Kambsdalur: - Hetta er eitt sera gott stað, sigur 50 ára gamli fuglfirðingurin.
Hann hevur nógv at gera í dag. Fyri løtu síðani kom ein bingja á tremur við innbúgvi og øðrum til verkstaðið. Henda skuldi tømast sum skjótast, so lastbilurin slapp avstað aftur.
Sámal Johan var annars júst komin so gott í gongd við arbeiðið sítt í morgun. Tveir stólar trongdu til onkra minni umvæling, áðrenn teir kundu fara út í sølubúðina.
Her er brúk fyri einum fólki við skili, arbeiðssemi og hugi at gera hetta arbeiðið.
- Eg veit ikki, hvussu stórur handverkari tað er í mær. Men eg royni bara at gera mítt besta, sigur Sámal Johan.
Tað er skilligt, at hann fegin vil hava arbeiðið at polstra báðar stólarnar av nýggjum liðugt sum skjótast í dag.
Honum bíðar nevniliga ein onnur stór uppgáva, sum eisini skal fremjast í verki beinanvegin: Myndaframsýningin, sum skal lata upp fríggjadagin.
- Ja, eg má heldur skunda mær aftur út á verkstaðið, sigur hann.
Og burtur var hann.
Gekk runt og mól
Søgan hjá Sámali Johan skal ikki lýsast her út í æsir. Men fólk í Fuglafirði kenna helst søguna um mannin, sum fáa kanska roknaðu við.
- Nei, eg helt meg mest fyri meg sjálvan. Gekk bara runt og mól, ella eg sat frammanfyri telduni.
- Men soleiðis er tað ikki nú, sigur blíðsníðaði fuglfirðingurin. - Alt hetta gjørdu góðir vinir, sum hjálptu mær sera nógv.
Lívið sá ikki so gott út hjá Sámali Johan, men fyri einum tveimum árum síðani byrjaði hann at fara á møtir í samkomunum í Fuglafirði, saman við vinum sínum.
Og tá hann so í november mánaði í fjør - rættari sagt 2. november 2009 - á fyrsta sinni trein inn um dyrnar hjá Dugna á Kambsdali, var hetta ein stór broyting í hansara lívi.
Nú vóru tað knappliga nøkur, sum høvdu brúk fyri hansara arbeiðsmegi og hjáveru; nøkur dugandi starvsfólk sum roknaðu við sær. Nú var hann ikki longur ein maður uttan starv, tí nú kann hann nevna seg “arbeiðsfólk” á Dugna.
Hesir veruleikar vóru honum til stórt gagn:
- Var eg ikki her, so veit eg ikki hvar eg hevði verið í dag, sigur hann við einum smittandi brosi.
Dámar myndir
Eitt var at koma út millum góð fólk. Eitt annað var, at henda nýggja byrjanin í lívi hansara, fekk aðrar natúrgávur fram, og haraftrat til gleði og gagn fyri onnur.
- Eg keypi mær eitt myndatól, og tað havi eg brúkt nógv og havi havt stóra gleði av tí, sigur hann.
Serliga væl dámar honum at taka myndir úr føroysku náttúruni og av øllum tí fjølbroytta virkseminum, sum gongur fyri seg her inni í endurnýtsluhandlinum og verkstaðnum á Kambsdali.
Saman við starvsfólkunum á Dugna, luttaka tey ymisku arbeiðsfólkini, sum tey kallast, í tí dagliga virkseminum, sum hoyrir slíkum endurnýtsluhandli til. - Nú kom jú hasin konteynarin í morgun. So eg hjálpti til við at tøma hann, men tók eisini fleiri myndir, greiðir hann frá.
Sámal Johan og John sýna fram
Í eina tíð hevur Sámal Johan Samuelsen tikið myndir, og nú fær so almenningurin høvið til at síggja nakrar teirra.
Henda framsýningin byrjar fríggjadagin, og tá verður møguleiki at síggja myndir úr Eysturoynni, umframt myndir sum hann hevur tikið á verkstaðnum á Kambsdali.
Hann verður kortini ikki einasti maðurin, sum fer at sýna fram verk síni. Saman við Sámali Johan fer eisini John Reynbú at vísa fram fleiri av kolekningum sínum av landsløgum, náttúruni og bygdamyndum úr heimbygd síni, Funningi.
Henda framsýningin letur upp fríggjamorgunin kl. 10 og er opin til 16. apríl. Handilin er opin millum kl. 10 og 17:30, og leygardag millum kl. 10 og 14.
Fleiri uppgávur til Dugna
IRF og Dugni hava nú víðkað samstarvið. Higartil hevur Dugni fingið lutir til endurnýtslu av Endurnýtsluplássinum á Bumshamri hjá Klaksvíkar kommunu. Hendan skipanin hevur virkað væl.
Harafturat verður nú skipað fyri eini royndarverkætlan, har Dugni skal taka teldur og sjónvørp sundur fyri IRF. Við hesum átaki roknar IRF við at minka um kostnaðin til útflutningin av elektroniskum burturkasti, samstundis sum arbeiði verður til fleiri fólk hjá Dugna.
Í fyrsta lagi er talan um eina royndartíð - men partarnir vænta, at grundarlag er fyri, at halda áfram við hesum.