fyri 25 árum síðani var liðugur sum meistari.

- At koma higar til Føroyar, tað er sum ein feria fyri meg. Tað er munur á hesum arbeiðinum, sum eg nú havi, og so tí sum eg havi gjørt á teimum stóru høvunum, greiðir hann frá. Og síðani leggur hann álvarsamur aftrat:

- Sonur mín gongur í dag á akademi fyri at gerast skipari. Tað er gott at hann ger tað, tí eg ynski so ikki fyri hann, at sonur mín skal enda í einum maskinrúmi. Hann skal koma at standa til róðurs á eini brúgv!


Máling og koplingar

Ein hósdag í november mánaði í fjør kom Bogdan Trendovatskiy til Føroyar í tænastu hjá arbeiðsgevara sínum, Sjúrði Gorm Petersen.

Á Skála hevði reiðarin tvey skip liggjandi við bryggju, og tí var neyðugt at hesi skuldu haldast viðlíka hvønn einasta dag, soleiðis at virðini ikki fóru fyri skeyti.

- Mítt arbeiði hevur verið at hyggja eftir káplunum, koplingum, starta generatorin og tryggja mær, at alt í maskinrúminum riggaði til fulnar. Og so havi eg sjálvandi eisini málað rættiliga nógv, greiðir hann frá.

Í gjár var rættiliga gott veður inni á Skála og tá málaði hann uttandura. Men í dag – hósdag – hevði Bogdan Trendovatskiy hoyrt, at veðrið fór at verða merkt av regni og vindi. So tí varð neyvan nakað av uttandura virksemi í dag.

- Nei, um tað verður regn í morgin, so fari eg at mála umborð á Tróndi. Tað gamla bildekkið treingir so sanniliga til eitt sindur av máling!


Arbeiði, eti og sovi

Hesa vikuna hevur nógv fokus verið á umstøðunum hjá 52 ára gamla russanum. Men sambært honum hevur hann tað sera gott umborð.

- Ja, eg geri tað sama sum so mong onnur – eg arbeiði, eg eti og eg sovi. Hetta er sum eitthvørt annað vanligt arbeiði, greiðir Bogdan Trendovatskiy frá, og letur upp eitt etui fult av ballaðum sigarettum.

Hann fer vanliga á føtur um átta tíðina, fær sær ein bita at eta og ger seg síðani kláran til dagsins uppgávur. Og – sum so mong onnur – fer hann til verka tá klokkan er farin at nærkast níggju.

Tað er nóg mikið at tríva í, tá ein skal ansa eftir tveimum slíkum skipum, so áðrenn Bogdan veruliga veit av tí, er klokkan farin av middegi og urið í messuni vísir 14:00.

Um hetta mundið er svongdin eisini farin at gera um seg, og tá er ein góður biti ikki at forsmáa. Hann kann fáa sær sjálvveiddan seið, rundstykkir, wienarbreyð, cornflakes, fransbreyð við livurposteik, fríska frukt og mangt, mangt annað.

Eftir at henda máltíðin er komin niður um, fer hann aftur til sítt dagliga arbeiði, og gevst nakrar tímar seinni.

- Eg plagi at arbeiða til klokkan 6 ella 7. Eg gevist so ongatíð fyrrenn klokkan er farin at nærkast 6, sigur russin á Skála. Um kvøldið hyggur hann eftir DVD’um, lesur bløð ella rør út á internetinum á farteldu sínari.

Tá vit vitjaðu umborð á Orion seinnapartin í gjár var hann í ferð við at mála á dekkinum aftanfyri stýrihúsið. Málingin var komin umborð fyrr um morgunin. Nú ráddi um at mála, meðan turt er.

- Sunnudag arbeiði eg bert 2-3 tímar. Ein má jú minnast til at tað er ein halgidagur!


Umborðgjørdar frikadellur

Hóast Bogdan Trendovatskiy hevur verið umborð á bátunum í slakar 10 mánaðir, hevur hann ikki liðið nakra neyð.

