- Tú kanst gott seta teg uppi yvir súrari mjólk at gráta. Men lívið hevur lært meg, at tað førir onga leið, sigur Edva Jacobsen, sum ásannar, at løgtingsvalið í farnu viku ikki gekk eftir vild hjá henni.
Eftir at hava verið við í politikki í nærum 17 ár, varð hon ikki afturvald á løgtingsvalinum.
Hon fall tó ikki í fátt, og hóast hon fær løn í fýra mánaðir afturat sum løgtingskvinna, fór hon longu hóskvøldið aftur til arbeiðis, góðar 48 tímar eftir, at staðfest var, at tilveran sum løgtingskvinna var av á hesum sinni.
Hóast hon kanska er von við bonaðu gólvini í Havn og í Bank Nordik, har hon hevur starvast í 25 ár, so gongur hon nú í oljuklæðum á nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði, Pelagos.
Les meiri um nýggja dagligdagin hjá Edvu Jacobsen í Sosialinum, sum kom út mánadagin.