Hann hevur í fleiri ár lopið kvøkk á føroyskar verjuleikarar, sum halda at fitti og róligi framherjin bara stendur og hugnar sær frammi á vøllinum. Men so skjótt hann setur ferð á, so er tað ongin, sum megnar at fylgja honum. Hóast hann til tíðir sær nakað tungur út, so er kvikleikin ikki til at taka feil av. Toppferðin er hægri enn hjá nøkrum miðverja í landinum. Tað prógvar hann javnan.
Hann er ein áleypari av gamla slagnum. At renna aftur í vøllin gevur onga meining. Heldur ikki at renna for nógv, tí so orkar hann ikki at skjóta mál. Hann er tryggur frammanfyri málinum og sinnalagið er av heldur róligari slagnum . Trúgvin upp á seg sjálvan er stór. Hann er ikki sinnaður at broyta seg sjálvan, tí onnur halda at hann skal gera ávís ting øðrvísi. Hann hevur hóast alt verið millum vandamiklastu framherjarnar í landinum síðani 2006, og tað veit hann eisini væl.
- Málið er landsliðið
Kjakið um Arnbjørn Hansen kann spæla á føroyska landsliðið hevur verið deilt í tvey. Tað eru tey, sum halda at føroyska landsliðið ikki hevur ráð at hava ein “luksus” áleypara, sum ikki rennur eins nógv og hinir á liðnum.
Hinvegin, so hevur Arnbjørn Hansen verið við til at vunnið føroyska landsliðnum sjey stig. Hann var millum annað við móti Eysturríki og hevði tá ein til tveir stórar møguleikar. Síðani hevur hann skotið mál móti Litava og Estlandi, tá Føroyar vunnu ávíkavist 2-0 og 2-1.
So samansetingin við Arnbirni Hansen og landsliðnum er ikki uppskriftin upp á at tapa í sær sjálvum.
Tað er bara blivið til 11 landsdystir og tvey mál, men Arnbjørn kundi hugsa sær at økt um tað talið, nú landsliðið skal takast út til dystirnar móti Svøríki og Írlandi á Tórsvølli.
- Tað er altíð stuttligt at verða á landsliðnum. Hevur tú ikki tað sum gularót, so er tað ikki eins stuttligt. Eg vóni at eg fái boð, men tað er ikki so at eg siti og bíði ella fari at gráta um eg ikki fái landsliðsboð, sigur Arnbjørn Hansen stutt eftir at dysturin í Sarpugerði er liðugur.
Arnbjørn Hansen hevur framvegis landsliðið sum mál, men ásannar at hann er nokk blivin ov gamal sum fótbóltsspælari at seta nøsina upp ímóti nakrari yrkisleið í fótbóltsverðini.
For dovin til landsliðið?
Arnbjørn er blíður av lyndi og svarar erligt upp á spurningarnar, men upp á ein skemtiligan hátt. Har er onki gjøgnumhugsað fjølmiðlaspæl við teimum afturgangandi setninginum vit kenna frá úti í heimi.
Tað ger hann eisini, tá hann verður spurdur um hann er for dovin til at spæla á landsliðnum.
- Ja, tað eri eg allarhelst. Eg eri ikki ein týpa sum tímur so væl at renna. Og tá eg renni, so dámar mær best at renna frameftir vøllinum, sigur hann við einum smíli.
- Tá eg sá landsliðið spæla móti Týsklandi hugsaði eg, at tað var gott at eg ikki spældi við, tí teir høvdu ongantíð bóltin. So nógv hevði eg ikki orka at runnið, sigur Arnbjørn víðari og flennur.
Málini, sum Arnbjørn Hansen hevur skotið á landsliðnum, eru bæði komin eftir deyðbóltar. Eftir hornaspark móti Litava og eftir brotsspark, sum Fróði Benjaminsen brendi, ímóti Estlandi.
Málini og sigarnir vitna um, at Arnbjørn kann spæla á landsliðnum, men hann er sjálvur skjótur at ásanna, at tey málini ikki eru komin móti teimum sterkastu tjóðinum.
- Nú hevur tað ikki verið móti Týsklandi, men kanska er tað tí eg dugi at skora upp á møguleikarnar ella møguleikan, sum føroyingar fáa í einum dysti. Men tað er landsliðsvenjarin, sum má taka støðu til um eg eri góður nokk, leggur Arnbjørn afturat.
Samrøðan er í løtum álvarslig, men Arnbjørn sparir ikki upp á skemtiligu viðmerkingarnar. Spurdur um hann ikki kann broyta sín spælistíl til landsdystirnar er hann skjótur at at svara;
- So má eg út í fyrra hálvleiki, sigur Arnbjørn vísandi til manglandi rennu orkuna, og fer aftur at flenna.
Arnbjørn hevur altíð spælt sum áleypari og kann ikki minnast, at tað nakrantíð hevur verið øðrvísi.
- Eg havi onkuntíð hugsa um tað, men eg haldi eg havi verið so síðani eg var lítil. Eg havi altíð spælt har frammi. Í skúlanum hjálpi eg nokk meiri til í verjupartinum, men tá var vøllurin ikki so langur, sigur Arnbjørn og heldur áfram at smáflenna.
Tað krevur meiri av hinum á liðnum, tá ein maður stendur fremst og ikki rennur eins nógv. Tað er tó ikki nakað Arnbjørn hugsar so nógv.