Tá Sosialurin vitjaði umborð seinnapartin í gjár, vardi ikki leingi fyrrenn hann beyð okkum innar í messuna til kaffi ella the. Í einum plastikkposa vóru hópin av theposum og í eini stórari krukku gott Nescafe.

At Bogdan Trendovatskiy dámar væl fisk og at fiska, fæst fullgott prógv fyri, tá hann byrjaði at borðreiða fyri okkum: 1-2-3 so stóðu tvey føt við steiktum skrubbum á borðinum, eitt ílat við umborðgjørdum fiskafrikadellum, nýggj súrepli, longlife-mjólk og pulvurkaffi.

- Bíða mær eitt bil, eg skal fara eftir onkrum góðum aftrat til tykkum, sigur hann og er skjótur inn í kabússuna umborð.

Løtu seinni er hann aftur við einum posa, og úr honum stoytir hann fýra rundstykki og eitt wienarbreyð, sum hóska seg væl afturvið einum kaffimunni.

- Tit báðir kunnu eta rundstykkini, og so kann tann unga dáman fáa wienerbreyðið, sigur hann við einum brosi. – Faktiskt, so hevur hon sama hárlit sum fyrrverandi kona mín!

Skjótt er ein elektriskur ketil við heitum vatni komin á borðið, og so er bara at forsýna sær av øllum tí, sum vinarligi russin borðreiðir við.

- Fáið tykkum nú endiliga av øllum sløgum!!

Líkt er til, at meiri er til av øllum hesum, haðani hetta verður tikið. Frystiboksin er í øllum førum á tremur við øllum góðum – osti, smøri, høsnarungum, suppuurtum, pylsum, livurposteik og eini stórari brosmu, sum hann sjálvur hevur fiskað her á Skála.

- Mær dámar so væl fisk, at eg kundi gott etið fisk hvønn einasta dag!, sigur Bogdan Trendovatskiy við einum brosi.





Mister Petterson is a good man

Líkt er til, at fíggjarligu viðurskiftini hjá Bogdan Trendovatskiy eru við at koma í rættlag. Hann hevur kortini onga neyð, og skilir væl at tað hevur tikið so langa tíð hjá reiðaranum, Sjúrði Gorm Petersen at skipa hetta.

- Mister Petterson (altso Sjúrður Gorm) is a good man, slær hann fleiri ferðir fast. - But he has one problem: He is too busy. He works too much!

Hóast hetta hevur hann verið sera væl viðfarin av Mister Petterson: Tá honum hevur tørvað okkurt, hevur hann bara ringt til Havnar við egnu fartelefon sínari, og sama dag ella dagin eftir er reiðarin sjálvur komin inn á Skála at fáa alt í rættlag.

- Ja, hann kemur her, og so fara vit báðir niðan til PE(matvøruhandilin á Skála)og so keypi eg tað, sum eg havi brúk fyri. Og Mister Petterson betalir, greiðir Bogdan Trendovatskiy frá.

Bogdan hevur bæði búð, sovið og arbeitt umborð á Tróndi og Orion, men hevur fría atgongd at fara í land at gera tey ørindini, hann hevur havt tørv á.

Skipanin millum teir báðar hevur verið so, at eitt forskot er regluliga komið inn á konto hansara, og við VISA-korti sínum skuldi hann bert ganga ella tumla út til peningastovnin á Strondum fyri at taka peningin út.





FAKTA


Bogdan Trendovatskiy

er maskinmeistari og hevur arbeitt við mongum, fyri ikki at siga øllum sløgum av motorum.

Hann er 52 ára gamal, var útbúgvin sum maskinmeistari í 1983, og eigur ein son sum hevði føðingardag í gjár.

Hann er úr Murmansk, og var giftur inntil fyri fimm árum síðani, tá konan valdi at flyta frá honum og aftur til heimland sítt, Ukraina.

- Hon treivst ikki í kuldanum í Murmansk, greiðir Bogdan Trendovatskiy frá.