forkvinnu í Javna, verður í miðal eitt barn um árið føtt við Down’s Syndom í Føroyum. Aðrastaðni í heiminum brúka tey at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin. Veðrið í Føroyum [...] neglirnar við neglalakki sum er blátt, sigur Javni. Hon greiddi í tíðundunum á Rás 2 frá tiltakinum, sum Javni skipar fyri í Reinsarínum í Havn frá klokkan 14 til 17. [...] Føroyum tilletur sjálvdan, at føroyingar vísa hosur herheima í mars, so tí er avgjørt, at bláa neglalakkið skal verða brúkt í staðin fyri - ella afturat - óparaðu litríkum hosunum. - Vit vilja við bláa neg
Eftir at Kyndil í gjár vann tryggan sigur á útivølli í Klaksvík, skulu tveir aðrir dystir spælast í bestu mansdeildini í hondbólti í dag. Í Havn kemur H71 á vitjan hjá Neistanum. H71 kapprennur við Kyndil [...] Kyndil og VÍF um pláss í FM-finaluni, og tí hava teir ikki ráð til at missa stig móti Neistanum. Hartil hevur H71 nakað at hevna, tí júst Neistin var liðið, sum í steypakappingini beindi fyri dreymunum hjá [...] hjá H71 um pláss í finaluni. Hin dysturin verður á Skála, har VÍF vitjar hjá StÍF. Ofta hevur VÍF havt stórar trupulleikar á Skála, og teir taptu har fyrr í vetur. Men síðani hevur VÍF víst seg sum sterkasta
gólvini í Havn og í Bank Nordik, har hon hevur starvast í 25 ár, so gongur hon nú í oljuklæðum á nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði, Pelagos. Les meiri um nýggja dagligdagin hjá Edvu Jacobsen í Sosialinum [...] løgtingsvalið í farnu viku ikki gekk eftir vild hjá henni. Eftir at hava verið við í politikki í nærum 17 ár, varð hon ikki afturvald á løgtingsvalinum. Hon fall tó ikki í fátt, og hóast hon fær løn í fýra mánaðir
sum bensin og diesel eins og hann fæst við nógvari eykaútgerð. Í dag hevur føroyska Nissanumboðið í Føroyum, Auto Service í Havn opið hús í sambandi við, at enn ein nýggjur Qashqai er komin á marknaðin [...] marknaðin í 2007. Tað sæst eisini aftur á føroysku vegunum, at nógvir Quashqai eru seldir. Meðan tað í 2008 einans vórðu seldir 26 Nissan bilar til samans í Føroyum, so vóru 47 nýggir Qashqai skrásettir í Føroyum [...] Føroyum í fjør av teium 93 Nissanbilunum, sum tilsamans vórðu seldir í fjør. Bilaummælarar úti í heimi skrivar, at einki modell hjá Nissan nakrantíð hevur verið so væl móttikið, sum Nissan Qashqai. Bilurin
stigtakarar í tíðindaskrivi. Hugtakið Metal Battle, hevur sín uppruna í heimskenda Wacken festivalinum í Týsklandi, og fevnir umleið 40 lond. Mannagongdin er tann, at bólkar luttaka í einari rundu í heimlandinum [...] Leygarkvøldið verður fimta útgávan av Wacken Metal Battle Føroyar í Sjónleikarahúsinum í Havn. - Tað er áhugabólkurin Upp við Hornunum, ið aftur í ár er stigtakari til hetta tiltak. Talan er um eina samanrenning [...] møguleika at enda á palli á sjálvum Wacken festivalinum, ið verður hildin í byrjanini av august. Bólkarnir, ið luttaka í ár eru fimm í tali: Iron Lungs, Necrolepsia, Asyllex, Bragdarlogi og Goresquad. Harafturat