- Ikki longur. Nú havi eg spælt so nógv ár í bestu deildini, men um teir eru ónøgdir, so kunnu teir bara finna onkran annan áleypara. Men tað riggar væl hjá okkum. Teir vita hvat eg standi fyri og eg veit hvat teir standa fyri. Eg haldi báðir báðir partar hava góðtikið støðuna, sigur Arnbjørn við eitt sindur av skemti og álvarsemi í senn.
Skaðafríur í ein mánað
Arnbjørn hevur verið skaddur tað mesta av árinum, men seinastu dystirnar er hann komin fyri seg. Formkurvan peikar rætta vegin og nú koma málini eisini. Sunnudagin skoraði hann tvey mál og bæði vóru týpisk áleypara mál. Tað fyrra til 2-0 var ein fríspæling, har Arnbjørn brádliga kom púra leysur móti málinum. Ein móti einum var hann róligur og rak framvið málmanninum og trillaði bóltin í mál.
Í seinna hálvleiki økti hann til 3-0, eftir at Sorin Anghel legði innfyri úr vinstru. Innfyri skuldi Arnbjørn bara seta fótin á.
- Nú havi eg verið skaðafríur í næstan ein mánað. Eg orki betri nú og hugurin at venja er eisini betri, tá tú ikki er skaddur, greiður Arnbjørn frá.
Tað er sami skaðin, ið hevur gjørt um seg alt árið.
- Eg havi ein skaða í baklærinum, sum hevur verið har í næstan alt ár. Eg spæli eisini hondbólt um veturin, men eg veit ikki hvussu gott tað er fyri kroppin. Tað er bara ringt at lata vera, tí eg tími bæði líka væl, sigur Arnbjørn.
Við sigrinum á Víkingi og javnleikinum á Toftum millum B68 og ÍF, er EB/Streymur aftur oddalið í Effodeildini nú bara tvey umfør eru eftir. Men í Sundalagnum hava tey lært ikki at taka nakað fyri givið.
- Vit hava roynt at staði í hesi støðuni fyrr og tað kiksaði móti KÍ á sinni í 2006, so vit taka einki fyri givið, sigur Arnbjørn Hansen og leggur afturat, at tað var fyrsta árið hjá honum í bestudeildini.
EB/Steymur betra liðið
EB/Streymur var omaná í dystinum í Sarpugerði sunnudagin. Tað var fitt av vindi og tað ávirkaði spælið so skjótt bólturin fór upp frá vøllinum. EB/Streymur hevði vindin undan í fyrra hálvleiki. Tað bleiv til tvey mál. Fyrst legði Levi Hanssen gestirnar á odda eftir uppspæl í vinstru síðu.
Lítla løtu seinni økti Arnbjørn Hansen. Helst var tað Levi Hanssen, sum átti avgerandi avleveringina. Onkur vildi vera við, at Arnbjørn helst mundi havt verið rangstaddur, ella hevur Víkinga verja av álvara sovið í tímanum.
Víkingur minkaði um munin til 3-2, men seinna málið kom við næstan seinasta sparkinum í dystinum, so tað náddi ongantíð veruliga at blíva spennandi.
Eftir dystin stóðu EB/Streyma leikararnir og viðhaldsfólkini spent og bíðaðu eftir úrslitinum av Toftum. Tað var stór gleði, tá tað frættist at ÍF hevði sett stig til, og tað nú aftur er upp til EB/Streym at vinna meistaraheitið.
Heldur Arnbjørn fram frá í gjár, so er tað sannlíkt, at tað fyri aðru ferð í søguni verður landskappingargullveitsla hjá EB/Streymi.
trondur@sosialurin.fo
Er Arnbjørn Hansen for dovin til landsliðið? Hvat siga viðleikararnir:
Gert Hansen:
«Ja, hann er nokk eitt sindur for dovin. Hann kundi havt gjørt eitt sindur meiri við tað, so hevði hann heilt sikkurt verið fastur maður á landsliðnum, sigur Gert Hansen, sum er beiggi Arnbjørn.
«Hann dugur væl at spara upp á orkuna og rann hann allan dystin, so hevði hann kanska ikki orkuna til at seta ferð á tá hann skal, sigur Gert.
Vit eru bara vanir við tað eftir hondini. Eg vil ikki siga at hann beinleiðis er dovin. Hatta er bara hansara stílur, sigur Gert Hansen.
Hans Pauli Samuelsen:
«Arnbjørn hevur ymiskar dagar. Onkrar dagar rennur hann meir og onkrar dagar rennur hann minni, men hann dugur væl at útnytta tað orkuna hann hevur, sigur Hans Pauli.
« Eg veit ikki ordiliga viðvíðkjandi landsliðnum. Eg veit tað frá mær sjálvum, at á landsliðnum skal ein kunna renna allan dystin. Kanska eru vit báðir eitt lítið sindur for dovnir til landsliðið, sigur Hans Pauli við einum smíli.
«Tá hann er einsamallur er hann avslappaður, men tá hann og Leif Niclassen eru saman, so er futtur í, sigur Hans Pauli um Arnbjørn uttanfyri vøllin.
Pætur Dam Jacobsen:
« Landsliðsvenjarin má avgera um hann er for dovin ella ikki, men hann hevur havt nógvar skaðar í ár og er tí ikki komin í form, sigur Pætur Dam Jacobsen.
«Eg dugi ikki at síggja hví hann ikki kann spæla á landsliðnum, sigur stríðsmaðurin á miðvøllinum víðari.
Um hann ikki skorar, so kann eg blíva irriteraður, men skorar hann so er fínt. Um hann skorar eitt mál pr dyst, so leggi eg einki í um hann stendur har frammi, sigur Pætur Dam Jacobsen um at spæla á liðið saman við Arnbirni.