Eini 50, 60 føroyingar hava Down’s syndrom og sambært Fíu Petersen, forkvinnu í Javna, verður í miðal eitt barn um árið føtt við Down’s Syndom í Føroyum.
Aðrastaðni í heiminum brúka tey at fara í litfagrar, óparaðar hosur fyri at gera vart við hendan dagin. Veðrið í Føroyum tilletur sjálvdan, at føroyingar vísa hosur herheima í mars, so tí er avgjørt, at bláa neglalakkið skal verða brúkt í staðin fyri - ella afturat - óparaðu litríkum hosunum.
- Vit vilja við bláa neglalakkinum undirstrikað, at fólk við Down Syndromi, eins og øll onnur, eiga rætt til lívið. Og tí fara vit eisini at heita á øll fólk um at smyrja neglirnar við neglalakki sum er blátt, sigur Javni.
Hon greiddi í tíðundunum á Rás 2 frá tiltakinum, sum Javni skipar fyri í Reinsarínum í Havn frá klokkan 14 til 17.









