Í dag landar norska línuskipið Kamaro í Kollafirði. Teir hava roynt í hálva triðju viku á Suðuroyarbankanum og hava umleið 100 tons av avhøvdaðum fiski.
- Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, hóast vit altíð ynskja okkum meiri fisk. Vit hava ligið um seks tons um samdøgnið av avhøvdaðum, har meginparturin er longa, og tað er ikki so galið.
Tað sigur skiparin á Kamaro, sum sjómanstrúboðarin, Torleif Johannessen, hevur hitt umborð á skipinum í Kollafirði í dag, nú teir løgdu veiðina upp.
- Noreg hevur eina felagskvotu av botnfiski undir Føroyum, og í løtuni eru tað vit og tvey onnur línuskip sum fiska av hesi kvotu, sigur skiparin, Oddvar Ervik.
Tað er saltfiskavirkið Vaðhorn á Strondum, sum hevur keypt veiðina hjá norska línuskipinum. Kamaro fer eftir ætlan út aftur at royna í umleið tvær vikur aftrat, og síðan fara teir heimaftur.
Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini veit at siga, at 14 mans eru við Kamaro. Teir arbeiða í 12 tímar og hava so frí í 12. So arbeiða teir aftur í 12 tímar og hava so frí í seks - og so umaftur 12 og 12.
Tá Torleif Johannessen vitjaði umborð, helt skiparin fyri, at nú mundi fiskiskapurin fara at batna, nú trúboðarin hevði verið umborð og biðið um Guds signing yvir bæði manning og skip.
Oddvar Ervik er ikki ókendur undir Føroyum, tí í 2004 var hann við línuskipinum West Freeser úr Miðvági.
- Kamaro er bygdur í 1986. Hann er 39 metrar langur og 8,2 metrar breiður. Motorurin er ein 920 HK. Catepillar frá 2007, veit Facebook-síðan hjá Føroysku Sjómansmissiónini at siga.









