Nú bátastevna verður í Vestmanna um vikuskiftið, fer Heidi Petersen í Vestmanna at sýna fram umleið 24 málningar, sum hon hevur málað.
Í fleiri ár hava maðurin og hon átt gamla Seglhúsið í Vestmanna, haðani reiðaravirksemið hjá manninum hevur verið rikið.
Fyri sløkum ári síðan tók Heidi ein part av ovaru hæddini í bygninginum í brúk sum atelier, og her hevur hon málað, síðan umstøðurnar gjørdust so góðar.
Heidi hevur altíð verið kreativ. Hon hevur teknað alt tað, hon minnist og hevur fingist við ymiskt, eitt nú pastell og krit.
Dreymur hennara hevur eisini verið at mála, men tað var ikki, fyrr enn hon veturin 2002/ 2003 var eitt hálvt ár í Ný Sælandi, har hon í tríggjar mánaðir gekk á einum listarskúla fyri vaksin, at verulig gongd kom á.
Fyri einum ári síðan var hon aftur í Ný Sælandi. Hetta var á einum øðrum listarskúla, og hetta skeiðið tók seks vikur.
- Tá maður mín keypti skipini, fyrrverandi Hádegisklett og Stígarklett, úr Ný Sælandi, var hann har yviri, og tað var líka sum tíðin hjá honum í Ný Sælandi sum gjørdi, at vit valdu at fara yvir aftur veturin 2002/ 2003, sigur hon.
Heidi Petersen hevur ikki havt listaframsýningar áður, og hetta er soleiðis fyrstu ferð, at hon sýnir sína list fram fyri almenninginum.
- Eg tími hetta sera væl, og í løtuni er listin mítt eitt og alt. Hetta er spennandi, stuttligt og avbjóðandi, og eg geri tað, sum eg tími at gera - og fyri mína egnu skyld.
Nýklaktað listarkvinnan hevur fleiri frálíkar, forvitnisligar og spennandi málningar við á síni framsýning.
- Eg hugsi slett ikki um at gerast heimskend, men eg geri hetta, tí eg tími tað, og eg geri tað, sum eg havi hug til at gera.
Sjálv heldur Heidi Petersen, at hetta er eitt fantastiskt privilegium fyri hana at kunna gera lívsdreymin um at arbeiða kreativt til veruleika.
- Í Seglhúsinum havi eg bestu umstøður, og eg vil fegin bjóða øllum áhugaðum inn á gólvið, nú fernisering verður fríggjadagin klokkan 16, og framsýningin annars verður opin, meðan bátastevna er í Vestmanna.
Málningarnir hjá Heidi eru abstraktir og rættiliga fjølbroyttir, bæði í litum og motivum.
- Íblásturin kemur fyri tað mesta úr náttúruni. Hetta er tað, eg dugi at gera í løtuni, og nú tori eg at standa við tað, eg geri, sigur hon.