minnisgudstænastuni í Dómkirkjuni í Havn í dag. Kirkjan var fullsett av fólki, har vóru bæði ung og gomul. Fleiri útlendingar nýttu eisini hetta høvi at minnast tey deyðu í ræðuleikunum í Noregi í seinastu viku [...] Eingin skilir ræðuleikarnar, sum hendu í Noregi, men vit eiga at minna okkum á, at tað góða altíð fer at vinna á óndskapinum og deyðanum. Tað var boðskapurin í røðuni hjá Sonju Klein, sóknarpresti, sum [...] á summarleguni á Utøja trúðu upp alt tað góða í lívinum, og so hendi tað meiningsleysa. Vit eru øll skelkað og forfard av mótsetningunum og leita okkum í Guds hús, tí eingin skal skilja okkum frá Guds
árum síðani – fyrst í februar 1980 – var C HM kapping í hondbólti í Føroyum. Spenningurin var ógvuliga stórur, tá ið Føroyar spældu fyrsta dystin. Hann var í Høllini á Hálsi í Havn, og mótstøðuliðið var [...] Italia. Sum í kvøld so gekk tað fyri 42 árum síðani ógvuliga javnt á. Støðan var 23 – 23, tá ið Italia fór í síðsta álopið, og við skoti í síðsta sekundi skoraði Italia sigursmálið og vann 24 – 23. Í kvøld var [...] avriki eydnaðist at vaska ikki so sannførandi avrikið í gjárkvøldið ímóti Luksemborg burtur, og tí sigurin ber við sær, at Føroyar við sigri ímóti Lettlandi í morgin spæla seg víðari ímóti HM endaspælinum.
arbeiða í Radiohandlinum hjá Marsten í Klaksvík, har hon var í nøkur ár. Síðani flutti hon til Havnar, har hon arbeiddi hjá Marstein á Áarvegnum, til hon giftist í 1970 og var heimaarbeiðandi í 17 ár. Elsa [...] giftist við Karl Wolles úr Havn. Tey bygdu hús í Stoffalág og fingu trý børn: Jóhann, Elsebeth Maria og Signhild. Ommubørnini eru 3 í tali: Jóna, Rita og Karl. Í 1987 fekk hon arbeiði í køkinum á Stella Maris [...] Maris Vøggustovu, og síðan 1998 hevur hon verið stuðul, bæði í barnagørðum og í Sankta Frants Skúla. Allastaðni har Elsa hevur arbeitt, hevur hon verið sera væl dámd við sínum lætta og blíða lyndi. Hjartaliga
harmonikufelag úr Reykjavík í Íslandi til Føroya á vitjan. Íslendingar hava sjálvir tikið stig til ferðina. Harmonikuspælararnir hava sett seg í samband við Harmonikufelagið í Føroyum, ið hevur hjálpt til [...] fyri vitjanina. Leygardagin spælir Harmonikufelagið í SMS og um kvøldið verður farið til Leirvíkar at spæla í fimleikarhøllini. Viðrar verður spælt í skúlagarðinum og hava fólk hug at dansa eru tey væl [...] hava limir í Harmonikufelagnum í Føroyum boðið sær til at vísa gestunum eitt sindur av Føroyum. Annan hvítusunnudag er Eydnan á Oyrabakka vertur við ein døgverða og aftaná verður rimmar dansur. Í íslendska
Absalonsen og Oliver Hansen vígd í Filadelfia, Tórshavn. Døgurði fyri innbodnum. Frá kl. 19 opið hús í bygdarhúsinum í Vestmanna. 60 ár Mikudagin 22. november fylti Tóra í Horni, Sandavágur, 60 ár. Dagurin [...] leygardagin 25. november kl. 19.00 í SÍF-húsinum. Øll eru vælkomin. 70 ár Í dag, 24. november verður Hergerð Hansen í Vági 70 ár. Tey, ið vilja heilsa uppá Hergerð, eru vælkomin í heimið leygardagin 25. november [...] 25. november í hølunum hjá Tvøroyrar Handverkarafelag. Øll eru hjartaliga vælkomin. Prógv Annika Helgadóttir Joensen, av Hvítanesi, hevur loki› prógv sum sálarfrø›ingur vi› lærda háskúlan í Keypmannahavn