Sum 14 ára gomul fór hon at arbeiða í Radiohandlinum hjá Marsten í Klaksvík, har hon var í nøkur ár. Síðani flutti hon til Havnar, har hon arbeiddi hjá Marstein á Áarvegnum, til hon giftist í 1970 og var heimaarbeiðandi í 17 ár.
Elsa giftist við Karl Wolles úr Havn. Tey bygdu hús í Stoffalág og fingu trý børn: Jóhann, Elsebeth Maria og Signhild. Ommubørnini eru 3 í tali: Jóna, Rita og Karl.
Í 1987 fekk hon arbeiði í køkinum á Stella Maris Vøggustovu, og síðan 1998 hevur hon verið stuðul, bæði í barnagørðum og í Sankta Frants Skúla. Allastaðni har Elsa hevur arbeitt, hevur hon verið sera væl dámd við sínum lætta og blíða lyndi.
Hjartaliga tillukku við føðingardegnum og takk fyri alt sum tú ert fyri okkum.
Dagurin verður hildin saman við familjuni.
Børnini