Hava framleitt tvær milliónir Qashqai

Nissan Qashqai er so væl umtóktur, at seldir eru tvær milliónir bilar, síðan hann kom á marknaðin í 2007.

Nissan Qashqai er so væl umtóktur, at seldir eru tvær milliónir bilar, síðan hann kom á marknaðin í 2007.

 

Tað sæst eisini aftur á føroysku vegunum, at nógvir Quashqai eru seldir.

 

Meðan tað í 2008 einans vórðu seldir 26 Nissan bilar til samans í Føroyum, so vóru 47 nýggir Qashqai skrásettir í Føroyum í fjør av teium 93 Nissanbilunum, sum tilsamans vórðu seldir í fjør.

 

Bilaummælarar úti í heimi skrivar, at einki modell hjá Nissan nakrantíð hevur verið so væl móttikið, sum Nissan Qashqai. Bilurin er praktiskur, rúmligur og høgur á vegnum og verður sagdur at hava góðar koyrieginleikar og at vera komforabul. Bilurin fæst bæði sum bensin og diesel eins og hann fæst við nógvari eykaútgerð. 

 

Í dag hevur føroyska Nissanumboðið í Føroyum, Auto Service í Havn opið hús í sambandi við, at enn ein nýggjur Qashqai er komin á marknaðin.